leygardagur 29. juni 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrrdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Kalmar Lindenskov
ljósmyndari
Sildin
Saman við tvgstinum og spiki-
num man sildin vera besta fød-
sla, hugsast kann at fåa ur
havinum — helst hin besta
yvirhøvur.
Hon hevur eisini i øldir verið
bjargingin hjá mongum stran-
dasamfeløgum, sum mangan
lagadu alt teirra vinnuliga virk-
semi eftir teimum regluligu og
sera tidarføstu rendum, sildin
hevði móti strondum teirra.
Hóast rættuliga ójavna gongd
á okkara leiðum seinnu árini,
so hevur sild eisini verið veidd
á føroysku firðunum so leingi
nakar minnist, og var hon frá
seinnu víkingatíð og langt upp
í hanseata tíðini, tá teirra salt í
Norðurlondum kom at gera
sama undurverk, sum nútíðar
frystiútgerðin hjá okkum í dag,
ein hin mest týðandi útflutn-
ingsvøra norðbúgva.
Hjá okkum sjálvum var silda-
fiskiskapurin við gørnum øll
fimti- og seksti árini ófort íkast
til landshúsarhaldið, og so
góðar vóru vónirnar til henda
næstan »étømandi« stovn, at
|
“
farið varð eftir henni við
veldugum nótaflota, so effek-
tivum sum eingin áður droym-
di um.
Og væl gekk, inntøkurnar
sprongdu øll mørk og vóru ikki
yvirhálaðar fyrr enn rækju-
ævintýrið kom í hæddina —
men bráddliga var sildin horv-
in.
Hví, eru menn ikki bara heilt
samdir um, men ikki ósamdir
um, at veiðan var vorðin ov
stór, at markið fyri møguligari
stovnsendurnýggjan var rokk-
ið.
Sildin varð friðað, veiðibannið
kanska meira virt av okkum,
enn teimum grannum okkara,
sum enn fingu hana inn í firðir-
nar, men samanumtikið so
frægt vard hesi uml. 20 sein-
astu árini, at hon aftur sæst
bragda.
At tann tilvirkingarídnaður og
tann marknaður, sum tá var til
at fáa hesa fråliku fødi út til
brúkaran í keyparalondunum,
ikki er til longur, tí hann við
horvni sildini mátti leggja um
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Utgevari: — P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
Prent: P/f Pressan 1981 Telefon
til aðrar framleiðslur, er sjålv-
sagt stórt spell, nú aftur ber til
at veiða sild í smáum.
Fødsluvirdid í sildini, sammett
við annan fisk ella fødi, gerst
ikki upp í krónum og oyrum og
ikki er væntandi, at vit í næstu
framtíð røkka einum sildaprisi
samsvarandi hesum virði, men
hóast tað er helst góð framtíð
fyri sildini.
Sjálvir eiga vit víðan part av til-
haldi hennara, sjálvir kunnu vit
veiða og virka hana, men mál-
ið er aftur at fáa markna fyri
henni.
Hvussu hetta gerst, vita polit-
ikkara og selufólk betur, men
skal vón vera fyri at tað eydn-
ast, má sami dentur leggjast á
skilagott samstarv yvir sjó- og
landamørk, sum sýnt varð, tá
rættuliga góðu fridingartiltøk-
ini á sinni vórðu sett í verk.
Verandi millumtjóðasamstarv
um verju av sildini má onkurs-
vegna kunna mennast til eisini
at fevna um bestu nýtslu av
teimum nøgdum, aftur semja
fæst um at veiða.
Bústaður: Argjavegur 26
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
Laksurin er eitt og royndirnar
av altjóða samstarvinum um
hann kenna vit, men týdning-
urin av hesum fiski kemur
ongantíð nær í námind av tí,
sildin aftur kann gerast, fara
vit undir hetta í felag og við
skili.
