Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 55 - 20. mars 2003 Nr. 55 - 20. mars 2003 33 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Tillukku við degnum. Nú fekst tú pipar, men onkran møguleika manst tú hava havt. Ein úr barnaringinum Pipardagur verður leygardagin Góða Rebekka Hjartaliga tillukku við 7 ára degnum. Vit eru soooo góð við teg. Gumma keypur tær ein fínan pakka í Danmark. Heilsan gumma, Beinir og Rókur Góði elskaði beiggi Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 30 ára føðing- ardegnum í dag. Heilsan stórasystir við familju Góða elskaða Marjun Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum 17. mars. Jesus pápi verið hjá tær. Vit elska teg. Heilsan Innomma og Innabbi Góða Rebekka Hjartaliga tillukku við 7 ára degnum í dag. Vónandi fært tú nógvar gávur. Kærar heilsur Guðrið og Høgni Hesin fitti sjeikur hevur onga damu funnið sær. Enn er hann so leysur á marknaðinum. Hann er nú blivin 30 í dag, so áhugaði kunnu ringja. Heilsan vit Wanted!!! Hvør hevði vænta at hesin sjeikurin einaferð skuldi fáa pipar, ha? Hjartaliga tillukku. Alt tað besta. Guess who.... Góða Rebekka Hjartaliga til- lukku við 7 ára degnum. Vit eru so góðar við teg. wow wow wow. Heilsan Sasja og Quintus Góða Rebekka Hjartaliga tillukku við 7 ára degnum. Vit elska teg. Heilsan mamma og babba Góða Ann og Erna Hjartaliga tillukku vit degnum. Alt tað besta Ynskja vit øll á FFV Toftir Góða Jóhanna Hjartaliga tillukku á 5 ára degnum. Muss og klemm frá Mammu, babba, Poul Eli og Odu Mariu Góði elskaði beiggi og svágur Hjartaliga tillukku við pip- arinum. Vónandi kemur daman/konan skjótt. Her er tú fittur. Heilsan lítlasystir og svágur PS. Tú er líka fittur enn Góða fitta Cecilia Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum í morgin. Omma er spent at koma niður í føðingardag. Eisini ein heilsa til tantu. Kærar heilsanir omma og abbi á Glyvrum C M Y K 33 32 TIL SØLU Dell Dimension 4500 frá okt. 2002, við nógvum góðum hentleikum. Prísuppskot kr. 14.000. Nýprísur kr. 16.000. Tlf. 224454 SKERMKORT/GRAFIKKORT bíliga til sølu. Geforce 3 Ti200 128MB DDR-RAM. Er sera vælegna til nýggjari telduspøl eins og eldri. Kr. 1000,- Tlf. 510070, ts@kallnet.fo TELDA TIL SØLU Amo Athlon Thunderbird 1200 MHZ. 256 MB Ram, Geforce 2 grafikkort, 48-10-48 brebbari, printari, ymisk spøl o.a. 15" slerm, kr. 5.500. Tlf. 316817 og 516817 LÍTIÐ BRÚKTUR HP-PRINTARI deskjet 660 C bíliga til sølu. Tlf. 513975 PC TIL SALG CONFIG Pentium 3 800 EB. 512 MB SDram. Geforce 2 GTS 64MB DDRram. Soundblaster live player 1024. Netkort 10/100 Mbps. CDrom 36 x speed. CD brænder 12/10/32 x speed. 