Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Politisku speku- lantarnir taptu Martin Djurhuus varð fullkomiliga frikendur fyri allar ákærur í rættinum mánadagin. Hann varð vinnarin. Taparar vórðu teir sum hava brúkt hetta mál til grova politiska spekulatién Sum greitt frá aðrastaðni í blaðnum, lat grann- skoðarin Jógvan Joensen Landsstýrinum eitt eintak av frágreiðingini um tað sum hendi á Menningar- grunninum í 1988-89. Og onkur "kelda" í Lands- stýrinum lat Óla Breck- mann, blaðstjóra, vita hvat stóð í henni. Hetta er ivasom fram- ferð í sær sjálvum. Enn meira ivasom verður hon, tá endurgevingin av skjøl- unum er so ófulfíggjað, so snarað og so tendensigs sum greinin í Dagblaðnum var. Einki verður nevnt um hví mistgkini vórðu framd og einki verður nevnt um at nevndin var fult vitandi um og tók undir við tí ið fór fram. Hinvegin hevði Dagblaðið "frætt úr Tinganesi" at Martin Djurhuus hevði "blandað fleiri tíggju (møguliga hundrað) túsund krónur av inngjøldum til grunnin upp í sín egna, privata økonomi”. Hetta er bein- leiðis ósatt. Pengar hjá grunninum vóru fluttir á konto hjá Martini, men teir blivu ikki á nakran hátt blandaðir upp í hansara egna økonomi. Einki navn Vanligt er tá Dagblaðið hevur greinir av hesum slagnum, at eingin leggur navn til. Hesaferð stóð kortini Ó.B. undir. Harafturímóti fekst ikki at vita hvør hevur borið honum "tíðindini". Bert, at tað var ein "kelda" i Tinganesi. Politisk spekulatién Martin Djurhuus hevur ikki somu politisku hugsan sum Óli Breck- mann og "Keldan". Tí var endamálið við greinini heldur ikki at upplýsa um málið, men at nýta tað til grova politiska spekulatión. Hóast málið ongantíð hevur havt minsta vet við partapolitikk at gera, so var "javnaðarpamparin" Martin Djurhuus eitt "gott Embætismisnýtsla? Martin Djurhuus fylt privatkonto! Við peningi hjá Menningargrunninum, skilst! Við politiskum vinning" fyri eyga hunddálkaði Óli Breckmann Martin Djurhuus við hálvum sannleikum og lygnum dómi um hvussu summi klintra til tops eftir partapolitiska stiganum". Hann var "eitt slíkt for- stýrað høvd sum freistast til at billa sær inn, at teirra sosialistiska upp- fatan av sær sjálvum sum forvaltarar av samfelags- virðunum eru einstýðandi við teirra persónligu áhugamál". Boomerang Men nú er so Martin fríkendur. Hann hevur einki snýtt, eiðheldur havt ætlanir um at snýta. Teir einastu sum hava havt nakrar illar ætlanir í hesum málið, hava verið menn sum "Keldan" og Óli Breckmann. Higani skulu teir hvorki kallast pamparar ella forstýrað høvd. Men at teir eru grovir politiskir spekulantar, tað kemst ikki uttan um. Tað kemst heldur ikki uttan um, at tað í veru- leikanum vóru teir, ið taptu í rættinum mána- dagin. S-S- Eitt mistak Martin Djurhuus starvaðist í Menningar- grunninum í góð 10 år. Tað gekk væl gll árini - til hann i 1988 gjørdi eitt mistak. Uttan at vita tað Í august 1979 bað Halgir W. Poulsen Martin Djur- huus yvirtaka hjástarv sítt sum skrivari í Menningar- grunni Ídnaðarins, sum veitir lán til ymisk vinnulig endamál. Í 1980 verður starvið víðkað til eitt fulltíðar- starv, og umframt at vera skrivari hjá nevndini, stendur Martin fyri dag- ligu leiðsluni og avgreiðs- luni hjá grunninum. Tað var tá gjaldstovan ið hevði bókhald grunsins, men í 1982 verður bókhaldari settur