Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 56 - 21. mars 2003 Nr. 56 - 21. mars 2003 9 Hetta kann vera ein føroyingur Tað kann hugsast, at ein ungur maður, sum er funnin deyð- ur í Keypmanna- havn er føroyingur. Tí sendir løgreglan nú eina eftirlýsing í føroysku fjølmiðlar- nar. Maðurin hevði sukursjúku og var innlagdur við minn- isloysi stutt áðrenn, hann doyði EFTIRLÝSING Maðurin var funnin deyður í havnini í Keypmannahavn sunnudagin 9. mars beint við Islands Brygge 18. Hann er millum 25 og 35 ár, 177 sentimetrar høgur og vigar 86 kilo. Hann er miðal bygdur og hevur slætt miðal ljóst hár. Onnur framtonnin í yvir- munninum er brotin, og maðurin hevur sukursjúk- una, upplýsir løgreglan. Maðurin, sum hevði sukursjúku, var innlagdur á Hillerød Sygehus týs- dagin 4. mars og fór aftur av sjúkrahúsinum 8. mars. Sambært starvsfólkunum hevði maðurin mist minni, tí hann hevði ov lágt blóðsukur. Hann hevði sagt starvsfólkunum, at hann æt antin »Martin Skov ella Martin Busk« og var føddur 260570, og at hann kanska kom frá Od- ense og hevði lisið hum- aniora ella søgu. – Persónurin kann vera ein føroyingur, tí í sam- bandi við eina innlegging á Hillerød Sygehus verður sagt, at hann tosaði við antin suðurjútskari ella føroyskari herðing, Vit hava tí fingið áheitan frá løgregluni í Keypmanna- havn um at eftirlýsa mann- in, og um fólk halda seg kenna hann, kunnu tey boða vakthavandi á pol- itistøðini í Havn frá, sigur Jón Klein Olsen, varaleið- ari á politistøðini í Havn. Tá maðurin var funnin var hann ílætin ein gráan vindjakka, grønari sweat- shirt við høgum hálsi, ljósagráum buksum og myrkagráum hálsturri- klæði. Hann var í svørtum ECCO skóm, stødd 42. Hann bar eisini ein bláan ryggsekk við merkinum Fjållråven. Av tí, at maðurin hevði sukursjúku, hevði hann ymisk diabetikaraamboð uppi á sær, millum annað ein NOVOpen, ið innihelt NOVORAPID og ein NOVOpen, ið innihelt PROTAPHAN. Tá Sosialurin tosaði við løgregluna fyrrapartin hósdagin, hevði hon onki frætt um mannin. Tey, ið vita um mannin at siga, kunnu venda sær til Politistøðina í Havn á telefon 351448. Kennir tú hendan mann- in? So mást tú venda tær til Politistøðina í Havn á telefon 351448. Hann er funnin deyð- ur í havnini í Keypmanna- havn, upplýsir løgreglan Danmark er farið í kríggj. Og harvið eru Føroyar eisini farnar í kríggi. Danska stjórn- in førir uttanríkispol- itikk vegna alt konga- ríkið, og harvið gerast Føroyar eisini partar av krígnum, hóast løgtingið mótmælir. KRÍGGJ Ingi Rasmussen USA og tess sameindu eru í kríggi við Irak. Og hóast tað neyvan fer at merkjast í Føroyum, so ber til at siga, at Føroyar eru partar í krígnum. Danska stjórnin hevur givið USA og tess sam- eindu politiskan stuðul við at senda ein kavbát og eina korvett til flógvan. Og stjórnin hevur eisini givið amerikanskum flogførum heimild at nýta føroyskt loftrúm í stríðnum móti Irak, um tað gerst neyðug. Tað hevur ljóðað, at flogfør hoyrdust yvir Havnini fyrranáttina. Men hetta avsannar Jan Leisborch, kommandørur yvir Færøer- nes Kommando. Hann sig- ur tað eisini vera ósannlíkt, at loftrúmið fer at vera nýtt, tí tað reint landafrøðiliga neyvan verður flogið hendanvegin ávegis til Irak. Flogloyvi givið Jan Leisborch viðgongur, at Færøernes kommando hevur økt varðhaldið kring støðina í Mjørkadali síðstu dagarnar í einum »anti- terror beredsskab«. Men gerandisdagurin er sum hann plagar, og onki bendir á krígsstøðu í Mjørkadali. Súmbólskt ber kortini til at siga, at Føroyar eru bjóð- aðar fram. Á Uttanlands- deildini hjá landsstýrinum verður sagt, at USA hevur heimild at brúka føroyskt loftrúm alt hetta árið út uttan at spyrja føroyingar eftir hvørja ferð. – Vit hava givið USA eitt varandi loyvi at flúgva yvir Føroyum. Hetta er eitt framhald av loyvinum, sum vit góvu í fjør í stríðnum móti yvirgangi. Stutt her- fyri fingu vit at vita frá rík- isumboðnum, at tað loyvið eisini fevndi um eitt møgu- ligt