10 GB Harddisk. Trådløst tastatur + mus. 17" skærm. Maxitower, windows ME, printer, scanner, højtalere. Pris kr 6000,00 Tlf. 314042 TIL SØLU Skermkort/Grafikkort bíliga til sølu. Geforce 3 Ti200 128MB DDR-RAM. Er sera vælegna til nýggjari telduspøl eins og eldri. Kr. 1000,- Tróndur SkaalumStoffalág 42100 Tórshavn Tlf. 510070 ts@kallnet.fo YNSKIST Er tað nakar, sum hevur ein Playstation 2 at selja mær bíliga? Gjarna við Memory card og spæli. Tlf. 312203 CD-ROM BRENNARI slag MSI / 16x/48x ongantíð verið nýttur. Nýprísur 1100,- Nú 600,- Tlf. 317653 NINTENDO 64 TIL SØLU 7 spøl, Perfeck dark, James Bond, Donky Kong 64, Lego Risers, Wipe out, Wrestling, Mario Party, 1 Extension Pack, 1 Memory card, 2 Rumble Pack, 3 Joy Stick, 1 eyka stikk til gomul sjónvarp. Nýprísur uml. 7.000. Nú alt fyri 2.000 kr. Tlf. 315907 eftir kl. 17 FARTELDA 1 ára gomul fartelda TFT 14.1, 1.1GHz, 256 MB Ram, 20 GB Harddisk við 3D grafikkort, ISDN modem, pc kort til PCIMA, tráðleys mús og subwoofer við 2 hátalarum til sølu fyri 8.500,- Tlf. 561366 ella 251294 TIL SØLU Ein telda við mús, keyboard og printara bíliga til sølu. Tlf. 252623 Tónleikur TIL SØLU Digitech 2112 guitar-effekt box, kann goyma uml. 100 effektir, og við fylgja 10 foot switchpedalir til sølu fyri 8.000 kr. Nýprísur: 12.000 kr. Ring Tlf. 512090 ella 312444 PIONEER BILANLEGG DEH-435 R 4x35 + 2 hátalarar 250W, lítið brúkt, til sølu fyri 1.600 kr. Tlf. 262271 TIL SØLU Eitt harman/kardon AVR 51 stereoanlegg við 2x250 ella 5x100 watt útgangum. 2 stk Dali 909. 2 stk Dali Blue 1001. 1 stk Himage DVD/Mp3/VCD. 1 stk Sanyo CD spælari. Alt hetta fyri einans 12.500 kr. magniblastein@kallnet.fo KLAVER TIL SØLU Lítið brúkt HOHNER klaver til sølu. Klaverið er í góðum standi. Tlf. 222 854 TIL SØLU Eitt nær um nýtt PEari trummusett til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 251518/227882 KLAVER TIL SØLU Myrkabrunt, einkult, 1 m høgt, 6 ára gamalt týskt Steinmann, selist fyri 15 000,- við stemming og ev. umvæling (tó ikki flyting). Stendur i Søldarfirði. Tlf. 214433 TIL SØLU 2 ára gamal óbrúktur bil equalizer av merkinum KENWOOD. Nýprísur kr. 2500. Ring á tlf. 220405, 313790 Út- & Sjónvarp HYGG HER Ein parabil 1 m. við besløgum og ein analog móttakari til sølu. Kort fylgja við. Tlf. 314071 ella 514071 TIL SØLU Parabol 1 m., við box, til sølu fyri 1.500 kr. Tlf. 421588 BILRADIO V/ FLØGUSPÆLARA Eitt umleið 1 ára gamalt bilradio við fløguspælara til sølu fyri kr. 2.000,- Nýprísur kr. 3.400. Ringið á tlf. 316279 eftir kl. 17 BILRADIO Gott brúkt bilradio við fløguavspælara ynskist til keyps. Tlf./Fax. 314321 HUMAX 5400 ikki digital recievari, innbygt allkom ca-module. Móttekur seca, irdeto, nagravision, betocrypt, conax. 1 1/2 ára gamal. Prísur 3.500,- kr. Tlf. 223930 TIL SØLU Nógvir góðir gamlir vhs filmar til sølu. Ring á tlf. 220405, 313790 TIL SØLU Eitt sjónvarp og ein góð videomaskina bíliga til sølu. Tlf. 252623 Ymiskt MÁLNINGAR TIL SØLU Tveir Jógvan Waagstein-málningar frá uml. 1930 til sølu til hægst bjóðandi. Tlf. 317169 KØKUR Brúktur køkur til sølu, væl egnaður til grovkøk. Tlf. 721888/503522 INNHURÐAR 3 brúktar KOTO innhurðar v/karmi std. 80x210 til sølu fyri 250 kr. stk. Tlf. 444789 NOKIA 7650 Smarta fartelefonin við digital- kamera, MMS, JAVA, Bluetooth, IR- port, GPRS, WAP, raddarstýring, mail