fríggjadagur 21. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 56 - 21. mars 2003
Nr. 56 - 21. mars 2003
7
Jógvan Høj, stjóri á
Norðfra, sigur, at
flestu arbeiðsfólkini,
sum starvast á virk-
inum, hava verið á
skeiði á Tekniska
skúla í Klaksvík í
øllum tí, sum hevur
við fisk, fiskafram-
leiðslu og sølu at gera.
Hesi skeið hava til
endamáls at seta fiski-
vinnuna í fokus og
skapa størri virðing
fyri høvuðsvinnuni.
Skeiðini hava eisini
nakað við sjálvsvirð-
ingina at gera.
- Hugburðurin um, at
tú »bara« arbeiðir á
einum fiskavirki, til
tú finnur okkurt, sum
er betri, eigur at
broytast. Vit eiga øll
at hava virðing fyri tí
arbeiði, sum
framleiðsluvinnan
gevur okkum - og
skapar, sigur stjórin
VIRKISVITJAN
Vilmund Jacobsen
Jógvan Høj er stjóri á og
eigur fyrrverandi Frostvirk-
ið í Norðdepli, sum í dag
kallast Norðfra. Á virkin-
um arbeiða 42 fólk, tey
flestu
úr
Norðdepli,
Hvannasundi og Viðareiði.
Eini 12 mannfólk hava sítt
starv á virkinum, restin er
konufólk. Tey flestu roynd í
flakavirkisvinnuni í mong
ár. Nøkur ung arbeiða eisini
á Norðfra. Tey hava færri
royndir, men onkur hevur
verið á virkinum, meðan
tey enn gongu í skúla og
hava tí tær royndir, sum
gera, at Norðfra hevur gott
fólk til sítt arbeiði.
Stjórin er væl nøgdur við
sín »stab« av fólki og gevur
teimum høvuðsæruna av, at
úrslitini higartil hava verið
so fræg ella góð, sum tey
nú einaferð hava verið.
Í fjør hevði Norðfra eitt
yvirskot eftir skatt uppá 1,6
milj. krónur.
Málið er dygd
Tað, sum sermerkir arbeiði
á Norðfra, er, at virkið er í
gongd at kalla hvønn dag í
árinum, undantikið ætlaðu
frídagarnar og í summar-
steðginum, tá ið framleiðsl-
an liggur still nakrar vikur.
Norðfra, ið byrjaði sum
eitt saltfiskavirki í 1997 við
nýggjum eigara, er í dag
eitt flakavirki, sum leggur
dent á at framleiða eina
góða vøru burtur úr hýsu.
Ynskir onkur keypari eina
nøgd av toski, verða tey
ynskini eisini gingin á
møti, men hetta er undan-
takið.
Á virkinum eru tríggjar
flakamaskinur, sum eru
ætlaðar til ymiskar støddir
av fiski, men vanliga verð-
ur bara koyrt við tí eini linj-
uni í senn. Tað, sum ræður
um, er at fáa røttu úrtøkuna
burtur úr tí rætta fiskinum.
Arbeitt verður frá kl. 8-
16, og sjáldan verður ar-
beitt yvir. Nøkur fara
kanska heim eitt korter ella
hálvan tíma seinni, og tíðin
eftir kl. 16, er yvirtíð.
Eini trý fólk standa við
sjálva maskinuna, 14 fólk
reinskera, trý taka sær av at
skilja fløkini eftir stødd og
góðsku, 4-5 fólk pakka og
nøkur frysta.
Frá tí, at fiskurin kemur í
sliskuna, til hann fer í fryst-
aran, ganga eini 20 minuttir
til hálvur tími. Gerst flakið
heitari enn 8 stig á leiðini
til frystaran, verður tað kølt
niður á vegnum, so trivnað-
urin hjá bakteriunum verð-
ur avmarkaður.
- Hetta er ikki eitt krav,
men nakað, sum vit av
eintingum hava sett okkum
fyri at gera, sigur Jógvan
Høj, stjóri.
Hann vísir á, at tá ið
flakið gerst 12 stig og heit-
ari, gerst bakteriuvøksturin
nógv størri.
Gongdin frameftir
Sum nevnt, kallaðist virkið
í mong ár, Frostvirkið í
Norðdepli. Undir kreppuni
keyptu aðrir virkið og góvu
tí navnið, Hvannasunds
Fiskavirki. Virkið fór aftur
av knóranum í 1993 og lá
stilt fram til várið 1997, tá
ið Jógvan Høj keypti.
