Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 56 - 21. mars 2003 Nr. 56 - 21. mars 2003 5 Yoko Ono hevur sent fyrireikarunum til Listastevnuna bræv, har hon heitur á føroyingar um at luttaka í stríðnum fyri friði FRIÐUR Heri á Rógvi Tað var ætlanin hjá Lista- stevnuni at fáa Yoko Ono til Føroya á Listastevnuni við einari framsýning. Rúmd var ikki á kalend- aranum hjá Yoko Ono til Listastevnuna, men hon hevur sent eina heilsan. Umboðsmaður hennara greiðir frá, at hon ikki hevur møguleika at luttaka á stevnuni, men hon ynskir, at føroyingar luttaka í stríðnum fyri friði. Í løtuni stendur hon á odda fyri einari kampagnu, sum nevnist Imagine Peace. Annars fæst hon nógv við at taka myndir, og í summar fer hon at hava eina fram- sýning í Århus, men føroy- ingur mugu bíða eitt sindur afturat. Í brævi til fyrireikararnar av Listastevnuni heitir hon á tey um at heingja ein so- kallaðan bannara við slag- orðunum frá Imagine Peace. Tað er tó ivasamt um Listastevnan fer at gera hetta, men í øllum førum veit Yoko Ono av, at hon hevur møguleikan at koma til Føroya. Beatles Yoko Ono var flest øll vita gift John Lennon, sum jú var partur av helst mætasta bólkinum nakrantíð, The Beatles. Somuleiðis gjørdi John Lennon vart við seg á egnum beinum, eftir at tíðini við Beatles var liðug. Hann og Yoko Ono gjørdust víðagitin fyri teirra stríð fyri friðið, sum millum annað inni bar teir kendu dagarnar í songinum, har tey framløgdu boðskaðin um frið. Fyri nógv var John Lennon besti sangskrivarin í tjúgundu øld, og hann gjørdist ein ímynd fyri sína tíð. John Lennon varð skotin í New York í 1980. Yoko Ono og John Lenn- on vórðu gift mitt í Beatles mania tíðini, og hon fekk av mongum skyldina fyri, at limirnir í Beatles fóru hvør til sítt. Síðani John Lennon doyði hevur Yoko Ono ver- ið javnan frammi, har hon heldur fram við boðskap- inum um frið. Yoko Ono heilsar føroyingum Yoko Ono kundi ikki koma til Føroya á hesum sinni, men hon vil hava føroyingar at luttaka í stríðnum fyri friði. Alt á einari rokning Kall hevur fingið loyvi til at kombinera teirra produktir, soleiðis at alt endar á einari rokning við avsláttri FJARSKIFTI Heri á Rógvi Í sambandi við at Kall er farið undir at bjóða far- telefonhald til sínar kundar, hevur fyritøkan samstundis fingið loyvi til at bjóða eitt sokallað "kombi" produkt. Í hesum førinum snýr tað seg um, at fastnethaldið verður knýtt saman við far- telefon, og tú fært alla upp- gerðina á einari rokning. Hjá Kalli fáa kundar við hesari tænastuni so avslátt- ur upp á haldið til fartele- fonina, og avsláttturin vekstur alt eftir, hvussu nógv fartelefonhald, ein hevur. Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki viljað givið loyvi til hetta slagið av produktum áður. Hetta er annars væl kent uttanlands, men Fjar- skiftiseftirlitið hevur ikki hildið, at marknaður hevur verið klárur til hetta fyrr enn nú. Føroya Tele hevur eisini roynt at fingið onkra líknandi skipan, men hetta hevur ikki eydnast teimum. Øgiliga løgið Hóast kundar hjá Kall kunnu fegnast um, at teir nú kunnu sleppa eitt sindur bílígari, so er gleðin heldur vorðin til undran hjá Andr- as Róin, stjóra í Føroya