og spølum. Til sølu fyri einans 3.400,- Virkar perfekt og uttan simlock. Ring +4526275314 FARTELEFON Sony Ericsson T 300 við MP3 spælara! Telefonin hevur litskíggja, fleirtónaðar ringitónar (MIDI), infrareytt samband, WAP 2.0, E- mail, MMS, SMS, spøl o.a. (Fløga við eyka spølum fylgir við). MP3 spælarin, ið eisini kann nýtast sum »headset« nýtir Multimediacard (MMC) - 32 mb fylgja við. Kostnaður 2200 kr. Tlf. 218991 MØTAST AFTUR 20. okt. 2003 eru tað 40 ár síðani vit fermdust í Vestmanna kirkju. Skulu vit hittast aftur í Vestmanna 25. okt 2003 til eina hugnaløtu? Katrin tlf. 314793, Ebba tlf. 421142 og Sigga tlf. RADIATORUR 1,1m langur 65 cm breiður, 3 dupultur, til sølu fyri 400 kr. Tlf. 747785 eftir kl. 17 447785 INNHURÐAR Brúktar innhurðar við karmi til sølu fyri 300 kr. Ein innhurð við glasi 80x210 fyri 1.200 kr. Tlf. 449130 PÁSKAREGGJA TOMBOLA við 400 páskareggum verður í Glæmuni í Kvívík leygardagin 22. mars kl. 15.00. »Komið og vinnið nøkur páskaregg«. Eisini selja vit heitar pannukøkur v/ róma og súltutoy, kaffi/sunkist. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM-skótarnir í Kvívík NOKIA 3330 við 5 coverum til sølu fyri 1300 kr. Tlf. 319223 ÍTRÓTTARFELAGIÐ Í FUGLAFIRÐI ÍF hevur eydnuhjól og matsølu í fimleikarhøll skúlans 2. mai. ÍF MÁLARÍ Eitt málarí av Sandagerði til sølu – málað av Waagstein str. 84 x 57. Tað er málað í 1947. Fyri ikki undir 20.000 kr. Tlf. 254406 GARAGUHURÐ Garaguhurð bíliga til sølu. Ongantíð brúkt. tlf. 373739 MOTOROLA-V50 fartelefon 4 mðr, gomul til sølu fyri 2.100 kr. Nýprísur ca. 3.500,- kr. Tlf. 223930 LÍTIÐ BRÚKTUR styrkisbonkur til sølu. Stong og 80 kg. av vektum fylgja við. Søluprísur 6.500 kr. Tlf. 458111 ella 758111 GO-KART til sølu til hægstbjóðandi. Tlf. 424129 TIL SØLU Ein góð elektrisk skrivimaskina bíliga til sølu. Carrera II. Tlf. 252623 MYNDATÓL TIL SØLU 11/2 ára gamalt, lítið brúkt Minolta 505si myndatól við blitsi, eini Tamron 28-300 mm. aspheriskari linsu og einum nýggjum, óbrúktum stativi til sølu. Nýprísur 13.500 kr. til sølu fyri einans 7.900 kr. Tlf. 260590 FLYTTEGODS TIL DANMARK Er der nogen der skal have flyttegods ned til DK (Jylland) Jeg sejler ned med bil d. 10. april, skal du have noget med så mail til mig. Så finder vi ud af noget. miriam@dekostovan.fo LOPPUMARKNAÐUR Loppumarknaður verður í VB- húsinum leygardagin 22. mars frá kl. 14.00 til 18.00. Lutir, IKKI KLÆÐIR, kunnu latast inn fríggjakvøldið 21. mars millum kl. 18.00 og 19.00. Møguleiki er eisini fyri at fáa lutir heintaðar. Ringið tlf. 224168 ella 221454 www.sosialurin.fo Føroysk grundlóg Mannbjørn Jacobsen Í Sosialinum fyri 13.mars og í Fregnum sama dag, er eitt full- fíggjað uppskot um nýggja før- oyska stýrisskipan framsett av einum, sum sigur seg vera lim í Norðuratlantsbólkinum í Fólka- tinginum. Havi eg skilt rætt, so er ætl- anin heilt at umskipa núgaldandi val og stýrisskipan, so tingini verða tvey. Eitt landsting, nú- verandi