Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 V4-tølini i dråtti nr. 897, 29. juni 1991 Tølini: 20 - 67 - 23 - 44-90 - 45 - 42 - 56 - 81 -74 - 62 - 54 - 46 - 52 - 55 - 11. Vinningur: 104.480,- kr., sum før i fyra. Ein vinnara i Torshavn, ein i Kvivik, ein i Hal- dórsvík og ein i Froðba. Eykavinningarnir fullu soleiðis: 10.000,- kr. til Herborg Petersen, Sílagetu, Tórshavn. 1.000,- kr. vunnu: Ella Hermansen, Stoffa- lág 78, Tórshavn, Kristian Arge, Billugeta 6, Argjum, B. Gregoriussen, Hornagetu 20, Tórshavn, Poula Johansen, Steðlatúni 1 og Jergen Eið, Vági. 500,- kr. vunnu: Jan Oluf Olsen, Vest- manna, Martha Joensen, Sundunum, Kolla- firði, Kjartan Jensen, Sandi, Julianna Winther, Skopun, Hans E. Joensen, Gjógv, Karl Vidtfeldt, Sandi, K. Birgir Isaksen, Traðargetu 49, Klaksvík, Olga Bech, Deild, Vestmanna, Josva Anthoniussen, Morskra- nesi, Meinhard Steffensen, Arnafirði, A. T. H., Bóndabrekku 15, Tórshavn, Johs. Vágs- garð, Heygabrekku 24, Klaksvík, Brynhild Hansen, á Ryggi, Miðvági, Martin Samson, Karlsvegur 7, Klaksvík, Reinhold Jacobsen, Krossgetu 4, Tórshavn, Inger Skaale, Mýra- vegur, Runavík, M. Slættanes, Dr. Dahls- getu 1, Tórshavn, Kári Zachariassen, Norðuri í Be, Fuglafirði, Fríðborg Reinert, Brettubrekku 24, Tórshavn og Poul Leiti, Fuglafirði. Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hus, innbúgv, verur o. a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman- lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti innbrotstjévari. Vit tekna eisini glastrygg- ingar. Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg- ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frágreiðing. Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hes- um plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: Vági Tvøroyri Tórshavn Runavík Klaksvík Sverre Skaalum, Hjørleif Enni, Kjartan Dalsgaard Havstein Ellingsgárd, Páll Josephsen, tlf. 73012 tif. 71061 tif. 15222 tif. 47055 tif. 55835 FOROYA BRUNATRYGGING Telefon 17022 myrilsvegur 20 Postbox 45 110 Tórshavn — er altíð á staðnum SN SOSÍalUrin Nr. 123 — 3. juli 1991 Nýtt og gamalt - ein handil, har tú eins væl kanst stytta tær stundir við bert at eygleiða og njóta umhvórvið, keypa onkran nýggjan ella gamlan lut, ell bert fáa tær ein kaffimunn Tað er forvitnisligt at vitja á ovastu hædd í Handils- kjarnanum í miðbýnum, har handilin Búkrókur - við undirheitinum nýtt og gamalt, heldur til. Eldri fólk, sum vitjaðu, tá Sosialurin var til staðar, fóru beinanvegin yvir í tann partin av handlinum, har kaffistova er. Tað forvitnisliga var eis- ini, at gestirnir fóru at tosa um útsýni, sum í hesum sjónarhorni er nýtt - og prátaðu um, hvør búði í teimum ymsu húsunum, í gomlum døgum. Tridju ferð i ár Búkrókur lat upp í gjár. Hetta er handil sum selur nýtt og gamalt - alt frá blómum og blómupottum, um hattar og taskur, knívar og gaflar, glás, grótplátur, grindareiðsskap, lutir evn- aðir úr seyðahorni o.s.fr. til uppboðvgrur stólar, borð og borðreiðsluskáp - stutt sagt - alt hugsandi, sum fólk kunnu hava á- huga fyri at ogna sær. Búkrókur er til støddar 280 fermetrar, og fevnir um alla ovastu hæddina í Handilskjarnanum. Tað er ikki á hverjum degi, at Torgerð Suðuroy letur handil upp í Havn, men tað er tridju ferð í år, at henda handilskvinna fer undir nýtt tiltak. Í vár lat upp kioskin í Vágsbotni, sum Tórgerð Suðuroy bert er parteigari í. Har stendur Heðin Hjalt Johannesen fyri virksemi- num. „Seinni lat upp gávubúð á Aarvegnum, við m.a. teim- um serligu prýðislutunum, sum Gull- og silvurverk- smiðjan í Vági letur lutir til, og nú Búkrókur í mið- býnum. Ein roynd at varð- veita arbeiðspláss Er hetta seinasta framtakið í Havn? Tórgerð Suðuroy: - Or- søkin til at vit fóru undir henda handilin var, at tað stóð okkum í boði at leiga ovastu hæddina í Handils- kjarnanum. Tú fær eitt hugskot, og so er tað bert at gera tað til veruleika, haldi eg. Tað var eisini neyðugt at royna hetta. Tíðirnar eru vánaligar í Vági. Um tað skal eydnast at varðveita virksemið har suðuri, var neyðugt at vaksa um virksemið. Havnin er størsta pláss í landinum, og tí var tað bert so náttúrligt at royna seg her. - Í Vági arbeiða ngkur og 20 fólk á verksmiðjuni og í handlunum, og hesi arbeiðspláss fara vit at varðveita. I fjør stovnaðu vit "Markendisarahandilin" í miðbýnum í Vági. Hann er nú latin aftur og vit hava flutt hann higar. Umframt hetta arbeiða 10 fólk tilsamans í hand- linum á Aarvegnum og i Búkróki. Nicolina á Volla- num er fyristøda í Búkróki, og skal eisini hava um- sjónina við handlinum á Aarvegnum. Hvar skal Torgerð Suður- oy arbeiða? - Eg skal fyrst og fremst taka mær av arbeiðinum á Gull- og silvurverksmið- juni, men annars verður arbeiðið skipað á tann hátt, at eg framyvir fari at ar- beiða tveir dagar í Havn - 14. hvønn dag. Hverjar framtíðarvónir hevur tú fyri virksemið í Búkróki? Alt kann seljast - Vit eru komin til skorin klæði í handilskjarnanum, kanst tú siga, tí alt var gjørt til reiðar at fara undir virksemið. Vit hava bert keypt inn vørurnar og innrættað handilin, so henda ílggan er ikki so stór, hóast tað sýnist so, tí hølid er so umfevnandi. Bert stólar og borð í kaffistovuni eru ikki til sølu. Annars er alt sum tú sær her inni til sølu - eitt nú ljósastakarnar og blóm- urnar á borðunum, og ann- ars alt sum inni er. Framtíðarútlitini skuldu verið góð, men tað krevst at handilin verður væl vit- jaður, sigur Torgerð Suð- uroy. Búkrókurin hevur trý ára sáttmála við Handilskjar- nan, og upplatingartíðin er eins og í hinum handunum. Dagny Á myndini Tórgerð Suðuroy og Nicolina á Vollanum í hugnaliga handlinum Búkróki í miðbýnum