Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | | Nr. 119 — 27. juni 1991 Fáa nógva sild --Trupuleikin hjá okkum er ov long bíðitíð fyri at sleppa at landa sildina, sigur Hendrik Old, skipari á Skúvanes Tey fimm føroysku nótaskipini, sum royna eftir sild undir Føroyum, fáa væl av sild í løtuni. Men tey bæði russisku móðurskipini, sum liggja í Nólsoyarfirði og taka í móti, klára bert 200 tons hvørt um samdøgrid, og tí gerst biditidin long hjå nótabátunum. --Sildin stendur tættari aftaná høgættina og tað er Kennir tú aftur onkrar av hesum trupulleikum it í rygginum It í lendunum íschias Beinkrampa Diskusprolaps n PRAMED HITA- & MASS PUTAN við inf h Fremstu fysioterapeutar og vidgerdarar vi mæla nýtslu av SUPRAMI MASSASJUPUTINI virkar við bæði massasju og samstundis — og hetta linnar so tað munar Ger sjálvur okkurt munagott við pín una NU! SUPRAMED HITA- & MASSASJUPUTAN vælroynd tysk dygdarframleiðsla 10 ára framleiðslu trygd Orkusparandi 30 daga royndartíð Ringið eila sendið okkum lepan og fáið sendand: spplýsingartilfar um SUPRAMED HITA & MASSASJUPUTUNA S.C. SKIPAN, Box 1287 110 Tórshavn - Tlf. 18659 ikki Ovanligt at fáa frá 1500-2500 kassar í kast- inum, sigur Hendrik Old. --Bátarnir royna í løtuni í ein landsynning av Munkagrunninum og tað er góð sild teir fáa. Sildin er stór og feit og tað ganga einar tríggjar-fýra til kiloið, sigur Hendrik Old Hava til nakað samband við manningarnar á russ- isku móðurskipunum? --Nei, púrt einki. Vit fáa bert tekn um at leggja at og landa. Vit eru ikki bodnir umborð og teir koma heldur ikki umborð hjá okkum. Annars eru okkara skip sum jollur í mun til hesi risaskip og stórir fendara liggja ímill- um, sigur hann. --Russararnir hava nógv at gera umborð og teir arbeiða alt samdøgrid. Teir frysta ein part av sildini og salta eisini. Tað eru ikki bara føroyingar sum landa til skipini, eisini russisk skip koma og uppskipa veiðuna, sigur Hendrik Old. Spell ikki at landa í Fsroyum --Tað er spell, at sildin ikki verður landað í Før- oyum, tí hon hevði givið nógv arbeiði. Men prísurin er ov lágur til at tað kann loysa seg. -Í Skotlandi er timalønin væl lægri enn í Føroyum, og teir leiga eisini russisk br) móðurskip at tilvirka sild- ina. Í Lerwick í Hetlandi liggja yvir 20 móðurskip av sama slag sum tey í Nólsoyarfirði og hagreiða sild, sigur Hendrik Old. --Prísurin er ikki høgur, vit fáa 118 oyru fyri kilo- ið. Prísurin hevði verið í lagi, um vit sluppu at landa beinanvegin, tí leið- in av fiskileið er stutt, sigur Hendrik Old Krúnborg var í gjár í Lerwick við 200 tonsum. Tá bátarnir koma á Havnina eru teir ofta tungir og standa framá. Hetta kemst ikki av fullari last, men heldur at Hendrik Old, skipari, heldur at tað er spell, at sildin ikki verður tilvirkað i Føroyum. bátarnir hava nógvan køldan sjógv í lastini. jústinus Síða 5 Sovjetiska sendistovan Vita ikki hví Nikolaj flýddi --Men vita tit nakað nýtt í málinum, spurdi pressutals- maðurin á sovjetisku sendi- stovuni í Keypmannahavn Sosialin í gjár Satt rumsterilsi var á sovjetisku sendistovuni í Keypmannahavn í gjár, tá Sosialurin ringdi fyri at frætta eitt sindur um sovjetiska flóttarmannin, Nikolaj Krupov, sum situr í "isolatiónscellu" á poli- tistødini í Havn. Aftaná drúgva bíðitíð og aftaná at hava verið í samband við fleiri starvs- fólk á sendistovuni, eyd- naðist umsíðir at finna ein, sum hevði heimild at siga nakað í málinum. Tað var pressutalsmaðurin. Vita tit nakað um or- søkina til, at Nikolaj Krupov flýddi av Sevrybu herfyri? --Nei, vit hava bert hoyrt um hendingina, men hvat liggur aftanfyri, tað kenna vit ikki. Kanska tú kundi sagt okkum okkurt, segði pressutalsmaðurin. Maðurin hevur biðið um politiskt friðskjól i danska kongaríkinum. Hvussu kann tað bera til? --Sum sagt, eg havi bert hoyrt, at maðurin er flyddur, meir veit eg ikki um málið, men eg skilji, at danska løgmålarådid ar- beiðir við málinum, segði hann. —Annars haldi eg ikki, at tað er rætt at spyrja okkum um orsgkina. Tit kunnu bara fara á politistødina og fáa Nikolaj sjálvan at greiða frá, segði pressu- talsmaðurin. jústinus