løgting, valt í einum valdømi um alt Føroyar og eitt ráðgevandi kommuting, valt sum núverandi løgting úr øllum kommunum, sum verða færri, 7- 9 sigur maðurin. Av kostnaðar- ávum skal landstingið minkast í umboðstali frá núverandi um 32 til 20-25 limir, kommutingið, ráðgevandi tingið, fær 7-9 limir, eitt umboð fyri hvørja stór- kommunu. Øll hugsanin aftanfyri hesa ætlan er, meiri sjálvskilt enn úttalað, at styrkja økismenning, styrkja kommunurnar í mun til miðstaðarøkið, í hesum sam- bandi, ella haravtrat, at skilja betur millum landsmál, sum ikki verða útgreinað, hvørji tey eru, frá kommunumálum, sum verða sett upp móti landsmálum. Skilt er, at kommunustødd- irnar eru frá áðrenn politiska tíð, við ringum ferðasambandi og ringum tíðindasamskifti. Onnur undirliggjandi hugsan undir uppskotinum, tað ljóðar sum okkurt fyrr hoyrt, er, at Føroyar eru so lítlar, bara 48.000 fólk, 48 kommunur eru, sum eru ov nógvar. Kommunulisma Hugsanin er so, at at fáa eina tvígongu (dikotomi) í, so nýggja løgtingið, landstingið, bara fæst við landsmál, kommunutingið, ráðgevandi tingið, eisini nevnt økiskamarið eftir týskari fyri- mynd, bara fæst við kommunu- mál. Henda tvígonga er ikki helt fullfíggjað, uttan bara annan veg, frá landstinginum, so kommunutingið, sum er valt sum núverandi løgting, bara skal vera ráðgevandi, kann seta upp- skot fram fyri landstingið, lut- taka í nevndum har eftir egna vilja, alt uttan atkvøðurætt. Ein klausulur er tó, at kommunu- tingið kann krevja, at eitt avgjørt mál í landstinginum kann takast upp aftur til eina fjórðu viðgerð, um kommunutingið heldur ov lætt verða farið um helst. Hetta líkist skipanini við enska yvirhúsinum fyrr, her í skapi av einum undirhúsi, tá teir kundu seinka viðgerðum í und- irhúsinum í Stórabretlandi, men eins og har uttan veruligt vald. Sjálvt ráðgevandi tingið í uppskotinum er ikki søguliga nýtt fyri føroyingar. Tað er løgtingið frá 1852 og fram móti heimastýrislógini í 1948, tað ráðgevandi løgtingið við amt- manninum sum formanni, tá ráðgevandi fyri danska ríkis- dagin, nú fyri nýggja føroyska løgtingið. Aðrar fyrimyndir fyri kommunala ráðnum kunnu sjálvandi vera stýrisskipaninar í smá og pinkustatum kring um í triðja heiminum við somu trupulleikum sum føroyingar, fyrrverandi hjáland við ógreið- um valdsviðurskiftum til fyrr- verandi hjálandaveldi. Hesi eru í flestu førum víðari áleiðkomin enn føroyingar á fullveldisleið, ofta orsaka av ymiskari fólka- samanseting, har ein partur av fólkinum er frá hjálandaveld- inum. Nógv av hesum hava ikki vanliga fólkaræðisliga skipan, men hjálandaveldið ella ríkis- umboðsmaðurin velur ein part av tinginum, sum ofta eru tvey, eitt vanliga fólkavalt, og eitt um- boðsmannating ikki vanliga valt, ella bara lutvís vanliga valt, ikki við avgerðarrætti. Ein hugsan við hesum um- boðsmannatingum, uttan fyri vanliga fólkavalda tingið, er ofta, at umhvørvið verður hildið betur at kunna verjast við umboðan beinleiðis uttanum fólkavalda