Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juni 1991síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 28. juni 1991 FÅ Amnesty International, Føroya Deild, hevði aðalfund 23. mai. Millum nevnarlimirnar, sum stóðu fyri vali, var Óli Jacobsen, ið hevur verið nevndarlimur í mong ár. Nú vildi hann ikki veljast aftur. Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis: Anna Maria Persson, forkvinna, Jette Hoydal, næstforkvinna, Erling [sholm, kassameistari og Ingið B. Patursson og Rolvur Berg, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Sheila Amskov, Randi Olsen og Jóhannus á Rógvu. Prógv Ken Bærentsen úr Fugla- firði hevur fingið prógv sym elektronikmekanikari å tekniska skúlanum i Sønd- erborg. Hann hevur lært hjá P/F Esmar Simonsen í Fuglafirði, og lærumeistari hansara var Tróndur Sim- onsen. Gullbrúdleyp Leygardagin, 29. juni, hava hjúnini Arnold og Judith Guttesen í Sørvågi gull- brúdleyp. Dagin halda tey í Dan- mark saman við børnunum. Br.adr.: Klingsbjerggárd, Vejlevej 50, 7182 Bredsten. RYGGURIN! Kennir tå aftur onkrar av hesum trupulleikum lit i rygginum lit í lendunum Ischias Beinkrampa Diskusprolaps Ger sjålvur okkurt munagott vid pin una NU! SUPRAMED HITA- & MASSASJUPUTAN vælroynd tysk dygdarframleiåsla 10 ára framleiðslu trygd Orkusparandi 30 daga royndartíð m SUPRAMED K 4 & MASSASJUPUTUNA S.C. SKIPAN, Box 1287 110 Tórshav - TH. 18853 Fyrstu barnabøkurnar, sum komu út á føroyskum, vóru tær triggjar søgumar um smádrongin Sjúrð, sumbýr hjá ommu og abba sínum á bygd. Drongurin ber kálv- inum, ansar eftir dunnunum og er so góður við heima- lamb sítt. Mangt vísdóms- orðið hoyrir hann frá omm- uni og abbanum. Kálvamuan, Gráa dunna og Lambamæið hava í nógv ár verið útseldar, men nú hevur forlagið givið tær út av nýggjum. Søgurnar hava nú fingið Gamlar bøkur út av nýggjum Barnabøkurnar hjá Sigurði Joensen, Kálvamu- an, Gráa dunna og Lambamæið, eru komnar út í nýggjari útgávu nýggjar | myndir, sum Zacharias Heinesen hevur gjørt. Tær fyrru bøkurnar, sum komu út í 1959 og 1960, vórðu prýddar við tekn- ingum hjá dlistakvinnuni Fridu í Grótinum. Marius Ziska í Havn prentaði bøkurnar. Bøkurnar eru umleid 20 sidur hvør, heftar, vid liimyndum. Tær kosta 60 krónur hvør og fåast i bókahandlunum, hjá Bókamiðsgluni (tlf 13756) og forlagnum Ungu Føroyar (tlf. 12130). og Gott kvøld, harra Wallenberg Bara tvey fólk eru út- nevnd til heidursborg- arar i USA, Winston Chruchill og Raoul Wallenberg. Raoul Wallenberg bjargaði undir seinna heimsbardaga yvir 100.000 fólkum. 17. jan- uar 1945 hvarv hann i Budapest. Svenski filmurin um henda djarva diplomatin verdur vid å filsstevnuni i Berlin i år. Høvudsmadurin i filminum er ein dårandi, vælútbúgvin ríkmanssonur, sum livir av handli við Ungarn, Týskland og Frakland. Og tí kann hann ferðast um alt Europa, sjálvt um heimsbardagi er. Á eini á sínum ferðum sær Wallenberg úr tokvindeyganum nakað, ið broytir hansara lív fullkomiliga. Filmurin sigur bara frá seinastu vikunum hjá Wallenberg í Budapest, í desember 1944 og jan- uar 1945, og hann viðger royndina hjå Wallen- berg at fria fleiri fangar å einum lastbili i hersetta bynum. Lastbilurin = stedgar upp og verður standandi í eini sidugøtu í Buda- “4 tjaldinum | Síða 19 Á hvíta pest í tvey long og køld samdøgur. Fangarnir eru ungir og gamlir, har eru fleiri børn, ogg øll seta tey sitt ålit å, at Wallenberg kann hjålpa teimum. Ein gåtuførur ungari, sum ikki vil siga navn sitt, rædur yvir fangunum og lastbili- num, og í einum stongd- um og einsamgllum húsum situr Marja, sum úr vindeyga sínum sær lastbilin. Hon hevur ikki rættiliga álit á Wallen- berg, men verður kortini hugtikin av honum. Wallenberg ger sítt besta at fáa fangarnar leysar. hann fer il myndugleikar, roynir at sannføra ungaran og fer ul ein stovn fyri og annan eftir saman vid vinmanni og hjálpar- manni sínum Szamosi, men alt til fánýtis. Alt verður bara daprari og daprari til hann at enda stendur yvirav fígginda sínum. Samstundis veksur hóttanin móti ghettoini, har 65.000 fólk eru innistongd og bíða eftir endaligu hóptýningini. Sunnudagin í Leikhús Bio.