Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða Alkoholikarar hava bara statshospitalid Nú bæði Blákrossheimið og Heilbrigdið hava summarfrí, er stats- hospitalið einasta stað, ið tekur móti alkoholikarum, sum mugu hava bráðfeingishjálp. Men statshospitalið er meira enn fult Býarmyndin í Havn kundi bent á, at summi drekka óvanliga nógv nú. Løgregl- an hevur úr at gera við at taka fullar menn upp av gøunum. Samstundis koma bodini, at bædi Blåkrossheimid i Havn og Heilbrigdid å Vel- bastað hava latið aftur, ti starvsfólkini hava summ- arfrí. Øll, sum hava við viðgerð av alkoholistum at gera, eru samd um, at tað er sera 6 heppið. Men tey lata aftur, tí tey noyðast av spariorsøk- um. NOYDDIST Sólborg Dulavík, leiðari á Blákrossheiminum, sigur, at Blákrossheimið hevði ongan annan møguleika, tí ein mió. krónur vórðu skornar av fíggjarætlanini. Starvsfólkini hava rætt til summarfrí, og tey hava nógvar dagar at fríganga. Tí stongdi Blákrossheimið 28. juni og letur ikki upp aftur fyrr enn 14. august. Tað er alt annað enn gott, sigur Sólborg Dulavík, sum hevur gjørt, hvat gerast kann fyri at útvega stovninum stórri játtan, men uttan úrslit. Hon heldur tað vera nógv fyri, at ein stovnur, sum verður ríkin so forsvarliga, ikki kann fáa fleiri pengar. Sjálvt um Blákrossheim- ið er stongt, fer Sólborg Dulavík tvey kvøld um vikuna niðan á Blákross- heimið, soleiðis at tey, sum eru komin fyri seg, men plaga at koma inn á gólvið um kveldið, ikki heilt skulu missa tann møguleikan. Men henda møguleikan hava bara tey edrúu. Fram til 14. august kann Blå- krossheimið ikki vera her- berg, har full kunnu koma inn at fáa hjálp og síðan koma fyri seg. RING TIL . LANDSSTYRID - Hetta er púra burturvið at lata aftur nú. Óteljandi fólk hava ringt til mín heima, men eg havi einki stað at vísa teimum til. Tað einasta, eg kundi gjørt, var at bidid tey ringt ul landsstýrið og sagt, hvussu ring stødan er, sigur Sólborg Dulavík. Fróði Helmsdal, sum er dagligur leiðari á Heilbrigd- inum á Velbastað, fær eisini uppringingar frá fólki, sum vilja hava hjálp vegna ovur- nýtslu. Heilbrigdið læt somuleiðis aftur 28. juni og byrjar aftur 5. august. Fíggjarligar orsøkir vóru eisini til, at nevndin valdi at lata aftur ein góðan mánað í summar. ØLL HAVA IKKI. BRUK FYRI HJALP Sjálvt um fólk kanska drekka meira nú enn van- ligt, er ikki vist, at fleiri hava brúk fyri viðgerð. Hagtølini hjá Heilbrigdin- um siga, at hetta er slakasta árstíðin i som máta. Tá ólavsgkan nærkast, økist trýstið á stovnin, sigur Fróði Helmsdal. Heilbrigdið royndi, áðrenn stongt varð, at av- greiða so nógv fólk sum gjørligt, men kortini eru tað fleiri sum ringja, tí tey flestu, sum koma í viðgerð, skulu hava bráðfeingis- hjálp. Nøkrum hevur Heil- brigdið fingið herbergað á heiminum í Jónas Broncks- gótu, men har kunnu bara vera fólk, sum eru við at koma fyri seg. Og har er longu fullsett Tosað hevur eisini verið um at sent fólk til Íslands á eitt heim, men tað er ikki gjørt enn. KUNDI SAMSKIPAST - Annars er bara statshos- pitalið at vísa til, sigur Fróði Helmsdal, sum eisini heldur tað vera ørt, at alt skal lata aftur í senn. Sjálvt um Heil- brigdið og Blákrossheimið arbeiða upp á hvør sín máta, átti borið til at laga seg eftir hvørjum ødrum, og Ld. alkohol- og narkotikaráðið kundi havt uppgávuna at samskipa, heldur Fróði Helmsdal. Enn hevur statshospitalið ikki merkt avleiðingarnar av, at teir báðir viðgerðar- stovnarnir hava latið aftur, men tað fer væntandi at koma. Í fjør var stødan tann sama, og tað merktist. Og tá verður stødan ring á statshospitalinum, tí har er ein opin deild latin aftur í ár, frá 21. juni til 18. august, og tað hevur havt við sær, at hinar deildirnar longu nú eru meira enn fullar. Stats- hospitalið kann ikki avvísa fólk, sum koma inn akutt, men rúm er ikki fyri teim- um, og tey noyðast tí, sum stødan er beint nú, at liggja á gongini. Alkohlikarar, sum koma inn á statshospitalið, eru ofta sera illa fyri, sigur Signhild Johannesen, yvir- sjúkrasystir á statshospital- inum. Fleiri hava vent sær til Almannastovuna fyri at finna onkra loysn. Tommy Petersen, almannastjóri, er greiður yvir, at hetta kemur illa við. Hinvegin var hetta frægasti máti at spara. Al- mannastovan kann ikki á- leggja Blákrossheiminum, nær tað skal hava opið, tí Blåkrossheimid er ikki und- ir Almannastovuni eins og Nr. 123 — 3. juli 1991 Stjórin á Almannastovuni, Tommy Petersen, heldur tað ikki vera tað stóru ólukkuna, at einki tilboð ertil akolholikarar í summar. Tey, sum ikki kunna bíð, mugu fara til lækna ella í ringasta føri á statshospitalið, sigur hann Heilbrigdið. Tó hevði borið til at samskipað við avtalu millum Almannastovuna og sjúkrahúsverkið, heldur Tommy Petersen. Hann heldur tað tó ikki verangkur ólukka, at báðir stovnarnir hava afturlatið í senn. Teir viðgerða upp á hvør sín máta, og í prin- sippinum taka teir ikki imóti somu fólkunum. Og tað er eisini vanligt, at fólk halda frí í juli mánaði. Tommy Petersen heldur ikki, nakar kann seta tað krav, at slík viðgerð skal kunna fáast alt árið. Summi kunnu bíða, til opið er aftur, onnur mugu fara til lækna at fáa heilvág, antabus ella á statshospitalið, um stødan er heilt ring. - Uttan mun til, um al- holhlisma verður mett sum sjúka ella ikki, so er al- koholisman ikki lívshætt- islig, heldur Tommy Peter- sen. randi Heilbrigdið á Velbastað eins og Blåkrossheimid í Havn hava altið aftur í summar av spariorsók- um. Hvørgin stonvurin er fegin um hesa loysn Postgiro nýggjan bygnað Landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk, sum í seinasta lagi 1. oktober í ár skal koma við einum tilmæli um hvussu føroyska post- girostovan skal virka. Eisini skal gerast greitt hvussu sam- bandid skal vera millum postverkid og girostovuna.