álop á Irak, sigur Sig- mundur Isfeldt, fulltrúi á Uttanlandsdeildini. Politiskt er støðan marg- háttlig. Tí løgtingið hevur noktað at stuðla einum álopi á Irak, sum landið liggur. Ímóti løgtingssamtykt Mikudagin samtykti løg- tingið, at »øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hus- sein at ganga undir ST- samtyktirnar skulu góð- kennast av ST«. ST hevur ikki góðkent álopið hjá USA og tess sameindu á Irak. Sostatt er tað í andsøgn við eina løg- tingssamtykt, um flogfør flúgva yvir Føroyum í krígsørindum. Samstundis stendur løg- tingið í greiðari andsøgn við tann almenna uttanrík- ispolitikkin hjá Danmark. Og harvið okkum sjálvum. Tí Danmark førir uttanrík- ispolitikk vegna Føroyar. Jan Leisborch viðgongur, at tað kann tulkast soleiðis, at Føroyar eru í kríggi. – Tað er sjálvandi ríkið, sum fer í kríggj, um Dan- mark velur at fara við. So er tað ein politiskur stuðul, ið ríkifelagsskapurin velur at geva, og har eru Føroyar ein partur. Men hatta er eitt akademiskt kjak, sum hevur lítlan praktiskan týdning, sigur stjórin á Færøernes kommando. Føroyar mótmæla Føroyar mótmæla sostatt sín egna uttanríkspolitikk. Jóannes Eidesgaard gjørdi eisini vart við hetta í ting- inum mikudagin. – Danska stjórnin fer í kríggj, og tað er tann al- menni uttanríkispolitikkur- in í ríkinum. Antin vit vilja tað ella ei, er tað eisini tann føroyski uttanríkispolitikk- urin. Hetta er ein søguligur møguleiki at staðfesta, at føroyingar hava eina uttan- ríkispolitiska meining, sum ikki er í samsvari við donsku stjórnina. Og fyri mín part er eg sum upp- skotstillari errin og stoltur av at atkvøða fyri at stað- festa, at Føroya løgting tek- ur ikki undir við donsku stjórnini at fara í kríggj við Irak, segði Jóannes Eides- gaard. Ein stórur meiriluti av løgtinginum atkvøddi fyri uppskotinum hjá m.a. Jó- annes Eidesgaard. 19 at- kvøddu fyri, 2 atkvøddu blankt og 9 atkvøddu ímóti. Føroyar eru umvegis Danmark við í stríðnum móti Saddam Hussein, hóast løgtingið hevur mótmælt. Loftrúmið í Føroyum er opið fyri USA og tess sameindu Føroyar í kríggi NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jórun Jacobsen 60 ár Týsdagin 18. mars fylti Jórun Jacobsen í Klaksvík 60 ár. Hon er dóttir Jógvan Hansen og Hannu í Ánun- um, sum búðu á Kósini í Klaksvík. Jórun tók millumskúla- prógv í Klaksvík í 1959 og var seinni á háskúla í Dan- mark. Hon giftist í 1962 við Dánjali Müller Jacob- sen, sum var sonur Annu Müller úr Porkeri og Esmar hjá Jóan Jakku á Viðareiði. Jórun og Dánjal fingu fýra børn: synirnar Johnni 1964, Esmar 1969 og Kára 1975 og dóttrina Annu 1977. Dánjal sigldi úti. Hann fekk malaria, tá hann var staddur í Nigeria við donskum skipi, sum hann var skipari á. Hann varð lagdur inn á sjúkrahús í Las Palmas á Gran Canaria, har hann doyði fáar dagar seinni, 60 ára gamal. Dagurin 21.. mars. Vársjavndøgur. Tvær ferðir um várið eru sólin og jørðin staddar soleiðis hvør móti aðrari, at dagur og nátt eru líka long. Vársjavndøgur er vanliga 21. mars, men kann eisini vera 20. mars. Dagurin er eisini Bænadikts- messa, til minnis um Bænadikt úr Nursia, sum stovnaði eina munkaskipan, ið skjótt kom víða um londini. Bygdi eitt tiltikið kleystur á Monte Cassino í Italiu. Navnið kemur av orðinim Benedictus, sum merkir tann væl- signaði. Bænadikt doyði í 547. Johannes Olsen farin Mikudagin andaðist fyrr- verandi formaður Føroya Arbeiðarafelags, Johannes Olsen í Sandavági. Hann var 88 ára gamal Johannes Olsen í Sanda- vági andaðist 88ára gamal mikudagin 19. mars. Jo- hannes Olsen varð føddur 15. december 1914. Sum ungur var hann fiskimaður, og hevur seinni starvast sum arbeiðsmaður og málari í Sandavági. Johannes Olsen var eitt langt áramál limur í stjórn Føroya Arbeiðarfelags og eisini formaður í nøkur ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í nevd Føroya Arbeiðara- felags í 1955, og gjørdist næstformaður í 1960. Tá Gunnar Petersen, formaður, doyði í 