tingið. Hetta er kanska við í hugsanini um ráð- gevandi tingið av kommunum. Ein onnur fyrimynd kann kanska verða óheft ráð niðri, t.d. stjóranevndir (direktoratir) ikki beinleiðis undirløgd statin, við egna avgerðarætti. Fyrimynd kann sjálvandi eisini bara verða tikið nærri frá veiðumentanum í Norðurnoreg og Norðursvøríki hjá samum og hjá grønlendingum, indianum í Amerika, har siðbundin ráð eru á fólkaættarstigi. Hetta hildu føroyingar seg vera komnar framum. Hesi eru komin meir í avgerðarlut við størri trupul- leikununum av umhvørvisdálk- ing frá altjóða samfeløgunum sum verulig umboð fyri bú- staðarfasta staðarfólkið. Nakað vanligt fólkaræði er tað ikki. Miðstaðarøkið Hugsanin valdspolitiskt er at styrkja kommurnar, so tær eru førar fyri at loysa sínar upp- gávur umframt ikki nærri nevnd økir løgd út kommunalt. Sum er, eru fleiri heilt smáar kommunur, sum ikki eru førar fyri at loysa vanligar uppgávur, so størri gera tað fyri tær ella landsfyri- sitingin. Hetta verður nevnt dup- ultfyrisiting, sum verða hildin vera dýr. Henda dupultfyrisiting førir í veruleikanum til miðsavnan, tí mál løgd út til smáu kommun- urnar verða av ómegnd teirra avgjørt miðsavnað. Nógv av hesum verður mett loyst við størru kommunum við størri fyrisitingarførleika, ein vansi verður nevndur í at tær størru komunurnar eta tær smáu. Minni verður hoyrt frá teimum. Hetta uppskot fer at føra allan komunalpolitikk, stóran part av føroyskum politikki, avvegis í eitt ting, annað kamar eisini nevnt, líkt fyrsta kammari, ella yvirhúsinum í øðrum londum, við viðgerðarrætti uttan at- kvøðurætt. Landsmál, sum aftaná allar útleggingar av mál- um kring um í Føroyum, mest verða at kalla landsbankamál, peninga og fíggjarmál í umloypi og útgjalding, verða eftir í nýggja løgtinginum. Greiður yvir, at kommun- urnar landspolitiskt beinleiðis eru uttanfyri, sigur uppskot- stillarin, at hetta rættar seg við, at 1/2 av føroyingum búgva utt- anfyri høvuðsstaðarøkið, so teir, nú allir tingmenn i landsting- inum viga líka, fáa nóg nógv at siga. Undirskilt undir stytt end- urgivnu próvgrundgevingini í bløðunum er, at tað er gott, at alt verður mest møguligt lagt út kommunalt, nógv talan er um, er uppløgd høvuðsstaðaruppgáva t.d. miðumsiting av sosialfor- sorg, um sjálvandi ikki neyðugt tað. At bygdirnar ráða mest møguligt í mun til høvuðsstaðin, ella heilt ráða yvir honum. Ein kemur til hugs, hvat vit skulu við einum høvuðsstaði, sum hjá okkum enntá ikki so frætt sum liggur til natúrlig havna- og harvið vinnuviðurskiftir, tá burtur verður sæð frá traðar- brúki. Samfelagsmenning Sjálvandi eru kommunustødd- irnar nógv søguliga, samfe- lagsliga tingaðar, men tær eru eisini natúrligar i flestu førum, um ein stóran fjørð, natúrlig frástøða til næstu bygd, firðir ímillum. Nógvir møguleikar eru avtrat, at gera sjálvberandi natúrligar menningareindir í virðing fyri minnu bygdunum. Nógv er gjørt í samanleggingum og ikki minst felagskommunum, bara