- Tá ið vit keyptu virkið
frá Føroya Banka, vóru
ymisk ting tikin úr virkin-
um, so her var neyðugt við
nógvum ábótum. Eisini
noyddust vit at ganga undir
krøv hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, sum serliga
snúðu seg um, at rávøran
ikki skuldi møta lidnu vør-
uni. Neyðugt var tí við eini
aðrari arbeiðsgongd. Men
vit høvdu hugt at virkinum
og vistu, hvat vit keyptu,
sigur Jógvan.
Í juli 1997 byrjaði Norð-
fra at virka saltfisk. Mið-
skeiðis í 1998 fór ein størri
umbygging fram, og fram-
leiðsluvirksemið lá stilt frá
ólavsøku hetta árið til
tíðliga í desember 1998.
Undir hesari umbygging
varð alt virkið endavent og
umbygt til at arbeiða flak
og frysta vøru.
- Ein orsøkin til, at vit
løgdu um frá saltfiski til
flak, var, at toskurin gjør-
dist so dýrur at keypa og tí,
at
saltfiskaframleiðslan
bindir so nógvan pening,
sigur Jógvan.
Hann vísir á, at ein onnur
orsøk var, at hýsumarknað-
urin í USA, sum var burtur
árini 1993-1998, kom aftur
í aftur, sum hann tekur til.
Aftrat øllum hesum kem-
ur, at hýsufiskiskapurin tók
seg uppaftur, og í Norð-
oyggjum eru nógvir útróðr-
arbátar, sum veiða hýsu við
línu.
- Tí valdu vit at leggja
okkum eftir at virka hýsu,
fyrst og fremst til amerik-
anska marknaðin, og tað
hava vit gjørt síðan, sigur
hann.
Jógvan sigur, at tá ið
Norðfra fór undir saltfiska-
framleiðslu í 1997, roknaði
hann við, at ráfiskaprísurin
á toski fór at liggja um 10
kr. í miðal fyri kilo, men
longu árið eftir og fram til
ársskiftið, var miðalprísur-
in 13 kr. fyri kilo.
- Bankin vildi fíggja um-
leggingina, og tí løgdu vit á
annan bógv, sigur hann.
Feskt - og fryst
Norðfra keypir í fyrsta lagi
sína rávøru á uppboðssøl-
uni, men virkið arbeiðir
eisini nakað av frystum
russarafiski, sum tey hava
at taka til, tá ið minni fiskur
kemur uppá land - ella, tá ið
fiskurin er ov dýrur at
keypa.
- Vit plaga at keypa
frystu hýsuna frá russarun-
um, sum koma higar við
toski til Føroya Fiskavirk-
ing. Eini 10% av hesum
fiski plagar at vera hýsa, og
tað er hana, vit keypa.
Jógvan sigur, at í fjør
keypti og virkaði Norðfra
270 tons av frystari hýsu,
Tey dugnaligu og ágrýtnu
arbeiðsfólkini bera okkum uppi
Jógvan Høj er stjóri á Norðfra í Norðdepli
Mynd: Jens Kr. Vang
Øll framleiðslan, sum virkið
selir til USA, er skræðuleys
og beinfrí.
Mynd: Jens Kr. Vang
Virkini á »tangan-
um«, sum komu,
fóru - og komu
aftur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Frostvirkið í Norðdepli
taldist í sínari tíð millum
tey virkir, ið negativar
tungur vildu siga »lógu
á hvørjum tanga«. Onn-
ur virkir undir sama orði
vóru kanska virkini í
Haldórsvík, Strondum,
Nólsoy, Sandi og Hvalba
- bert fyri at nevna nøk-
ur.
»Vit kunnu ikki hava
eitt fiskavirki á hvørjum
tanga…« søgdu fólk.
Kanska var hetta rætt,
kanska ikki.
Summi av nevndu
virkjum høvdu longu
undir kreppuni fyrst í
nítiárunum mong ár á
baki, og millum hesi
taldust eitt nú Frost-
virkið í Norðdepli og
Víkarvirkið í Haldórs-
vík.
Eitt av teimum smáu
virkjunum - helst tað
minsta av øllum - sum
ikki er nevnt í hesum
sambandi, men hevur
hórað undan í øllum
kreppum, er Norðurfisk
í Árnafirði. Í sínari tíð
seldi virkið ein fittan
part av framleiðsluni á
føroyska heimamarkn-
aðinum, men tá ið vit
fingu mvg’ið, varð hesin
marknaður
skerdur
munandi, tí vøran gjørd-
ist dýrari at keypa.
»Still going strong«
Øll hesi virkir eru fram-
vegis til tann dag í dag
og geva arbeiði til nógv-
ar hendur - um ikki øll
til líka nógvar, sum í
sínari tíð.
