Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juni 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nýtt Atlantic Review er komið út Á oynni Hirsholmen, ið liggur sjey kilometrar í ein útnyrðing úr danska býnum Fredrikshavn, búgva bara átta fólk fast. Av teimum eru seks føroyingar. Um lívið á hesi lítlu oyggj, har allur fuglurer friðaður, hevur Boodil Rabek skrivað eina grein í blaðnum Atlantic Review, ið júst er útkomið. Á Hirsholmen hevur hon hitt Klæmint og Bergliot Lónklett úr Lamba. Í tiggju ár hava tey búð á Hirsholmen, har hansara arbeiði m.a. i vera vilapassari. Í blaðnum er eisini ein samrøda við Christian Kruse, einasta orgul- byggjara í Føroyum. Jssur Winthereig uevur nakrar hugleið- ingar um sjónvarp í Før- oyum, um árin og upp- gávu hjá føroyskum sjónvarpi, nú ræsirnar eru so nógvar. Ein flogterna greiðir frá, hvussu børnini eru sum ferðafólk, og hvat Atlanuc Airwais ger fyri børnini. Eingir trupul- leikar eru av børnunum, og tey eru sjåldan bang- in fyri at flúgva. Lasse Sørensen hevur skrivað um at fiskað síl í Føroyum, og ein grein er um føroysku leikuna Kliko, ið uppfinnarin Arni Hansen, vónar at kunna selja eisini aðra- staðni enn í Føroyum. Eitt prát er við Leif Olsen og Súsonnu Nolsøe, sum eru úr Klaksvík, men í níggju ár hava verið í Keyp- mannahavn í útbúgv- ingargrindum. = Uttan nakrar gremjingar greiða tey frá, hvussu tað var at fara burtur og altíð at ætla sær heim- aftur, um at vera føroy- ingur í Danmark, máls- ligu støduni, og hvussu tey vænta tað verður at flyta aftur til Føroya. Atlantic Review liggur í flogfarinum og kann lesast á ferðini. Men nú kanst eisini taka eitt av snotiligt eintak við tær heim. Hetta er heitið á bók, ið for- lagið Aldan hevur givið út. Bókin er úrslitið av eini vitjan hjá tveimum finn- lendingum, sum vóru í Før- oyum í 1951-52. Fabbe Kristoffer Wahlberg og Carl-Eric Ehrstrøm ætlaðu tá at gera eina bók um Føroyum, men tað varð ongantíð til nakað. Men ni hevur Aldan givið út bók við tekningum hjá Fabbe Wahlberg, og við í bókini er dagbókin hann skrivaði, meðan hann ta ferðina var í Føroyum. Hugskotið til at gera bókina nú kom í fyri fimm árum síðan, tá Fabbe vitjaði aftur og hevði framsýning í Klaksvík. Framsýningin var í Klaksvík, tí Fabbe hevði á vitjanini í Føroyum síu fasta uúlhaldstað hjá Robert Joensen, rithøvundi og døgumanni. Fabbe var mest i Klaksvík, men hann ferðaðist um alt landið og teknaði. Fabbe Wahlberg hevur í bókini eina heilsu, har hann takkar teimum mongu, sum hava latið dyrnar upp fyri honum Nr. 120 — 28. juni 1991 er gestsins eyga Miðsummarstevna á Strondum FRIGGJAKVØLDID 28. JUNI 23.00 Dansur i Bygdahusinum, »Frændur« spæla LEYGARDAGUR 29. JUNI 08.00 Fiskikappingin byrjar 16.00 Línudansur millum brúgvarnar 17.00 Bygdaráðsformaðurin setur stevnuna 17.30 Uppbodssølan byrjar 17.30 Tivoli opnar 18.30 Dansifrødi sýnir fram fólkadans 19.00 BMX-súkklukapping byrjar (tekning á staðnum seinast kl. 18.00) Ponyríðing fyri børn Framsýning av rockdansi Gospelkonsert á ferjuleguni Dansur í Bygdahúsinum, »Frændur« spæla Felagssangur á stevnugkinum og miðnáttarrgða 19.30 19.30 21.00 23.00 23.30 SUNNUDAGUR 30. JUNI 11.00 Gudstænasta í Sjóvar kirkju 15.00 Kappróður. Aftaná verða steypini handað á stevnu- økinum Tivoli opnar Matsøla i kantinuni å flakavirkinum Ponyriding fyri børn Straffikastkapping å stevnuøkinum BMX-súkklukapping (finaluumfar) Bingo i Bygdahusinum Framvising av rockdansi Møti å stevnuøkinum Dansur í Bygdahúsinum »Frændur« spæla 15.00 15.00 17.00 17.00 18.00 18.00 18.00 21.00 23.00 Góða miðsummarstevnu Stranda Ítróttarfelag