Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 56 - 21. mars 2003 Nr. 56 - 21. mars 2003 3 Føroysk skattalóg- gáva er orsøk til, at útlendsk oljufólk halda seg aftur at koma til Føroya. Bara steðgur í Føroyum í ein dag hevur við sær, at oljufólk ella felagið tað umboðar skal rinda skatt til lands- kassan. Magni Arge, stjóri í Atlantflog og formaður í Olju- vinnufelagnum heldur tað vera heilt burturvið at leggja slíkar treytir á út- lendsk oljufólk og feløg. Tað hevur við sær, at vit bæði missa inntøkur, vitan og ikki mist kontaktir. Hetta kom fram á Oljutinginum í Lista- skálanum mikukvøld- ið OLJUSKATTUR Jan Müller – Vit hava skilt hetta so- leiðis, at nú eru settar so harðar skattareglur fyri fólk frá oljufeløgunum, sum koma til Føroya td. á ein fund, at hesi setast aftur ella fundurin verður hildin aðrastaðni sigur Magni Arge, sum vísir á, at koma t.d. trý oljufólk til Føroya at halda fund saman við føroyingum í tríggjar dagar, so skulu feløg teirra av- leggja roknskap til føroyska skattavaldið vegna hesar persónar og syrgja fyri, at teir rinda skatt í Føroyum teir dagarnar teir hava verið her á fundi. Magni Arge vísir á, at tað man vera eindømi í allari heimssøguni, at man skatt- ar fólk, sum koma á fund í einar tveir dagar. Tað hevur gjørt, at oljufeløgini nú heldur leggja sínar fundir í Danmark og aðrastaðni. Skulu føroyingar á fund við hesi fólkini, so mugu teir fara av landinum. Tískil missa flutningsfeløg, gist- ingarhús, bilstøðir osfr. ein umsetning av somu orsøk. - Tað tykist mær at vera skilaleyst, at man ikki hev- ur í hvussu er eitt bagatell- mark, sum sigur, at hesi fólkini kunnu vera í Føroy- um í upp til 3-4 vikur ella meira, áðrenn okkara skattamyndugleikar fara at tosa um, at man skal rinda skatt fyri at hava verið í Føroyum. Hetta er fyrst og fremst ein trupulleiki fyri oljufe- løgini sjálvi men hjá eitt nú Atlantic føla tey tað eisini sum ein trupulleika, tí tey eru við í einum avleiddum virksemi. – Tað er skila- leyst at skula flyta ein part av viðgerðini av málum, sum kunnu fáa týdning fyri okkum, av landinum, í- staðin fyri at hava tey her, leggur stjórin í flogfelag- num aftrat. Trupulleiki Ben Arabo, stjóri í Ame- rada Hess í Føroyum og formaður í FOIB, sum er samtakið av útlendskum oljufeløgum í Føroyum, viðgongur, at hetta er ein trupulleiki. Hann váttar, at krøvini til at gjalda skatt á henda hátt, merkir, at olju- feløg helst hugsa seg sera væl um, áðrenn man tekur fólk til Føroya. - Um eitt av okkara fólk- um í útlandinum skal til Føroya, og tað kann vera ein, sum einki beinleiðis hevur við virksemi her at gera, men skal til at ráðgeva onkrum ol. og bara skal vera her í ein dag, tá er tað líka lætt, at vit, sum eru í Føroyum, fara onkra aðrastaðni. Hetta hevur so eisini víðari avleiðingar fyri eitt nú ráðstevnur, sum skulu haldast í Føroyum. Tað hevur annars verið eitt ynski frá føroyskari síðu, at ráðstevnur verða hildnar her heldur enn at føroyingar í stórum tali skulu leita sær til London, Aberdeen oa. til ráðstevnur um okkara egna virksemi. Ben Arabo sigur, at spurningurin er tá, um man raðfestir eina ráðstevnu so høgt, at man vil fylla út sjálvuppgávur og gjalda skatt. Tað ger man onga aðra staðni í Føroyum. Umsitingarliga verður hetta so tungt, at man hugs- ar seg væl um, áðrenn fólk koma til Føroya. So tað hevur sera negativa ávirkan viðgongur føroyski olju- stjórin, sum fegin sær, at tað, sum hevur við Føroyar at gera, fer fram her. Skattalógin Tað er greitt, at greinarnar í skattalógini raka ikki fólk í londum, sum vit hava dupultskattaavtalu við eitt nú Norðurlond. Tí er har eingin trupulleiki. Men vit hava onga slíka avtalu við Bretland. Stórur partur av oljufólkunum koma nett- upp úr Bretlandi, og tí rak- ar greinin meint júst her. Men fram til til 2001 vóru undantøk fyri enskar borg- arar. Til tá var ein regul fyri enskar borgarar, sum segði, at man kundi verða her í 30 dagar. Nú hava oljufeløgini tó fingið at vita, at hetta er ikki galdandi longur. Eitt ítøkiligt úrslit av hesi skattareglu er, at FOIB, samtakið av út- lendskum oljufeløgum í Føroyum, sum skal hava fund í næstum fer at halda hann í Keypmannahavn. Johan Dambjørg Heine- sen, leiðari á Kolvetnis- skattadeildini í Klaksvík sigur, at teir eru varugir við trupulleikan men heldur hetta ikki vera nakran stór- an trupulleika. – Vit umsita lógirnar og sum er hava vit bara dupultskattaavtalu við Norðurlond. Men tað verð- ur arbeitt við at fáa hana at fevna um Bretland eisini. Tað arbeiðið er á byrjunar- støði og tekur helst nakað av tíð, áðrenn slík avtala verður gjørd. Johan Heine- sen heldur annars ikki, at skattafólk renna eftir einum oljufólki, sum kemur til Føroya á ein upplýsingar- fund í ein dag. Hann heldur ikki, at talan er um nakran ávísan regul, sum er gald- andi. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá skattamyndugleikanum á Argjum. Føroysk skattalóg styggir oljufólk burt ORÐASKIFTI UM OLJU Jan Müller Mikukvøldið varð Oljut- ing í Listaskálanum. Hóast luttøkan var av- markað, nú oljugongdin mestsum liggur í dvala- støðu, so var evnið kort- ini sera áhugavert og varð kjakið eisini heitt og gott til tíðir. Spurt varð um vit hava fingið gagn av greinunum í kolvetnislógini, sum heimilar protektionist- iskar ásetingar í leiti- loyvum um brúk av før- oyskari arbeiðsmegi, um at allur flutningur skal um føroyska bryggju og flogvøll og um vit eiga at halda fast um slíkar ásetingar frameftir. Tað er greitt, at tann naggatódn, sum í løtuni er galdandi í oljutil- gongdini, eyðmerkir eis- ini orðaskiftini um hesa vinnu – og hon tekur kanska eisini í ávísan mun motivatiónina frá fólki at viðgera og hava eina meining um um- røddu oljutilgongd. Kortini kom nógv áhugavert fram í orða- skiftinum, sum Sosial- urin eisini fer at greiða frá í komandi bløðum. Tað var tann oftani rætti- liga avgjørdi og djarvi formaðurin í Búskapar- ráðnum, Hermann Oskarsson, sum helt grýtini á kók tann góða tíman Oljutingið vardi. Og honum á baki tann mælti Magni Arge. Hermann Oskarsson helt, at vit eiga als ikki at hava nakrar lógir og reglur, sum verja okkum og sum skulu geva okk- um fyrimunir í eini nýggjari oljuvinnu. Nú vit eru farin undir eina nýggja vinnu eiga vit at lata vinnuna koyra undir púra fríum marknaðar- treytum. Hann helt eis- ini, at vit eiga at gera okkum greitt, hvat vit vilja, tá oljan rennur. Hann metti tað vera órealistiskt, um vit ætla okkum at halda fram við fiskivinnuni sum í dag og so fara undir eina oljuvinnu, har vit sam- tíðis krevja, at hon skal brúka okkara vørur og tænastur og ikki minst arbeiðsmegi. Tað verður als ikki fólk til hesar báðar vinnur. Og fyri at kunna varðveita arbeiðs- megina í fiskivinnuni mugu vit ikki vera bang- in fyri, at oljufeløgini brúka vørur og tænastur sum arbeiðsmegi í út- landinum. Magni Arge helt hinvegin ikki, at vinnan er so protektionistisk, sum summi halda hana vera. Tvørturímóti eru ásetingarnar í lógini bara ein áminning til oljufeløgini um at brúka føroyskar vørur og tæn- astur, har tær eru kapp- ingarførar. Hann ber ótta fyri, at vóru ongar áset- ingar, so høvdu olju- feløgini brúkt útlendskar vørur og tænastur. Tá var t.d. eingin oljuhavn í Runavík. Hann vísti eisini á, at tað er ov tíð- liga at seta hesi tingini upp móti hvørjum øðr- um, tí tað er ikki fyrr enn vit hava funnið nógva olju og fleiri oljufelt eru farin at framleiða, at spurning- arnir verða aktuellir. Sum nú er er tað skila- gott at hava nakrar ásetingar um føroyska luttøku í vinnuni. Tað er við til at byggja upp før- oyska luttøku í vinnuni. Áhugavert Oljuting Magni Arge, stjóri og Ben Arabo, stjóri her á Oljutinginum í Listaskálanum mikukvøldið. Báðir hildu teir tað vera óheppið, at øll oljufólk verða skattað bara tey seta fót sín á føroyska jørð Mynd Jan Hóast "bert" 50 fólk høvdu leitað sær á Oljuting var kjakið bæði heitt og mennandi Mynd Jan Razz kemur í mai TÓNLEIKUR pop.fo Danski barnasangarin Razz, sum mátti avlýsa Føroyaferð vegna sjúku herfyri, kemur hendanvegin at hava tvær framførslur sunnudagin 11. mai. Tær verða í Havn og í Fuglafirði Dagin fyri at Razz skuldi koma til Føroya at syngja, gjørdist hann sjúkur og noydd- ist at avlýsa ferðina. Fleiri hundrað fólk høvdu tá keypt atgongumerki til fram- førslurnar, og tað var tí eitt stórt vónbrot. Fyriskipararnir lovaðu tó, at Razz skuldi koma til Føroya seinni, og nú er tað gjørt av, at Razz er her í landinum sunnudagin 11. mai. Tá spælir hann á Platform kl. 16.00 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 19.00. Atgongumerkini, sum vóru keypt til upprunaligu konsert- irnar, eru framvegis galdandi, og um tað er onkur, sum ikki fær verið til konsertirnar í mai, ber tað til at býta lata atgongu- merkini inn aftur. Atgongumerki kunna keyp- ast í forsølu á Kunningarstov- uni í Havn og Fuglafirði, í 3´aranum í SMS, Statoil- støðini í Havn, Kollfjarðadali, Skálabotni, Saltangará, Leir- vík og hjá Haraldsen í Fugla- firði. C M Y K 3 2