1972, varð Johannes Olsen formaður, og sat í hesum sessi til 1975. Johannes Olsen hevur umframt Føroya Arbeiðarafelag eisini havt fleiri onnur álitisstørv. Nevnast kunnu Sandavágs Arbeiðsmannafelag, Sandavágs og seinni Vága Sjúkrakassi og Prístalsúrokningarnevndin. Heima í Sandavági var hann eisini millum annað kór- leiðari í mong ár. Stjórnaði Sandavágs Sangkóri. Hann spældi urgu og yrkti eisini fitt av sangum. Ein teirra er kendi Sandavágssangurin, sum sonurin, kendi tóna- smiðurin Knút Olsen, hevur gjørt lag til. Sagt verður um Johanens Olsen, at hann var stillførur álitismaður, sum vigaði síni orð. Men tí, sum hann so segði, var fyrnd í. Johannes Olsen var giftur við Estrid, fødd Dam, úr Sandavági. Tey eiga fimm børn. Knút, Eileen, Sigfríð, Einar og Elsu Anniku. Øll hava tey fingið í vøggugávu tónlistaligu evnini hjá foreldrunum báðum. Johannes Olsen hevur seinastu tíðina verið merktur av sjúku. Fekk ein blóðtøpp seinasta heyst og hevur síðan mest verið seingjaliggjandi. Edvard Joensen Jóhan Árnastein 30 ár hjá Ivan Í dag, 20. mars, eru liðin 30 ár síðan Jóhan Árnastein varð settur í starv sum verkførari á mekaniska bilverkstaðnum hjá Ivan Johansen Bilum. Tá Jóhan byrjaði, var verkstaðurin í kjallaranum á sethúsunum hjá Ivan Johansen á Láar- vegi 7. Jóhan hevur sostatt verið við í menningini av fyritøkuni øll hesi 30 árini. Við sínum avbera góða hegni og dugnaskapi, eigur hann sín lut í tí stóra fram- burði, sum er farin fram hesi árini. Jóhan er úr Gásadali. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Wenzel Petersen. Osvald Kjærbo 80 ár Í dag, 21. mars, fyllir Osvald Kjærbo í Havn 80 ár. Osvald er føddur og uppvaksin í Sumba. For- eldrini vóru Kristianna, systir Napoleon Jacobsen av Glyvrum, og Tummas Jákup Kjærbo úr Sumba. Tey vóru sjey systkin, Maria, Jákup, Tomasia, Arni, Viggo, Osvald og Leivur. Sum ungur flutti til Havnar, har hann arbeiddi á ymiskum skrivstovum. Fyrst í 50-unum stovnar hann sína egnu heilsølu. Sum flestu heilsølur tá í tíðini seldi hann alt frá skipsútgerð til garn og skógvar. Osvald er virkin innan brøðrasamkomuna, serliga í Havn. Hann giftist í 1950 við Judith, f. Holm Jacobsen, úr Havn, og tey eiga fimm døtur. Anna og Katrin búgva í Havn, Krist- vør býr í USA, Guðrun og Jórun búgva í Keypmanna- havn. Osvald er burtur- staddur føðingardagin. Rudolf Joensen 50 ár Í dag, 21. mars, fyllir Rudolf Joensen í Havn 50 ár. Rudolf er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann er sonur Onnu og Svend Joensen. Eftir lokið realskúlaprógv var hann til skips, ardeiddi sum timbur- maður og var í sjey ár bil- førari hjá Føroya Bjór, saman við Sonhard Jo- hannesen,"bjórduoin", tey róptu. Teir vóru eisini við í tónleikarabólkinum "Ólav- ur Presley and his dirty rag- rags". Í 1989 fór Rudolf á HF skeið, síðan til Dan- markar á RUC (Roskilde Universitets Center). Í 1998 tók hann prógv á Før- oya Læraraskúla. Hann ar- beiðir sum fólkaskúlalærari við skúlan í Kaldbak. Ru- dolf hevur verið nógv uppi í sjónleiki, var eina tíð for- maður í Klaksvíkar Sjón- leikararfelag. Hann var pimus motor í Norðoya- stevnuteitinum saman við Eliesar í Pálsstovu og øðrum. Saman við Maibritt Johansen eigur hann 7 ára gamla sonin Virgar. Í dag er hann mest kendur sum "skíggjatrøllvertur" í gekkasendingini. Ein frynt- ligur dovragubbi sum vitjar inn í stovurnar fríggja- kvøld. Vit ynska Rudolf tillukku við degnum. Sørin Olsen 20 ár hjá Ivan 1. mars hevði Sørin Olsen arbeitt í 20 ár hjá Ivan Jo- hansen Bilum í Havn. Hesi 20 árini hevur Sørin havt ymiskar uppgávur í fyri- tøkuni, m.a. hevur hann staðið fyri rustviðgerðini av bilum. Hann hevur við sínum arbeiðssemi og røkiskapi verið við til at viðlíkahildi virkisbygning- in og verkstaðin. Á tann hátt hevur hann verið við til at ment fyritøkuna, til tað hon er í dag. Sørin er ætt- aður úr Streymnesi og býr á Argjum. C M Y K 9 8 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.