hósdagur 27. juni 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Fiskivinnutøkningar, sum fingu prógv í gjár. Høgrumegin síggjast: Óluva Nolsøe Djurhuus,
Fridbjørg Debes, Nansy Thomasen, Lis Ragnarsson, Rakul á Rógvu, Marianna Vang og Annie
Egholm. Aftast høgrumegin: Annfinn Jensen, Búi Nielsen, Jákup Joensen, Kim Durhuus, Ivan
Hansen, Eddie Jensen og Poul D. Hammer
Fiskivinnutøkningar
Í gjár fingu teir fyrstu
næmingar á Fiskivunnu-
skúlanum í vestmanna
prógv. Utbúgving teirra
hevur nú heitið fiskivinnu-
tøkningar.
14 næmingar fingu
prógv. Hesir hava alllir
meir enn tvey åra royndir
innan yrkið, áðrenn teir
fóru á skúlabeinkin, fyri
tveimum árum síðani.
Í løtuni eru 14 næmingar
á fyrsta ári á Fiskivinnu-
skúlanum og sjey eru úti í
praktik, sigur Dánjal
Klakk, fiskifrødingur og
lærari á skúlanum, við
Sosialin.
- Praktiktidin hjå teimum
sjey næmingunum er eitt
år, har teir hava verid i
Grimsby, einum fiskavirki
og einum roykivirki i
Hirtshals, og á tveimum
alibrúkum í Noregi.
Eftir summartíðina byr-
jar ein nýggj undirvísing-
arskipan á Fiskivinnuskúl-
anum, har dentur verður
lagdur á at læra tað sama
sum skúlin hevur givið
frálæru í higartil, umframt
eitt ár, har frálæran verður
støddfrødi og enskt mål.
Næmingarnir fáa undirvís-
ing í fimm vikur, fara síð-
ani út í praktik í 11 víkur
og skulu síðani fyrireika
seg til gera eitt projekt,
sum snýr seg um tað, sum
tey hava ognað sær av
kunnleika úti í vinnuni og
á skúlanum.
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna hevur í ár fingið 38
umsóknir, har skúlin er
viðmerktur á fyrsta plássi
yvir ynski hjá umsókn-
arnum. Bert 20 næmingar
sleppa inn, men kortini er
bert rúmd fyri 16 næm-
ingum, tí skúlin húsast í
einum húsum hjá SEV í
Vestmanna, sum ikki er so
væl hóskiligur til skúla-
endamál.
Eins og aðrir skúlar hava
ognað sær eina húgvu,
sum sigur ødrum frå, at
hesir nú hava lokið prógv,
hava tey í Verstmanna eis-
ini fingið sína húgvu.
Hon líkist tí, sum verður
nýtt á flakavirkjum - og
bakaríum somuleiðis.
Húgvan hjá fiskivinnutgk-
ningunum er prýdd við
bláum bandi og ein fiskur
er búmerkið.
Næmingarnir hava
sjálvir teknað húgvuna,
sum Margretha Christian-
sen, ið eigur hattahandilin
Mina Wilhelm í Havn,
hevur seymað.
Dagny
Dánjal Klakk, lærari á
Fiskivinnuskúlanum
helt rødu fyri
fiskivinnutøkningunum,
har hann m.a. samanbar
tól fyri, hvat var farið
fram innan fóroyska
vinnulívið, síðani
Fiskivinnuskúlin varð
settur á stovn
Nr. 119 — 27. juni 1991
Nordurlendsk
stevna
um EF
- og um at finna eitt norður-
lendskt og europeiskt alternativ
til EF
Helena Dam å Neystabø,
tingkvinna fyri
Sjálvsstýrisflokkin, luttekur
í stevuni í Noregi
Í døgunum 4. til 8. august,
verður Norðurlendsk stev-
na í Sognedal í Noregi.
Ein arbeiðsbólkur innan
umhvørvis- og friðarpolitk,
sum árliga hevur fundir,
stendur fyri tiltakinum.
Fundarevnið hesaferð er
Norðurlendska sambandið
við EF.
Helena Dam á Neystabø,
tingkvinna fyri Sjálvsstýri-
sflokkin, er vid í pall-
bordfundi, undir heitinum
"Er nakað Nordurlendskt
og europeiskt alternativ til
EF?"
Millum fyrilestrarhaldar-
arnar eru kend fólk, eitt nú
Else Hammerich úr Dan-
mark limur í EF tinginum,
sum er ein av odda-
fiskunum í mótstóðuni
móti EF, Sigmund Kvalgy
Sætereng, økofilosof, Paul
Lesnaður
"til alla
Chaffey, limur í uttanríkis-
nevndini fyri SV, Erkki
Tuomioja, næstformaður í
tingbólkinum hjá Javnarð-
arflokkinum í Finnlandi og
Niels Meyer, sum er ein av
oddamonnunum í "oprør
frá midten," í Danmark.
Á dagsskránni setir
Norðurlendska stevnan í
Sogndal Norðurlendska
samstarvið, sum eitt veru-
ligt politiskt alternativ til
EF sameinanina.
Hetta er grundað á upp-
fatan av, at EF - politikurin
er ein hóttan mótir náttúr-
liga umhvørvinum og
fólkaligum sjálvsstýri,
samstundis sum innari
marknaðurin í EF vil gera
munin millum tey ríku og
fátæku í heiminum, enn
størri. Dagny