Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í ár eru liðin 40 ár. síðan føroyska studentahúgvan gjørdist hvgnn mans ogn hjá teimum, sum høvdu lokið studentsprógv. Fyrsta studentahúgvan varð seymað í Keyp- mannahavn í 1949, tá før- oyskir studentar í Keyp- mannahavn vendu sær til 25 ára gomlu Hansy Høj- gaard, ið arbeiddi sum modistur í Keypmanna- havn. Hansy Højgaard sigur vid Sosialin, at tað var Janus Øssursson, såli, sum tók sær av hesum máli. Hansy Højgaard: - Janus Øsstursson var sum ein påpi fyri føroyska ung- dómin í Keypmannahavn, og hann gekk á odda at fáa studentunum eina føroyska studentahúgvu, tjóðskapar- sinnaður, sum hann var. - Tað var eisini Janus Qssursson, sum var við, tá Jens Olivur Lisberg gjørdi føroyska merkið. Jens Olivur var mammubeiggi mín, og kanska er tað or- søkin til at Janus Øssur- sson kom til min, vid hesi uppgåvu. - Upprunaliga fór eg til Danmarkar i 1945 at hjål- pa eini systir mini vid børnunum, tí hon var sjúk. - Ætlanin var síðani at fáa onkra handaliga út- búgving, og eg valdi at læra til modenist. Tað er at seyma hattar og gera brúd- leypsprýði. Í eitt ár var eg í læru í Illum og eitt ár á hatta- verksmiðju. Tá var læru- tíðin soleiðis býtt upp í tveir partar. Síðani arbeiddi eg í fimm ár í hattahandli á Nørrebrigv, og tað var í hesum tíðarskeiði, at eg gjørði ti føroysku studenta- húgvuna. Hansy giftist í 1951 við Andrias Højgaard, sála, sum seinni gjørdist rektari á Læraraskúlanum, og tey fingu seks børn. Eftir giftarmálið ar- beiddi hon á verksmiðju í Danmark til 1958, tá tey fluttu heim til Føroya. - Arbeiðstíðirnar í handli vóru ikki hóskiligar, tá ein hevur børn, tí tú skuldi fara í ansingarstovn o.s.fr. Tí valdi eg at arbeiða á verksmiðju, sum gjørdi hattar. Gjørdi bert kveistin - Sostatt havi eg ongan- tíð seymað studentahúg- vur, men bert gjørt upp- runaligu húgvuna, sum nú verður brúkt Undantikið tá okkara tidindabladid søsialurin : Nr. 119 — 27. juni 1991 Hon gjørdi føroysku studentahúgvuna og fór á fund við student- unum og Janus Øssursson at visa teimum úrslitið. Tá eg vísti teimum fyrsta uppskotið, var tøgn, men tá eg vísti teimum hitt uppskotið, klappaðu gll og húgvan varð góðtikin. - Eg tók síðani mát til húgvurnar, og tær vóru seymaðar í Magasin í Keypmannahavn - undan tíkið kveistin, sum verður gjørdur úr uppriknum før- oyskum vovnum klæði. Hann gjørdi eg tey fyrstu árini, av tí at tey ikki tímdu at fáast við tað í Magasin. Faldurin hjá prestakonuni - Hetta var sum sagt í 1949, og tá vóru ikki so nógv ferðing sum í dag, og torført at fáa tilfar úr Føroyum. Tá > føroyska vovna klæðið skuldi fáast til vega til fyrstu hågvurnar, bíð- aðu vit leingi eftir til- farinum. Tá var onkur sum fann #55 ERT uppá ráð. Ein studentur hevdi lagt til merkis, at Inga Beder, kona Torkild Beder, prest, hevði so stór- an fald á føroyska skjúrtinum. Hann spurdi Ingu Beder, um teir ikki kundu fáa til studenta- húgvurnar úr faldinum, og tað játtaði hon. Hvørjar tankar gjørdi tú Hansy Højgaard við upp- runa eintakinum av stud- entahúgvuni, sum setur dám á býar- og bygda- myndina í hesum døgum. Hon skapti ti føroysku studentahúgvuni, eftir á- heitan frå Janus Øssur- sson, såla og teimum føro- ysku studentunum, sum gingu å hægri lærustovn i 1949 i Keypmannahavn tær um, hvussu fóroyska studentahúgvan skuldi myndast? - Eg tosaði við student- arnar, og teir søgdu sína hugsan. Teir vóru allir gamlir studentar, sum nú lósu í Keypmannahavn. Studentarnir vildu hava eina húgvu, sum skuldi vísa teirra føroyska upp- runa, og sum sást aftur millum tær donsku húgv- urnar. Heilaga talið Núverandi studentahúg- van er gjørd meira sum ein hattur, og eg gjørdi nógv burturúr at fáa hetta skap- ið, sum gongur eitt sindur niður ødrumegin, har kvei- sturin er. So seymaði eg pullin í seks pørtum soleiðis, at húgvan ikki gjørdist so høg omaná, men sam- stundis prýðiligari. - Tá Janus Øssursson sá fyrstu húgvuna, segði hann, at hon hevði verið meira fullfíggjað, um partarnir vóru sjey í tali, tí tað var tað heilaga talið. - Eg gjørdi so ikki betur enn at eg klipti tað eina petti í tveimum pørtum, so talið bleiv sjey á pullinum, men eg fekk ongantíð rættiliga skila á, hvat Janus meinti við. Søgulig og átrúnalig - Seinni havi eg hoyrt at Aksel Tórgarð, prestur segði hetta um føstuna at telja jólini, har hann kemur fram við sjey-talinum, og tá skilti eg tað, sum Janus Øssursson segði mær í sínari tíð: "Syv er vor skabelse" og sjey dagar í vikuni. Hetta var tað, sum Janus Øssursson meinti við. Annað frávik í før- oysku studentahúgvuni er Sigmundarkrossurin, sum er tann fyrsti krossurin vit vita um í Føroyum, sigru Hansy Højgaard. Hóast studentahúgvan var væl umtókt í Danmark, Framhald á síðu 12 Seinastu árini hevur Margretha Christensen seymað próvtókuhúgvur. Hon hevur gjórt HH húgvuna, Hansy Højgaard studentahúgvuna og Mina RÆ sum M en hevur gjórt