í starv, soleiðis at tað er grunnurin sjálvur ið stendur fyri gllum peningaflytingum. Ein trýmanna nevnd tekur allar avgerðir um lánveitingar, keyp og sølu. Eisini um hvert bjóðast skal tá virki sum grunn- urin hevur stuðlað fara á heysin. Í 1989 verður Martin Djurhuus stjóri í grunni- num. Tá fær hann rætt at undirskriva vegna grunn- in, men annars er manna- gongdin tann sama: Tað er framvegis nevndin ið tekur allar avgerðir. Tvey álvarsom mistek Arbeiðið hjá Martini Djurhuus í Menningar- grunninum verður rgkt til lítar, og ongir álvarsamir trupulleikar eru. Men 27. oktober 1988 verður matvøruvirkid F.D.I. í Syðruggtu, sum Menningargrunnurin eigur pant í, selt á tvingsilssølu. Martin Djurhuus er tá í summarfrí suðuri í Sumba. Hóast hann er í feriu suðuri í Sumba ringir eitt skrivstovufólk á grunninum til hansara og spyr frá einum sakførara, um Menningargrunnurin skal bjóða ella ikki. Hon fær ikki svar frá ngkrum gørum. "Tað er í lagi", svarar Martin, sum skilir at skjótt má berast at. - "Eg keypi hasar maskinurnar". Martin meinti ikki við seg sjálvan tá hann segði hetta, men við Menningargrunnin. Men tann ið gav boðini víðari til sakføraran sum bjóðaði uppá virkið, segði at Martin Djurhuus persónliga var áhugaður at keypa. Hetta var annað mistakið. Hitt var, at at tað als ikki vóru maskinur, men bygningurin hjá FDI ið var seldur. Martin greiðir nevndini frá mistakinum, og avgjørt verður at maskinurnar (sum also framvegis vóru ogn hjá FDI!) skulu seljast víðari í Martinsa navni, og peningurin síðani flytast á konto hjá Menningar- grunninum. Hetta varð hildið vera lættari enn at selja maskinurnar av nýggjum í fútarættinum. Tí fara pengarnir fyri maskinurnar inn á konto hjá Martini. Hesum fær ein ávísur politikari frænir av. Hann heldur (ella vónar???) at svik fer fram, og Martin skundar sær at fáa tingini upp á pláss áðrenn meira hendir. Hann biður sakføraran um tvingsilssøluskjeytid - og tástani skilir hann hvat hent er: Hann hevur selt nakrar maskinur, sum hvørki hann ella Menn- ingargrunnurin áttu. Tær vóru framvegis ogn hjá FDI. Landsstýrið verður kunnað Hann greiðir granskoðara- num frá tí, og hesin skrivar eina nágreiniliga frágreiðing. Hon verður send nevndini í Menningargrunninum - og Landsstýrið fær eisini eitt avrit. Soleiðis kemur landsstýrið inn í málið. Men ávísur lands- stýrismaður letur fjøl- miðlunum skjalatilfarid, og soleiðis verður illgruni sáddur um at Martin hevur stolið pening. Stødan ger, at hann leggur frá sær sum stjóri í Menningar- grunninum. Hóast frágreiðingin ná- greiniliga lýsir málið, og hóast hvgr króna var afturgoldin av kontoini hjá Martini tá Landsstýrið fær hana, verður avgjørt í Tinganesið at málið skal meldast til løgregluna. Hetta er í januar 1991. Eingin gerðarbók í Tinganesið sigur nakað um hvussu hendan avgerð er tíkin, hvør hevur verið fyri og hvør hevur verið ímóti. Løgreglan kannar síðani málið, og avger at ákæra skal reisast. Málið kemur fyri í rættinum 2. juli, og sama dag verður Martin Djurhuus fríkendur fyri allar ákærur. S-S- Ring efter prøve/brochure Firvaldur P/F ” Eitt misskiljing førdi til at undanfarna Lands- styrid meldadi Martin Djurhuus til Løgreg- luna, sum stutt eftir reisti ákæru móti honum. Nú er hann fríkendur PEVA HÅNDPLEJEMIDLER onomisk 18181 Fo 19081