Tele. – Vit hava nú í tvey ár roynt at fingið loyvi til at veita kombineraðar tænast- ur, men hetta vorðið avvíst hvørja ferð av Fjarskiftis- eftirlitinum, sigur Andras Róin. Tað eru tríggjar vikur síðani, at Føroya Tele sein- ast fekk boð frá Fjar- skiftiseftirlitinum um, at teir ikki fingu loyvi til at seta teirra produktir saman. –Hetta er í okkara verð ógvuliga løgið. Vit mugu bara ásanna, at parodiin er fullkomin, sigur Andras Róin. Grundgevingarnar frá Fjarskiftiseftirlitinum hava áður verið, at kapping ikki hevur verið á øllum økjum, men tá kapping nú er kom- in, skilur Andras Róin als ikki, at teir ikki kunan fáa loyvi. – Vit vilja kunnu geva okkara kundum hendan møguleikan. Tað er í síðsta endanum kundarnir, sum missa, sigur Andras Róin. Gongur væl Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, letur væl at gongdini hjá felagn- um. Hann metir, at teir nú eiga umleið 10-15% av far- telefonmarknaðinum. Felagið eigur eisini ein fittan part av fastnetkund- unum í Føroyum. Hann sigur, at gongdi hev- ur verið góð bæði við Frælsi í dós og við teimum "van- ligu" haldunum, sum Kall bjóðaði fram fyri kortum. Andras Róin sigur, at Føroya Tele hevur merkt kappingina á tann hátt, at framgongdin á teletíðarøk- inum er burtur. – Vit mugu ganga útfrá, at tann framgongdin er farin til Kall, sigur Andras Róin. Hann heldur, at enn er ov tíðliga at siga, hvørjar . Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Fjarskiftiseftirlitinum. Kappingin á fjarskiftis- marknaðinum í Føroyum harðnar alsamt. Nýggjasta stigið er at leggja produktir saman, har øll halda nú kunnu fáast á einari rokning. Men hetta kann bert tann eini veitarin bjóða. Mynd: Jens Kristian/Àlvur Songkvinnan Katja Cardenal úr Nikar- agua verður við á Listastevnuni í ár LISTASTEVNA Heri á Rógvi Fyrireikingarnar til Lista- stevnu Føroya eru í fult sving, og skráin er við at verða fastløgd. Ein av teimum, sum fyri vist verður á skránni er Katja Cardenal, ið er ættað úr afrikanska land- inum Nikaragua. Hon syngur fólkatón- leik, og ætlanin er, at hon saman við einum gittar- leikara fer at hava eina konsert á Listastevnuni í august í ár. Einki Kent Talan var einaferð um at fáa svenska bólkin Kent til Føroya á Listastevn- una, men hetta sær út til at fara at vera av ongum. Bólkurin telist millum fremstu bólkar í Norðan- londum í løtuni, og teir hava enn ikki boðað frá, at teir ikki vilja koma til Føroya, men fyrireikarar- nir av Listastevnuni hava ikki alt ov góðar vónir. Katja Cardenal Mánadagin 7. apríl verður nýggja Norröna handað Smyril Line. Tað fer fram á Flenderwerft skipasmiðjuni niðri í Lübeck í Týsklandi. Síðani leggur Norröna leiðina framvið Hanstholm, áðrenn siglt verður upp til Føroya, tá hon verður á Havnini tann 10. apríl FERÐAVINNA Ingrid Bjarnastein Nógv hevur verið at hoyrt og tosað um nýggju Norrönu. Og nú styttist av álvara til nýggja ferða- mannaskipið fer at leggja at í Havnini. Hósdagur tann 10. apríl er ásettur sum dagur, tá Norröna kemur fyri fyrstu ferð inn á Havn- ina. Áðrenn skipið kemur til Føroya verða tað fleiri, sum fara niður til Lübeck at hyggja, meðan Norröna verður handað og pappírini verða undirskrivað. – Vit