leygardagur 29. juni 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
177 9
1007
IF Í
Før nidur
| at ferðast
- fekk nýrasjúku og hevur nú verið
innløgd í 10 mánaðar á Rikishospi-
talinum, tí hvórki Landssjúkrahúsið
ella Ríkishospitalið hava nakað
annað at bjóða sjúklinginum
Tað er gott at búgva í Før-
oyum í hesum summar-
døgum. Tað kunu øll vera
samd um.
Tað er tó ikki øll sum
kunnu taka støðu til, hvort
tey skulu vera heima ella
ikki.
Ein teirra, sum ikki
sleppur heim aftur á klett-
arnar, er Ingeborg Rubbek-
sen. Hon hevur ligið á
Ríkishospitalinum í slakar
10 mánaðar, heilt einfalt
av teirri orsøk, at eingin
veit, hvar hon skal fåa
innivist og viðgerð i Før-
oyum.
Tå Ingeborg Rubbeksen
fóru til Danmarkar at vitja
eina brekaða dóttur, sum
býr í Næstved, gjørdist
hon sjúk og varð innløgd á
sjúkrahúsið í Næstved og
seinni á Ríkishospitalið.
Fekk nýrasjúku
Læknarnir har staðfestu,
at Ingeborg hevði fingið
nýrasjúku. Hon fekk neyð-
ugu viðgerðina og er nú
dialysusjúklingur. Einasta
orsøk til at hon enn er á
Ríkishospitalinum, er tann,
at Landssjúkrahúsið hevur
sagt seg ikki vera ført fyri
at taka móti dialysusjúk-
linginum.
Ingeborg Rubbeksen
fekk tí hørðu lagnu, at hon
gjørdist lamin bert 50 ára
gomul, og hevur sitid í
koyristóli síðani.
Hon er nú 64 år, og hev-
ur higartil búð heima í
Havn, fingið neyðugu
hjálpina, og eisini verið á
Láargarði triggjar ferðir
um vikuna í ítriv-stovuni
har.
Í 1988 gjørdi eg eina
grein um bussin hjá MBF,
sum m.a. hevur til upp-
gávu at koyra fólk til við-
gerð 0.a., sum sita í koyri-
stóli.
- Tá var gott
summarveður, og Ingeborg
Rubbeksen var fegin um at
sleppa út, hóast tað skuldu
tveir sterkir mans til at
CISINI
bera hana í koyristólinum
gjøgnum trappur út í buss-
in hjá MBF.
Tá gekk leiðin á Láar-
garð, har tey hugnaðu sær
saman í ítrivinum, spældu
kort, prátaðu o.s.fr. Lívið
hevði innihald, hóast brek-
ið og Ingeborg Rubbeksen
var í góðum hýri
Bústað á 13 hædd
- Nógv ímillum tá, sigur
Ingeborg Rubbeksen, nú
vit prátaðu í telefon mill-
um londini.
Hon liggur á 13. hædd
á Ríkishospitalinum, og
hóast hon er dialysusjúk-
lingur, og bert er har, tí
eingin veit, hvar hon
annars skal vera, hevur
hon kotini ikki heilt mist
mótið.
- Eg kenni meg væl, eri í
dialysu tríggjar ferðir um
vikuna, men annars havi
eg ikki fyri neyðini at vera
í Danmark.
Trupulleikin er, at eg
búgvi á 13. hædd, og ikki
sleppi út fyri dyr. Tað er
møtumikid at liva so leingi
i sjuikrahåsumhvørvi, og
serliga tå ein ikki veit,
hvussu utlitini eru fyri at
sleppa út hidani.
- Eg vil so fegin sleppa
heimaftur, og hóast eg havi
roynt at spurt meg fyri, so
er eingin, sum veit at siga
mær, hvat skal henda.
Eg fekk bræv frá Norder-
ø, yvirlækna, sum ikki
skrivar nógv. Bert tað, at
ongir læknar eru í Føroy-
um, sum hava skil fyri
nýrasjúkum, og at eg kundi
verða innløgd á Lands-
sjúkrahúsið í 14 dagar,
men ikki meir.
búgva heima
- Tað er tað sama sum at
nokta mær at koma heim-
aftur, tí eg kann ikki búgva
heima meira, tað veit eg.
Hvar skal eg so fara, spyr
Ingeborg Rubbeksen?
- Hóast liviumstødur við
nýrasjúkuni eru hampu-
ligar, so hevur uppihaldið
á Ríkishospitalinum givið
aðra fylgisjúku av óvissum
um framtíðina: Ingeborg
Rubbeksen hevur nú fingið
magasár.
- Tá eg ikki kann koma
]
á
heimaftur, hvat er so í
væntu? Hevði eg bert vitað
mær okkurt, so kundi tað
kanska bøtt um heilsuna.
Hevur tú ikki tosað við
læknarnar á Ríkishospi-
talinum?
- Jú, men teir vita sær
heldur eingi ráð.
Maðurin Ejler Rubbek-
sen sigur við Sosialin, at
læknarnir á Ríkishospit-
alinum hava sagt honum,
at eingin peningur er til at
Ingeborg Rubbeksen
hevur sitið í koyristóli í
14 ár, men kortini vóru
umstødurnar heima so
góðar, at hon slapp út í
fríska luft, og hitti fólk á
Lágargarði. Bilførarnir
á MBF bussinum syrgdu
fyri flutninginum
fáa Ingeborg uppihald utt-
an fyri Ríkishospitalið.
Ejler Rubbeksen: -
Heilsan er ikki góð hjá
Ingeborg, og trupulleikar
eru eisini, tí hon er lamin.
Vit hava roynt alt sum
hugsast kann, at skaffa
henni annað stað at búgva,
ella at fáa hana heim til
Føroya.
Læknarnir siga, at tad
vanliga ikki eru trupulleik-
ar vid nýrasjúklingum,
men at tað er eitt sindur
ødrvisi við Ingeborg, av ti
at hon frammanundan er
brekad.
Noydist at trúgva
læknunum
Eg veit ikki, hvussu tað
skal skiljast, og noyðist
bert at trúgva teimum.
Tórbein Rein, leiðari á
medico-teknsiku deild á
Landssjúkrahúsinum, sigur
Framhaid á síðu 13
Ingeborg Rubbeksen: -
Eg búgvi á 13. hædd á
Ríkishospitalinum, og tí
sleppi eg ikki út fyri dyr.
A myndini Ingeborg
Rubbeksen í urtagarð-
inum heima í Havn