mikudagur 3. juli 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 123 — 3. juli 1991
Viggo Holm vil hava kannað, um nakað óregluligt
er farið fram. Hann vil hava landsstýrið frá
soleiðingi kanningin verður gjórd
Vil hava dómstólin
i Haag at kanna
føroyskar politikarar
Viggo Holm á Skála hevur heitt á Bent Klinte,
ríkisumboðsmann um at fáa altjóða dómstólin í
Haag at seta eina kanning í verk, sum kann
staðfesta ella avsanna tær ákærur, sum hava verið
móti okkara fólkavaldu,- bæði lands- og komm-
unalpolitikarum í Føroyum.
Hann mælir til, at kanningin skal fevna um
seinastu 20 årini.
I skrivinum til rikisumbodsmannin sigur Viggo
Holm, at seinastu árini hava nógvar ákærur verið
frammi um, at politikarar hava avgreitt mál í
heimildarloysi, og hetta kunnu vit, sum eru
borgarar í hesum samfelagnum, ikki finna okkum
í. Tí mugu hesi viðurskifti, sum eru í stríð við
grundlógina, kannast soleiðis, at greiða fæst á, um
nakað óregluligt fer fram í landinum, skrivar
Viggo Holm. Hann mælir samstundis til, at
landsstýrið verður sett frá, meðan hesar kanningar
fara fram og at óheftir persónar verða settir at
stýra landinum soleingi.
tór.-
Dagrøktarmamma
Søkt verdur eftir dagrøktarmammu til
dagrøktarskipanina i Kvivikar komm-
unu, sum kann byrja 01. oktober 1991.
Áhugað kunnu senda skrivliga umsókn
inn til Dagrøktarskipanina í Kvívíkar
kommunu.
Umsóknir skulu vera dagrøktarskipanini
í hendi seinast 15. august 1991.
Dagrøktarskipanin tlf. 21 294
Kvívíkar kommuna
Vit mugu loysa
problemini og
ikki bert flyta tey
-Hvussu í allari víðu verð
skulu vit planleggja tá
politiski mynduleikin ligg-
ur á málinum, spurdi
Høgni Joensen, sjúkrahús-
stjóri, í Sosialinum herfyri
í samband við málið um at
seta yvirlæknar heldur enn
1. hjálparlæknar. Hann var
ótolin eftir at hendan
broytingin fór fram og
vísti á, at hon var langt
síðani samtykt bæði av
undanfarna og hesum
landsstýrinum. Hann helt
onga orsøk vera at senda
málið aftur í fíggjar-
nevndina.
Jóannes
Eidesgaard,
Blue North skal nú lýsast til sólu av nýggjum
landsstýrismaður í sjúkra-
húsmálum sigur til hetta,
at er nakar sum trýr, at
hann ella onnur í lands-
stýrinum súlta málinum fer
hann skeivur.
-Eg takið fult og heilt
undir við, at vit broyta
bygnaðin soleiðis, at vit
fáa yvirlæknar heldur enn
1. hjålparlæknar. Men í
kjalarvørrinum í hesum
máli, hevur spurningurin
um læknamanningina á
teimum smærru sjúkrahús-
unum stungið seg upp.
Hesi Óttast fyri at verða
avfólkaði fyri læknar.
-Tí má tað vera mín
uppgáva sum landspolitik-
ari at finna eina loysn, sum
eisini tey smærru sjúkra-
húsini kunnu liva við,
sigur Jóannes Eidesgaard
og leggur aftrat, at hann er
í ferð við at finna eina
loysn fyri Klaksvíkar og
Suðuroyar Sjúkrahús.
-Sum landsstýrismaður
fyri allar Føroyar er tað
mín uppgáva at loysa
problemir heldur enn bert
at flyta tey, sigur Jóannes
Eidesgaard, landstsýris-
maður.
tór.-
Blue North verður
boðið út av nýggjum
Á fundi í gjár samtykti
landsstýrið at bjóða Blue
North í Kollafirði út av
nýggjum. Landsstýrið er
samt um, at takast skal av
hægsta boði, um hetta
annars er nóg stórt at tað
kann góðtakast. Somu-
leiðis er sejma um, at virki
skal ikki nýtast soleiðis, at
tað verður í kapping við
onnur virki í økinum.
Stuðul til ungdómshús
Á landsstýrisfundinum í
gjár samtykti landsstýrið
eisini at lata stuðul úl åvis
ungdóms- og samkomu-
hús. Stuðulin bverður latin
eftir gomlu reglunum um
30% í samband við nýb-
ygging ella uppíbygging.
Húsini, sum í gjár fingu
játtaðan stuðul eru:
Bygdahúsið í Miðvági,
Leguhúsið í Nesvík,
Samkomuhúsið við
Gjógv,
Ungmannafelagshúsið í
Vestmanna, Dansifelagið í
Klaksvík, Eydnan á
Oyrabakka og Framtíðin í
Vági.
i S íða 7
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður, vil finna
eina loysn, sum øll
sjúkrahúsini kunnu liva við
Nýggjur
laksaprísur
Landsstýrið samtykti
eisini nýggjar minstu-
prísir fyri laks á
uppbodssølu. Hesir
prísir eru galdandi
fyri juli mánað. Fyri
laks millujm 1 og 2
kg er prisurin 31
krónur. Millum 2 og
3 kg. 34 krénur og
fyri laks yvir 3 kg. 35
krénur. Bådir teir
fyrstu prisirnir eru
teir somu. Hin
seinasti eina krónu
minni enn fyri juni.
Fyri síl eru 32 krónur
ásettar sum
minstiprísur.
Fleiri
kunningar-
stovur
Líkt er til, at fleiri
kunningarstovur í
samband við ferða-
mannavinnuna fara at
koma. Landsstýrið
hevur tí samstykt aðr-
ar stuðulsreglur fyri
tílíkar stovur. Fyrr
hevur stuðul verður
latin til rakstur, men
nú vil landsstýrið
heldur lata stuðul til
íløgur. Tað frættist, at
ætlanir eru um at seta
fleiri kunningarstovur
á teimum smærru
plássunum.
& 5 6 UUU Ut OS RØNDE 3