Sildin má í øllum fórum aldri
aftur veiðast til ídnað ella aftur
verða brúkt at brenna í verk-
smiðjuskorsteinum. Til tess er
hetta havsins silvur ov dýra-
bært.
mm sosigaley
Limaskap áðrenn
.. z .
sjålvstyri
Dagblaðið skrivar, at tað
ráddi um hjá Sambands-
flokkinum at reka Feroyar
inn í EF áðrenn ríkisrætt-
arliga steða okkara verður
broytt:
Herfyri blakaði Sam-
bandið hamin og for-
maðurin tók avgjerda
stødu fyri limaskapi i
EF — vegna allan flokk-
in. Einasta veruliga
grundgeving var, at vit
»måttu verða fyrr i EF
enn Noreg«, utfrå hes-
um metti Sambandið, at
vit kundu fåa avgjørdar
fyrimunir i avtalum um
sølu av fiski til EF,
fram um Noreg og t.d
Island.
Men veruliga orsøkin
liggur sum vera man
'<
„<<
„3
ro : LÍ S
aðrastaðir. Danska Utt-
anrikisrådid hevur al-
ment boðað frá, at Fer-
oyar als ikki kunnu ger-
ast sjålvstødugir limir í
EF við verandi ríkis-
rættarligu stødu. Ti
hastar tað hjá Sambndi-
num at reka Feroyar
inn í EF, áðrenn nakar
fer at pilka við og møgu-
liga broyta okkara rikis-
rættarligu stødu.
Imeðan hava vit so
fingið eina handilsav-
talu við EF. Hon er góð
og kann gerast enn bet-
ur. Og meira enn tað:
Við hesi avtalu er nú als
einki, sum talar fyri for-
oyskum limaskapi í EF,
heldur tverturímóti.
-—
- vv
-
Allar sakir
skulu fram
Oyggjatidindi skriv um
læknan, sum fekk bot fyri
mistak. Blaðið heldur, at
tá hetta eina málið verður
tikið fram, skulu eisini øll
líknandi fram í ljósmálan:
Men nú hesin læknin
varð demdur, var tað
kanska heldur ikki nak-
að legið kortini. Hann
er — vita fleiri — for-
fylgdur av ødrum lækn-
um á Landssjúkrahúsi-
num. Og ikki óvanligt
er at læknar spilla aðrar
læknar út fyri sjúkling-
um. Og tá man tað so
bara vera evund sum
liggur til grund.
Og tá er heldur ikki
langt til óndar tankar
sum forfylging.
Vit fara ikki her at
verja nakran lækna fyri
í ósketni at hava verið
orsekin til deyða ella
annan likamligan
skada. Vit vilja bara
hava at allar slikar sak-
ir koma fram, og ikki at
summar fara ut vid
svellum og eðrum
óhugnaligum, sum
hendir á Landssjúkra-
húsinum.
Vit vita bara at hesin
dømdi, seki og dugna-
ligi læknin ikki kann
vera tann einasti á
Landssjúkrahúsinum i
Havn sum kann gera
mistøk. Lat okkum ti
fáa alt fram í ljósmaála,
og ikki bara ganga og
finna syndabukkar til
åvis mál.
Ongin kann fola seg
tryggan eftir hendan
dóm, og aldeilis ikki tá
vit vita um onnur dømir
ið ikki so frægt sum
verða kannaði.
Skelkandi tel
Tað eru skelkandi tøl at
lesa í júst útkomnu
ársfráðingini hjá Húsa-
lánsgrunninum.
Terminseftirstødan er
tvífaldað eftir fýra
árum. Eftirstødan er nú
stívliga sjey milliónir.
Av tílíkum orsøkum
noyðast eisini alt fleiri
at fara frá húsi og
heimi. Í mong ár hava
eini fimm sethús verið
seld á tvingsilssølu. Í
1989 kom talið upp á
10 og í fjør heilt upp á
35. Stjórin í Húsaláns-
grunninum óttast fyri,
at talið verður ikki langt
niðan fyri hálvthundrað
í ár.
Stjórin í Húsaláns-
grunninum er heldur
ikki bangin fyri at siga,
hvor ábyrgdina hevur.
Nevniliga peninga-
stovnarnir, sum bein-
leiðis hava yvirfíggjað
sethús í kappirenningini
um viðskiftafólk. Nú
kemur hetta okkum
øllum aftur um brekku.
Júst hetta hava vit
skrivað síður upp og
niður um og mong
onnur ávarðaðu eisini,
men tað var sum at
sletta vatn á gás.
Vónandi eru peninga-
stovnarnir vornir eitt
sindur klókari av hesum
dýra mistaki