fríggjadagur 21. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 56 - 21. mars 2003
Nr. 56 - 21. mars 2003
11
Á áhugaverdu grundlógarráðstevnuni hoyrdu vit enn ein
serfrøðing fortelja okkum føroyingum, at vit hava
sjálvsavgerðarrættin, at nýta til at loysa, um vit føroyingar
vilja tað. Hesin er bert tann seinasti í einari langari røð av
persónum, ið eru á einum máli um, at vit føroyingar eiga
sjálvagerðarættin at brúka sum vit vilja. Tað høvdu verið
stórtíðindi, um onkur kláraði at uppspora onkran uttanfyri
føroyska Tjóðveldisflokkin, ið ivaðist í føroyska sjálvs-
avgerðarrættinum.
Sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi. Eisini hetta tyktist
verða breið semja um á ráðstevnuni í Norðurlanda-
húsinum herfyri. Hetta er eisini sagt fleiri ferð, men
sitandi samgonga hevur tvíhildið um, at føroyingar ikki
kunnu velja nakra aðra loysn enn fullveldi, tí so hevur
man brúkt sjálvsavgerðarrættin til tað og harvið limað seg
inn í danska rikið í allar ævir. Henda stóra misskiljing, ið
Tjóðveldisflokkurin er upphav til, hevur forðað fyri fram-
gongd í føroyskum sjálvstýrispolitikki.
Annars er tað einki nýtt, at sjálvsavgerðarrætturin ikki er
nøkur eingangsrakett. Á hesum stað hevur mangan verið
sett spurnartekin við hetta, ikki bara tá Høgni Hoydal heur
borið slík sjónarmið fram, men eisini tá Anfinn Kallsberg
og Helena Dam á Neystabø stóðu á sjónvarpsskýggjanum
og søgdu, at føroyingar máttu endiliga ikki siga nei til
fullveldi á eini fólkaatkvøðu, tí so vóru vit partur av
danska ríkinum í allar ævir.
Uppundir seinasta val skrivaðu javnaðarvalevni um tað
absurda í uppfatanini, har sjálvsavgerðarrætturin kann
brúkast upp, men tað var sum at sletta vatn á gás, tá tað
kom til samgonguflokkarnar.
Úrslitið av feilaktigu uppfatanini og "alt ella einki"
politikkinum hjá sitandi samgongu er, at vit nú halda eina
kós í sjálvstýrispolitikkinum, ið liggur aftanfyri Nýskip-
anaruppskotið hjá Sambandsflokkinum, ið annars var tað
mest afturhaldssinnaða uppskotið fyri valið.
Vit hava nú eina konservativa heimastýrissamgongu, ið
einki nýskipandi ger viðvíkjandi ríkisrættarligu støðuni og
harafturat tykist hava sera ringt við at yvirtaka mál undir
Heimastýrislógini, ið nú er vorðin ótíðarhóskandi.
Ein endurskoðan av ríkisrættarligu viðurskiftunum grund-
að á einari breiðari semju er í eygsjón. Hetta var ein av
niðurstøðunum á Grundlógarráðstevnuni í Norðurlanda-
húsinum, har eitt nú Hans Pauli Strøm, legði fram áhuga-
verd sjónarmið, ið kunnu byggja brýr til breiddina í
føroyska fólkinum, heldur enn at tvíhalda um ein politikk
grundaðan á smælast møguliga fleirtalið. Ein slík semja
krevur tó, at fyrst og fremst Tjóðveldisflokkurin, men
eisini hinir samgonguflokkarnir viðganga, at uppfatanin
um, at sjálvsavgerðarættin er eingangs er skeiv. Gera hesir
flokkar ikki tað, ja so eru vit aftur í gomlu "alt ella einki"
støðuni, har einki uttan fullveldisætlanin hjá samgonguni
ber til. Úrslitið av hesum verður, at vit ongan veg koma.
Tað vildi verið spell fyri Føroyar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jákup Andreasen
skúlastjóri á Fiskivinnu-
skúlanum
Lat tað verða sagt beinan-
vegin, yvirskriftin er ikki
nøkur ábreiðsla móti nøkr-
um persóni, stovni ella
politiskum flokki, men bara
ein staðfesting av, at flestu
av bygningunum, sum mið-
námsskúlarnir
húsast
í
kring landið, eru undir alt
lágmark, tá talan er um
nútíðar krøv til undirvísing.