hava bjóðað um- boðum fyri teimum stóru partaeigarunum í Smyril Line, fjølmiðlafólki og øðr- um niður, sigur Kári Dur- huus, fjølmiðlatalsmaður hjá Smyril LIne. Undirskrivingin og hand- anin verður mánadagin tann 7. apríl. Í Lübeck verður so eitt lítið há- tíðarhald við røðum áðrenn Norröna siglir til Hanst- holm áðrenn hon setur kós ímóti Føroyum tann 8. apríl. Full Stórur áhugi er eisini fyri nýggja ferðamannaskipin- um. Páskatúrarnir sum vera gjørdir beint eftir eru allir fullir, og eisini í útlondun- um er áhugin stórur fyri skipinum. – Vit hava havt nakrar tíðindafundir niðri í Týsk- landi, og teir hava verið væl vitjaðir. Eisini í Hollandi hevur áhugin fyri Norrönu verið stórur, sigur Kári Durhuus. Tíðindafundir hava verið hildnir niðri í Týsklandi í samband við eini stóra ferðavinnustevnu, sum eit- ur ITB, og á tí eina fundin- um vóru heili 45 fjølmiðla- fólk uppmøtt, og verður hetta mett at vera ógvuliga gott. – Tá vit taldu saman funnu vit útav, at bara í februar mánaði hava 73 greinir staðið í týskum bløðum um Norrönu, so áhugin har er ógvuliga stórur. Ein av orsøkunum til, at Smyril Line hevur avgjørt at marknaðarføra seg á henda hátt niðri í Týsklandi og Hollandi er, at bæði týskarar og hollendarar vísa stóran áhuga fyri at koma niðan í Norðuratlantshavið. Serliga er tað Ísland, sum dregur. – Tað eru 100 milliónir fólk, sum tosa týskt, so marknaðurin er stórur. Ísland hevur teirra stóra áhuga, og tað at ferðafólk- ini steðga ein ella tveir dagar í Føroyum er als ikki verri fyri føroyska ferða- vinnu, sigur Kári Durhuus. Hann ásannar tó, at fótbólturin ger eisini stóran mun. Kanska serliga nú Føroyar skulu spæla ímóti Týsklandi í juni. – Bæði Føroyar, Ísland og Skotland gera tað, at áhugin er stórur. Fótbólt- urin hevur so ótrúliga nógv at siga, sigur Kári, sum veit at siga frá, at fleiri kenna til Føroyar bara av fótbóltin- um. Til dømis tá Føroyar vunnu ímóti Eysturíki fyri 12 árum síðani, og so eisini úrslitið ímóti Týsklandi fyrr í heyst. Smyril Line hevur fingið fleiri fyrispurningar við- víkjandi fótbóltsdystunum, men trupulleikin vísir seg tó at vera innivist í Føroy- um. Men hetta er ein trupulleiki, sum ferða- vinnan í Føroyum arbeiðir hart fyri at loysa í løtuni. Áhugin fyri Norrönu vísir seg at vera nógv størri enn Kári Durhuss, sum fjølmiðlatalsfólk, hevði vónað. – Tá tað kemur til PR, so hevur tað eisini nógv at siga, hvar tú ert kendur. Í Danmark kenna tey til Smyril Line, og tað sama í Noregi. Men í Svøríki minni. Flagga út Herfyri varð boðað frá, at um verkfallið hjá Reiðara- felagnum fyri Farmaskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag stendur við, so fer Norröna at flagga út. Tað vil siga, at hon kemur ikki undir føroyskt flagg – í øllum førum ikki enn. – Sum eg skilji á leiðsl- uni, so er stórur møguleiki fyri hesum, um verkfallið ikki endar. Møguleikarnir eru nógvir. Tað kann væl vera, at Norröna verður verðandi undir týskum flaggi, tí tað er hon nú skipið verður bygt, sigur fjølmiðlatalsmaðurin. Nú eru so bara eini 20 dagar til nýggja og stásiliga ferðamannaskipið kemur til Føroya, so nú er ikki nógv annað at gera enn at bíða í