at leggja saman yvir fjøll og firðir uttan metan av fólki og siði, bara tí eitt tal sigur tað, er tilvildarligt. Tað framheldur bara til bara ein kommuna er. Føroyar er ikki ov stórt til tað. So er ongin siðakend, findug uppbýting av okkara landi longur, uttan kanska sýðslurnar. Eitt løgting uttan beinleiðis botnfelling í økjunum, verður altjóðakent, meginparturin av uppgávunum eru millum lond, onki natúrliga frá økjunum longur, reint professjunelt. Eitt livandi ískot í tingarbeiðinum er politikkarir uppvaksnir í politiskum lívið á bygd, umboð- andi stætt er eisini at samabera við, sum seinni verða lands- politikkarir. Hesir enda nú í ein- um ráði uttan atvøðurætt í løgtinginum, bara viðarbeiðandi og viðmælandi, ella mótmæl- andi. Eitt løgting sum eitt lands- ting, orðið landsting er mítt, verður mannað av professju- nellum fólki, bara arbeiðandi við stýrandi fíggjar og pen- ingamálum sum ein tjóðbanki, onki beinleiðis í landinum sjálvum, kunnu sostatt eins- mikið verið IMF serfrøðingar. Náturliga viðskiftafólk teirra verða veik í Føroyum, sterk uttanlanda, Í Føroyum bankar og virki og stovnsleiðarar, utt- anland danska stjórnin, danski tjóðbankin, danskir fíggjar- stovnar og Brússel. Uppgávurnar í Føroyum eru lítlar, tí rákið við einskiljing, privatisering av almennari ogn, framheldur um politiskt mark, so av tí verður nógv minni at umsita og stýra alment við. Sagt verður flott, at betur tíð er at umboða politiska hugsan, hugfrøðisliga skilst (søk), ikki bygdamál, lokalmál. Hug- myndafrøðisligir flokksar hava higartil havt røtur í økjum, í bøndum á landinum, lands og býararbeiðsmonnum og kvinn- um, lærdum og handils og pen- inga, fíggjarfólki í býunum. Uttan hesi tykist hugmynda- frøðin íneyðug. Bygdaáhugamálini, sjógv og land, verður hjá okkum so um- boðað í einum ráðgevandi løg- tingi av kotamonnum, sum uttan atkvøðu kunnu fjølmarga lands- tingsnevndir, seinka málvið- gerðum, tá teir hava hug, undir- lagdir náði einum landstingi, við drotningini sum evsta hatta- gongu møguleika, fyrr í tíðini konganum. Aftanfyriliggjandi hesum uppskoti av hernaðarráðiligum (taktiskum) slag er at gita. Kanska er tað undir fullveldis- tíð, at ganga øllum (samband- inum) á møti, tað sæst í upp- skotinum, at spara tingmanna- lønir. Kanska er tað eisini bara læra av kreppuárunum síðst í 1980 árunum, tá ómiðsavnað, ó- stýrt vald, at vísa seg, rendi peningaskipanina á heysin alla. Greitt er, at uppskotið um 7-9 kommunur førir til at bara eitt menningarøki verður í stórur oyggjum, um enn útviklings- møguleikarnir av náttúru eru tveir, td. Vágoyggin, Suður- oyggin. Betur uppskot er her 10- 12 kommunur, so smærru ganga inn í størru næstu, størri umsit- ingareind verður oyggjakomm- una, ella felagskommuna, er í nógvum førum longu, at siðkent annað ting verða gomlu sýsl- urnar umkring søguligu tingini, og ikki at millum ein triðing og ein fjórðing av tinginum verður ikki vanliga vald, við ikki vanligum avgerðarluti.