fríggjadagur 28. juni 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Til Finn Helmsdal
á Oyggjatíðindum
Í tíni niðursetandi skriv
Ing IK K enjara
h eg bert eina viðmerk
ing. og hon er á donskum
»Skomager bliv ved din
læst«. Lat okkum fåa eina
- -
Nr. 120 — 28. juni 1991
góða andveikravernd
heldur enn eina vánaliga
ítróttarskriving í Oyggja-
tíðindum
Vónbrotin
Væleydnaður
LIF-dagur
Heilt fitt av peningi kom inn,
og gav hetta eitt gott ikast til
dagliga raksturin av felagnum
Í besta sólskini seinasta
leygardag skipaði LÍF fyri
einum serligum LÍF-degi,
har ymiskt var á skránni.
Millum annað varð
skipað fyri tombola,
fiskidammi og 21- spæli,
og fólk kundu eisini fara í
LIF-kioskina at fáa sær
okkurt ul matnað, meðan
hini ultøkini fóru fram.
Lutaseðlar vórðu seldir,
og vinnaranummørini eru
at finna aðrastaðni í blaðn-
um í dag.
Sjey dystir spældir
Men tað, sum helst
mundi hava mestan áhuga
hendan dagin, vóru tei?
mongu fótbóltsdystir.
LIF spældi hendan
dagin sjey landskappingar-
dystir móti ymsum feløg-
um í teimum ymsu deild-
unum, vann LÍF fimm av
dystunum. Steyp vóru
annars latin vinnandi lið-
unum.
Dystirnir vóru hesir:
LÍF-ÍFb smágentur 4-1,
LIFa-Kla småpiltar 0-6,
LÍF-b-KÍc småpiltar 0-22,
LIF-Kla gentur 10-12 år
3-0, LÍF-NSÍb 4. deild 6-
0, LIF-GI pinkulingar 6-2
og LÍF-ÍFb piltar 11-0.
Ein skemtidystur var
eisini á skránni millum
flakakvinnur frá Frost í
Leirvík og frá Handils- og
Frystivirkinum í Fugla-
firði. Hann vunnu flaka-
kvinnurnar úr Fuglafirði
ikki minni enn 7-1.
Gott rakstraríkast
Sosialurin frættir frá
LIF, at har eru tey sera
væl nøgd við urslitid av
degnum, og siga tey, at
hann gav eitt gott íkast til
dagliga raksturin av fel-
agnum.
At kalla hvørt mansbarn
í bygdini hevði leitað sær
niðan á vøllin, umframt
væl av fólki úr granna-
bygdunum.
ú |
Føroyakappingin
Ikki endurtakast
Tilvildarliga finaluumfarið i Føroyakappingini verður spælt
leygardagin kl. 15. Av tí at fleiri av liðunum ikki hava møtt til
1
dystir, og harvið eru farin úr kappingini, eru bert tíggju lið
eftir í seinasta umfarinum í hesum misfostri av einari kapping
Upprunaliga var tað EM-
luttøka føroyinga, ið tók
stóði undan vanligu
landskappingini, tá dyst-
ir longu í fyrstu umfør-
unum vórðu fluttir og
umbyttir.
Hóast næstan eitt år
var skotbrá til EM-
luttøkuna, var lutfalsliga
nógv útliðið, tá
landskappingin av
fyrstan tíð varð sundur-
liðað.
Og sum eina tátu til
liðini, sum hálvmannað
sótu eftir heima í Føroy-
um, meðan landsliðið
var úti í Europa og
spældi sínar EM-dystir,
varð so skipað fyri
Føroyakappingini.
Hálvhjartað luttøka
Rættiliga skjótt skuldi
tað tó vísa seg, at tey lið
vóru fá, ið fóru serliga
heilhjartað upp í hesa
kapping.
So við og við er
áhugin fyri kappingini
Føroyakappingin
hevur havt millum
lítlan og ongan á-
huga millum før-
oysku fótbóltsfelpg-
ini. Hetta sæst
einabest á, at av
teimum tíggju fel-
ógunum, ið skulu
spæla um plaser-
ingarnar í leygar-
dagin, eru seks av
liðunum úr 2. deild.
fullkomuliga burtur-
dottin, og nú seinasta
umfarið skal spælast um
vikuskiftið, eru bert
tíggju lið eftir. Og av
teimum tiggju eftir-
verandi liðunum eru fýra
2. deildarlið.
Fleiri av liðunum eru
ikki mett upp í semifin-
aluumfarinum, men tey
lið, sum av tí sama eru
eftir, verða tó revsað fyri
tað, at hini ikki møttu
upp.
Fótbóltssamband Før-
oya hevur nevniliga bor-
ið so í bandi, at allir hes-
ir dystirnir eru dómdir at
enda 0-0.
Avskorin frå finaluni
Og ikki bert tad: Stiga-
bytid í hesum dystunum
er eitt í part — eisini til
tey lidini, sum ikki eru
møtt til dystirnar.
Sostatt hevur hetta
havt vid sær, at fleiri av
liðunum, ið hava verið
úti fyri hesum løgna fyri-
". 71558
ARDGGGIN|
brigdi, eru vorðin av-
skorin frá at koma í fin-
aluna ella so mikið sum
at sleppa í dystin um 3.
plássið.
Tí er neyvan heldur
serliga spennandi hjá
fremstu liðunum at
spæla seinasta umfarið
leygardagin, tá tey eru
fullvitandi um, at Fót-
bóltssamband Føroya
hevur spælt fyri tey í
fleiri av hinum dystun-
um.
Um tað er við vilja,
ella av øðrum áðum, at
Fótbóltssamband Føroya
nú eisini hevur neyðtikið
hesa kappingina, er ikki
gott at vita, men í hvussu
er er tað eitt misfostur av
einari kapping, ið komið
er burturúr.
Ongantíð endurtikin
So illa hevur hendan
kappingin gingið, at als
ikki er hugsandi, at hon
nakrantíð verður endur-
tikin. Men tað er kanska
eisini tað, Fótbólts-
sambandið roynir at
slóða fyri.
Kortini mátti borið til
at syrgt fyri, at endin á
henni kundi verið
nøkunlunda rætt
gjøgnumførdur, so
vinnari og annars ovastu
liðini — um ikki annað —
kundu fingið kensluna
av at hava uppiborið at
vinna kappingina.
Annars verða teir sein-
astu dystirnir spældir
leygardagin kl. 15.
Ein dystur verður áðr-
enn, og er hann millum
SÍF og VB. Hann verður
spældur fríggjadagin kl.
17.45 í Gundadali.
Finaluumfarið sær so-
leiðis út: 1.-2. KÍ-vinnar-
in av SIF-VB, 3.-4. B68-
taparin av SIF-VB, 5.-6.
NSI-B36, 9.-10. LIF-
B71, 13.-14. GI 1-GÍ 2.
Dystimir verda spældir
soleidis, at fyrr nevnda
liðið hevur heimavøll.
hj.
1 ———