spenningi. Styttist til Norröna kemur Nøkunlunda soleiðis fer nýggja Norröna at síggja út, tá hon fer siglandi út úr Havnini Tilgjørd mynd: Árni C. Joensen Undirgrundin í Landstinginum Grønlandska Landstingið viðgjørdi fyrr í vikuni eitt uppskot hjá landstings- og fólkatingsmanninum Kuupik Kleist um at áleggja landsstýrinum at virka fyri, at heimastýrið kann yvirtaka ognarrættin til grønlendsku undirgrundina. Serliga tinglimir hjá Atassut-flokkinum hildu lítið um uppskotið. Teir vístu á, at landsstýrið arbeiðir longu við málinum, og tí dugdu teir ikki at síggja, at tað hevur sovorðnan skund at avgreiða eitt uppskot um sama mál nú. Eisini vísti Atassut á, at sjálv- stýrisnevndin fer at koma við einum áliti nakað skjótt, og at spurningurin um undirgrundina eisini er við í tí álitinum. Tinglimirnir hjá Atassut hildu eisini, at tað er neyðugt at kanna, hvørjar avleiðingar ein møgulig yvirtøka kann fáa, áðrenn støða kann takast til málið. Uppskotsstillarin heldur harafturímóti ikki, at neyðugt er við drúgvari viðgerð. - Tað snýr seg ikki bara um rættin til undir- grundina, men eisini um ognarrættin til landið. Eg haldi ikki, at talan er um at skunda nakað uppskot ígjøgnum, tí vit hava tosað um hetta, líka síðani vit høvdu heimastýrisnevndina, sigur Kuupik Kleist, sum heldur, at tað er umráðandi, at grønlendingar siga sína hugsan um undirgrundina. Uppskotið hjá landstings- og fólkatingsmanninum kemur aftur til viðgerðar í Landstinginum í heystsetuni. Navnastríð loyst Íslendingar, sum búgva í Svøríki, og sum fegnir vilja sleppa at doypa síni børn við teimum vanligu íslendsku eftirnøvnunum, hava havt trupulleikar við at fáa hetta góðkent í Svøríki, men nú er málið loyst. Svenski ráðharrin í norðurlendskum viður- skiftum, Berit Andnor, sigur, at stjórnin í Stockholm hevur gjørt av at geva íslendskum foreldrum í Svøríki undantaksloyvi frá galdandi navnalóg. Tað ber í sær, at íslendingar, sum búgva í Svøríki, kunnu søkja um loyvi at sleppa at nýta tey vanligu ís- lendsku eftirnøvnini við -son og -dóttir til børnini. Málið tók seg upp, tá svensku myndugleikarnir sýttu einum íslendskum foreldrum at nýta íslendskt eftirnavn, tá tey skuldu doypa eitt barn. Foreldrini sendu Norðurlandaráðnum málið, sum sendi tað til stjórnina í Stockholm. Og bnú er málið loyst. SV størstur Sosialistiski Vinstriflokkurin er nú størsti politiski flokkurin í Noregi. Tað vísir ein meiningakanning, sum tíðindatænastan hjá teimum norsku bløðunum almannakunngjørdi í gjár. Eftir kanningini hevði SV fingið 21,8 prosent av atkvøðunum, var stórtingsval nú. Arbeiðaraflokk- urin er tætt í hølunum á SV og hevði fingið 21,6 prosent. Samanborið við eina kanning í síðsta mánað hevur SV havt eina framgongd upp á 3,4 prosentstig, meðan Arbeiðaraflokkurin hevur havt 4,7 prosentstig í afturgongd. Framburðsflokkurin er tann triðstørsti flokkurin við 24,1 prosentum. Norskir valgranskarar halda, at SV hevur havt stóra framgongd, tí flokkurin hevur tikið avgjørda støðu í fleiri málum, sum eru nógv frammi. Eitt nú hevur flokkurin verið harðliga ímóti amerikanska Irak-politikkinum, eins og hann er avgjørdur í mótstøðuni ímóti norskum limaskapi í ES. C M Y K 5 4