týsdagur 2. juli 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- -
Fåa vit eina vanliga MOMS-skipan i Føroyum,
er vandi fyri, at nógv fleiri fara at arbeiða
SVART
Síða 3
Fara vit eftir høvdinum niður í eina vanliga
MOMS-skipan er stórur vandi fyri, at ein enn
stórri partar av arbeiði fer uttan um skatta-
skipanina, sigur Jens M. Poulsen, skattas-
erfróðingur, sum heldur, at fólk skulu fáa loyvi
til at draga ein part av eittnú viðlíkahalds-
útreiðslum frá skattinum.
Siga vit, at vit fáa ein 20%
MOMS-skipan á allar
vørur og tænastur, vil hetta
samstundis siga, at hesar
verða 20% dýrari. Hetta
vil aftur siga, at tað verður
20% dýrari at umvæla
eittnú húsini. Hetta fær
fólk at aftrat seg enn meira
við at biðja handverkara til
ut gera hetta arbeiði fyri
vanligan prís. Tá er
freistandi at avtala ein
svartan prís og lata pengar-
nar í hondina.
Í slíkum føri hevur
húsaeigarin fyrimun. Ar-
beiðið verður bíligari,
hann sleppur undan
mom si.
Handverkarin hevur eis-
ini fyrimun. Hann sleppur
undan skatti.
Stóru tapararnir eru
lands- og kommunukassin,
sum ikki fáa eina einastu
krónu. Landskassin slepp-
ur kanska enntá at lata tí
"arbeiðsleysa" handverk-
aranum pengur úr ar-
beiðsloysiskassanum á
Almannastovuni.
Loyva frádráttum
Hesin spurningurin verð-
ur nógv umtalaður í
grannalondum okkara.
Í Danmark hevur Dag-
blaðið Børsen gjørt eina
kanning sum vísir, at nógv
flestu danir kundu ynskt
svart arbeiði har piparið
grør. Men fyri at hetta
kann lata seg gera, vilja
teir avtaka momsin á við-
líkahaldsarbeiði og aftur
loyva skattafrádráttum í
samband við tílík arbeiði.
Hetta hevði havt við sær,
at fleiri høvdu bíðið
handverkarar til umvæling-
ararbeiði, harvið komu
fleiri í arbeiði, og staturin
fekk fleiri krónur í kassan,
og minni var at gjalda út
av arbeiðsloysiskassanum.
Samanumtikið ein vinning-
ur fyri samfelagið alt,
halda danir.
-Gera vit ikki okkurt nú,
fer bert ein alt stórri partur
av fíggjarligu ringrásini
uttan um statskassan, og tí
kunnu vit ikki liva við
sigur Lars Jørgen Nielsen
frá danska handverks-
meistarafelagnum.
Føroyskur momsur
I Føroyum er Tollstovan
farin undir at fyrireika
okkum til eina moms-
skipan.
Jens M. Poulsen, fyrr-
verandi leidari å Likning-
ardeildini í Havn, og nú
skrivstovustjóri á Býráð-
num heldur, at vit eiga at
vera sera varin við at fara
eftir høvdinum niður í eina
momsskipan, sum hann
tekur til.
Hann óttast fyri, at enn
fleiri fara at arbeiða svart,
og at landskassin fær enn
færri inntøkur. Hann held-
ur, at vit eiga at lata ein
frádrátt uppá ávísa upp-
hædd til eittnú umvælingar
til hús, og møguliga at
halda okkum frå, at leggja
moms á húsaumvælingar.
Væl at merkja upp til eina
ávísa upphædd móti skjal-
prógvi.
I fyrsta lagi hevði hetta
merkt, at landskassin ikki
fekk inn hesar momspeng-
ar og haraftrat eitt sindur
minni í skatti.
Hinvegin komu allar um-
vælingalønirnar til skatt-
ingar, og fleiri fingu
arbeidi. Og tå fleiri fåa
arbeidi, verdur minni at
gjalda út hjá Almanna-
stovuni, sigur Jens M.
Poulsen. Ein annar fyri-
munur er, at eitt sindur av
gongd hevði komið aftur í
byggiidnadin.
Jens M. Poulsen heldur
ikki at ein tilik frådråttar-
skipan og moms fritøka å
åvisum tænastum skapar
stórri umsitingarkostnað.
Hesin sæst ikki aftur í
øktum inntøkum, heldur
hann.
-Vit fara alt ov lítið eftir
teimum tungu problem-
unum í mun til at renna
eftir smásyndarunum,
sigur Jens M. Poulsen,
skattaserfréðingur.
Jóngerð Purkhús segði
av ungsins rgðarapalli, tá
hon var fíggjarmálaráð-
harri, at einar 800 milliónir
ganga skattafríar í før-
oyska samfelagnum.
Jens M. Polsen vil ikki
vátta ella avsanna hetta tal,
men hann ivast ikki i, at
talið er stórt.
-Vit fara alt ov lítið eftir
teimum tungu problemun-
um í mun til at renna eftir
smásyndarunum. Hetta
kunnu vit ikki loyva
okkum framyvir, heldur
Jens M. Poulsen fyri. tór.-