Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Target 2000 Great Commission TorchRun Kyndlarenningin »Target 2000«, sum byrjaði í Ísrael fyri trimum árum síðani, er nú eisini komin til Foroya. Kyndlarenningin byrjaði Í gjár Nr. 121 — 29. juni 1991 Fyrstu rennararnir byrjaði í gjár renningina úr Mykinesi, Fugl- 0y, Svínoy og Eiði. Málið er at renn til Havnar vid kyndlunum, har tiltakið endar við stórari missiénsstevnu í fýra dagar Í hesum døgum renna yvir 200 persónliga kristnir før- oyingar kring landið við einum kyndli. Hendan ótraditionella kyndlarenningin — hon hevur heitið >Target 2000< — hevur til enda- máls at eggja trúgvandi at viðurkennast Harran Jesus, at fáa fleiri hundrað ung, at fáa trúgvandi at biðja fyri veking í sínum heimstaði og at birta nýggjan gleði og nýggjan spenning fyri evangeliser- ing bæði úti og heima. Hóast hendan kyndla- renningin er fyri Føroyar burturav, er hugskotið komið uttan úr heimi. Ferðast í trý ár Fyrsti kyndilin varð endraður á Oljufjallinum í Ísrael páskamorgun fyri trimum árum síðani, og síðani hevur eldurin breitt seg um at kala allan heim, og nú standa so Føroyar fyri tørni. Kyndlarenningin byrjaði seinnapartin í gjár í fýra stóðum í Føroyum - Mykinesi, Fugloy, Sumba og Eiði — og verður endað við einari stórari missións- stevnu í Ítróttarhgllini á Hálsi og á fótbóltsvgll- inum í Gundadali, sum byrjar hósdagin 4. juli og endar sunnukveldið 7. juli. Umframt kyndlarenning- ina er eisini annað í gongd. Fólk frá felagsskapinum YWAM — Youth With A Mission — arbeiða eisini við at gera rennifjalabreyt- ina í Gundadali klára til nýtslu aftur. Á einhvgnn hátt skal breytin brúkast á stevnuni. Higartil eru meira enn 200 rennarar til reiðar at vera við í renningini, men fyrireikararnir vænta og vóna, at fleiri koma við. Tey, ið hava áhuga fyri at vera við, kunnu boða frá hesum við at ringja tlf. 10109 ella skriva til YWAM, Postsmoga 1227, 110 Tórshavn. hj. 20 heimaskipa og tveir skipsferarar al Fyrrapartin hósdagin fingu 20 heimaskiparar og tveir skipsførarar prógv handað á Føroya Sjómansskúla í Havn. Hetta hendi á samkomu á skúlanum, har eisini róður vórðu hildnar. Teir 20 heimaskipararnir eru hesir: Aksel Johan Larsen, Tvgroyri, Birgir Andreassen, Havn, Niclas Petersen, Havn, Asbjørn Sveinn Kjærbo, Skopun, Dånjal Jåkup Vilhelm, Havn, Torgeir Leander Jo- hannesen, Havn, Helgi Andrias Davidsen, Æðu- vik, Brandur Højgaard, Saltangarå, Hans Martin Høj, Havn, Rúni Sumberg Andersen, Havn, Jón Heð- in Joensen, Skopun, Hern- ing Simonsen, Sørvågi, Bergur Eliasen, Havn, Dånjal Jacobsen, Havn, Térhallur Stakså, Havn, Brandur Nólsoy, Havn, Johnny Vestergaard, Havn, Magni Durhuus Olsen, Skála, Jógvan Páll Olt-Jacobsen, Sørvågi Og Heri Poulsen, Havn Av hesum fingu Rúni Sumberg Andersen, Hans Martin Høj, Jón Heðin Jo- ensen, Dánjal Jákup Vil- helm, Tórhallur Staksá og Jógvan Páll Ole-Jacobsen heidurslønir. Teir báðir skipsføraram- ir, 13 eisini fingu prógv hósdagin, vóru Jógvan Jo- ensen, Oyrarbakka og Hávard Dahl, havn. Báðir tveir fingu heidurslønir hj. Teir báðir skipsfórar- arnir. Mynd: Diml./gip --tín trygd fyri góðsku! I = | < É HJ. Michelsen | Handan á 6,'Tørshavn tif. 1.4414 — fax 1.8045