Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juni 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- - DI | Heimsendir til Grønlands Skjóting: Mikudagin vórðu tríggir av grenlendsku fótbólts- spælarunum sendir heim aftur til Grenlands. Allir grenlendsku fót- bóltsspælararnir | hevdu fingið greið boð áðrenn ferðina til Álands um at halda seg frá rúsdrekka og annars fara til songar í góðari tíð. Men týskveldið metti grenlendski venjarin Isak Nielsen Kleist 4 spælarum i bynum. Hann bað teir fara til tilhaldsstaðið og terna inn, men bert ein teirra fór. Hinir tríggir hildu fram í veitsluni til langt út á morgunin, og tá teir so vaknaðu einaferð dagin eftir fingu teir boð um at fara heim til Grenlands. Teir tríggir Mathaus Larsen, Karl Lybert og Allan Eriksen vórðu so settir umborð á eitt flog- far í floghavnini í Marie- hamn við kós móti Gren- landi. Lagið var ringt millum grenlendsku spælararnar tá teir tríggir vórðu heim- sendir. — Vit hava avtal- að at halda okkum frá rús- drekka so leingi kappingin er, og tað skulu vit halda okkum til, sigur Isak Niel- sen Kleist, venjari og legg- ur afturat: — Teir, sum ikki kunnu halda elforboð- ið; mega so finna seg í at taka fylgjurnar. sj. Vordu aftast í trap fyri lið Liðkappingin í trap end- aði mikudagin, og Feroyar endaðu á síðsta plássi. Teir báðir Finn Ludvig og Esmar Andreasen fingu tilsamans 313 stig í liðkappingini. Finn fekk 160 og Esmar 153. Vinnari í hesi kapping- ini gjørdist Isle of Man, ið fekk 364 stig. sj. # Jógvan Glerfoss luttók í longdarlopi, og gjørdist hann nr. 9 vid at leypa 5,91 metrar. Mynd: Sofus Johannsen Flogbóltur: Menninir vunnu á Gotlandi í gjár Skulu í semifinaluni mýta monnunum av Eysýslu, sum helst eru gullfavorittar Seinnapartin í gjár vann føroyska manslidid í flogbólti á Gotlandi. Talan var um ein greiðan og ikki serliga torføran 3-0 sigur við settunum 15-7, 15-12 og 15-6. Við hesum sigrinum er føroyska liðið altso næstfremst í sínum bólki, og skal sostatt meta Eysýslu, sum vann hin bólkin. Helst ein torførur dystur. Í gjårkvøldid spældi føroyska kvinnulidid í semifinaluni móti A- landi, og hevur talan 6- ivað eisini verið um ein torføran dyst. Hesin dystur var so seinur, at ikki eydnadist okkum at fåa úrslitið við. hj. Frælsur itrøttur: Einki at reypa av Grønlendingurin Kim Godtfredsen varð dagsins maður mánadagin, tá kappingarnar ítrótti byrjaðu Hann vann klárt 10 km. mæ H ry frælisum renningina og setti sam- stundis nýtt oyggjaleika- met við tíðini 31.14,3 Tveir feroyingar vóru ið í hesi kappingin Guttorm »ørensen gjørdist nr. 11 við tíðini 33.19,29 og Niels Jåkup Jakobsen bleiv nr. 14 við tidini 34.41,96. Tilsamans 16 luttakarar vóru í 10 km. renningini. Kúlustoyt Ingemar Guttesen luttók í kúlustoyti. Hann gjerdist nr. 9 av 14 luttakarum. Ingemar fekk kúluna út á 10,28 m. Vinnari av hesi kapp- ingini varð Ove Lehto av Álandi, sum kastaði 14,93 m, ið er nýtt oyggjaleika- met. Ingemar Guttesen lut- tók eisini í diskos-kasti. Her gjerdist hann nr. 10 av 14 luttakarum við at kasta 30,06 m. Vinnri av diskoskappingini varð eis- ini Ove Lehto áv Alandi. Hann kastaði 42,68 m, sum er nýtt Oyggjaleika met. Longdarlop I longdarlopi luttok Jógv an Glerfoss år Føroyum. Hann gjørdist samanlag nr. 9 av 12 luttakarum vid at leypa 5,91 m. Radio Raamat av Saare- maa vann hesa kapping- ina. Hann leyp 6,94 m, og tad er nytt oyggjaleika- met. Stafettir Føroyar luttóku í 4 ferðir 100 m stafettini fyri menn, men lið okkara varð diskvalifiserað. Vinnari av hesi kapp- ingini varð Isle of Man, sum við tíðini 42,93 min. setti nýtt oyggjaleikamet. Kappingin heldur fram alla vikuna, og endar við hálvum maraton, sum verður seinnapartin leyg- ardagin. sj. — 1 Guttorm Sørensen gjørdist nr. 11 i 10.000 metra renn- ingini við tíðini 33.19,23. Mynd: Sofus Johannesen Oyggjaleikirnir á Gibraltar Seinnapartin í gjár var aðalfundur í IGA — Island Games Association. Tað eydnaðist ikki Sos- ialinum at fáa orð á nakran fundarluttakara, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjárkvgldið, so tað må bíða til í morgin. Men aðrar vegir frætti Sosialurin frá vælvitandi keldum so mikið, sum at avgjørt varð á fundinum, at Oyggjaleikirinir 1995 skulu vera á Gibraltar. Gibraltar og Orknoyggj- arnar kappaðust um at fáa w leikirnar, og tað var Giubraltar, sum vann. Komandi Oyggjaleikir verða á Isel of Wight í 1993. Føroyar hava havt for- mannin í IGA seinastu tvey árini, John Kjær, men hann fór frá í gjár. Og av ti at tað er ein formalitetur, at verandi vertsland hevur formannin komandi skeið, verður tað Áland, ið eigur formannin komandi tvey árini. Men sum sagt Meira um alt hetta í morgin. sj.