Á Strondum og í
Nólsoy fáast tey við laks
og laksasmolt, men øll
hini virkini eru »still
going strong« við fiska-
framleiðslu
og
eru
grundarlagið undir ger-
andisdegnum og tilver-
uni hjá nógvum familj-
um.
Føroyingar liva fram-
vegis av fiski, og tí er
kanska ikki so undarligt,
at øll hesi virkir stungu
seg upp.
Hyggja vit at samlaða
útflutningi Føroya sein-
asta ár, stava 99,6% frá
fiskiídnaðinum.
Ivamál kann tí ikki
vera um, at tað fram-
vegis er fiskurin, sum
ber okkara samfelagi
uppi.
Onkur sær tað sum
ræðandi,
at
okkara
vinnulív er so nógv
tengt at tí, sum upp úr
havinum kemur; onnur -
og tíbetur mong - eru
erri av, at vit kunnu
framleiða so nógvan mat
út í heimin.
Vit hava eitt eintáttað
vinnulív, sum byggir á
okkara livandi rávøru, ið
við skaparans hjálp end-
urnýggjar seg á hvørjum
ári. Men samstundis
teljast vit millum tær
tjóðir, sum framleiða
størstu nøgdirnar av
matvørum fyri hvønn
íbúgva.
Tað eiga vit at vera
errin av.
Føroyar ein stórur
matvøruútflytari
560 tons í 2001 og eini 300
tons í 1999.
Samlaða ráfiskanøgdin í
2002 var 1596 tons; í 2001
var talið 1260 tons.
Øll
framleiðslan
hjá
Norðfra, sum fer til USA,
er skræðuleys og beinfrí.
- Eini 90% av framleiðsl-
uni fer til USA, restin fer til
Onglands og Fraklands,
sigur hann.
Herfyri var Jógvan yviri í
Boston, har hann hitti
keyparar, og tað vóru ikki
fá herðaklapp, hann fekk
har yviri.
- Fólkini, vit hava á virk-
inum, eru roynd, arbeiðs-
som og nærløgd, og tað er í
fyrsta lagi teimum fyri at
takka, at gongdin hevur
verið, sum hon er, sigur
hann.
Øll á skeiði
Jógvan sigur, at so at siga
øll fólkini, sum starvast á
Norðfra, hava verið á skeiði
á Tekniska skúla í Klaksvík
í øllum tí, sum hevur við
fisk, fiskaframleiðslu og
sølu at gera.
- Hetta eru skeið, sum
fiskivinnan í Norðoyggjum
saman við arbeiðarafeløg-
unum og Tekniska skúla í
Klaksvík hava skipað fyri.
Tá ið skeiðini hava verið,
hava tey koyrt í fýra tímar
mánadag í fimm fylgjandi
mánadagar.
Fólk
hava
fingið løn hesar 20 tímarn-
ar, sum virkini og arbeið-
arafeløgini hava goldið.
Pláss hevur verið fyri 16
fólkum í senn, og lærara-
kreftirnar hava verið fólk,
sum hava innlit í ymisku
tættirnar í vinnuni, heilt frá
rávøru til sølu av lidnu
vøruni.
Hann sigur, at øll, sum
hava luttikið á hesum
skeiðum,
hava
fingið
skreytblað sum prógv um,
at tey hava verið á skeiðn-
um.
- Tey flestu kenna seg
aftur í tí, sum undirvíst
verður um, men tað eru ikki
øll, sum hugsa um, hvussu
nógv tey veruliga vita um
fisk, framleiðslu og sølu.
Tá ið fólk vita, hví tey gera
ymisku tingini, bera tey seg
eisini rætt at.
Jógvan sigur, at skeiðini
eisini hava til endamáls at
seta fiskivinnuna í fokus og
skapa størri virðing í sam-
felagnum fyri tí arbeiði,
sum hesi fólk gera.
- At luttaka á slíkum
skeiðum, hevur eisini nak-
að við sjálvsvirðingina at
gera. Hugburðurin um, at
tú »bara« arbeiðir á einum
fiskavirki, til tú finnur
okkurt, sum er betri, eigur
at broytast. Vit eiga øll at
hava virðing fyri tí arbeiði,
sum framleiðsluvinnan er,
sigur hann.
Stjórin vísir á, at ein
flakakvinna, sum arbeiðir
40 tímar um vikuna, tjenar
góðar 4.000 kr. um vikuna.
- Og tað gert tú ikki alla-
staðni í samfelagnum, vísir
hann á.
Á Norðfra arbeiða 42 fólk - og tey eru hvønn dag til arbeiðis.
Mynd: Jens Kr. Vang
90% av lidnu vøruni, sum at kalla øll er hýsa, fer til USA
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6