Nógvar og stórar íløgur eru
gjørdar síðan kreppuna,
men fyribilsloysnirnar á
miðnámsskúlaøkinum sigla
bara víðari. Er tað ongin,
sum dugir at síggja, at út-
búgvingarmøguleikar undir
tíðarhóskandi korum er ein
íløga í framtíðina?
Og tað er okkurt sum
haltar eftir mínum logikki.
Er tað nøkur rímiligheit í,
at arbeiðsumstøðurnar í
nógvum
førum
versna
munandi, tá næmingurin
fer úr fólkaskúlanum og
byrjar á miðnámsstigi?
Støðan í dag
Taka vit støðuna í dag og
byrja í Suðuroy, so er talan
um tveir skúlar - Studenta-
skúlan og Almanna- og
Heilsuskúlan. Annar av
hesum skúlum húsast í
einum gomlum posthúsi og
hin í einum sethúsum. Her
er ein glotti at hóma, tí
nakrar milliónir eru settar
av til bygging av einum
nýggjum studentaskúla í ár.
Í Havn hava vit tekniskan
skúla, studentaskúla og
handilsskúla.
Tekniski
Skúlin húsast í nøkrum
barakkum Úti á Fløtum.
Studentaskúlin er ov lítil og
niðurslitin, og Handils-
skúlanum manglar eisini
pláss.
Fiskivinnuskúlin er eisini
ein sethúsaskúli í trimum
ymsum sethúsum. Tvey av
húsunum eru leigað og
kunnu sigast upp við stutt-
ari freist. Skúlanum mangl-
ar skúlastovur og serstovur
og minnir kanska mest um
eina fyribilsloysn í einum
"krígsherjaðum øki".
Studentaskúlarnir
og
Handilsskúlin á Kambsdali
vóru bygdir fyri ikki so
nógvum árum síðan, og eru
helst teir einastu, sum lúka
nútíðar krøv.
Í Klaksvík er eisini ein
Tekniskur Skúli, og eftir
hvat skilst av skriving í
bløðunum
herfyri,
so
manglar skúlanum bæði
skúlastovur og serstovur.
Nakrir av skúlunum hava
næmingaíbúðir knýttar at
skúlunum, men í flestu
førum er talið av íbúðum
alt ov lítið til at nøkta tørv-
in. Nakrir av skúlunum
hava als ongar næminga-
íbúðir
t.d.
Fiskivinnu-
skúlin. Avbygdanæmingar
mugu klára seg sum best
ber til.
Men hví verður onki
gjørt við at bøta um
hølisviðurskiftini? Seinastu
landsstýrismenninir
í
skúlamálum hava sitið so
stutt, at teir eru burtur,
áðrenn teir hava framt
nøkur politisk avrik. Ein
onnur forkláring er, at upp-
hæddir, sum eru játtaðar til
íløgur í miðnámsskúlar, eru
so smáar og smábýttar, at
tær ikki kunnu brúkast til
nakað sum helst.
Ráð til nýggja lands-
stýrismannin
Væntandi fáa vit ein
nýggjan landsstýrismann í
skúlamálum
í
næstum.
Míni ráð til hann eru hesi:
Ger tær eina skjóta meting
av hølisviðurskiftunum hjá
miðnámsskúlunum kring
landið. Far ikki undir alt í
senn, men set upphæddir
av, sum muna nakað, til
nýggjar
skúlabygningar,
har tørvurin er størstur. Ger
eina raðfesting og eina
tíðar- og íløguætlan fyri,
hvussu allir miðnámsskúl-
arnir kunnu dagførast innan
eitt rímiligt áramál.
Eftir mínum tykki mugu
tey dýru og pompøsu pro-
jektini bíða, til olja er
funnin. Annars verður ong-
antíð komið á mál!
Miðnámsskúlarnir – ein landaskomm
Niels Uni Dam
ba í samskifti og heimspeki
Í Gestinum í seinastu viku
peikaði blaðstjórin í Norð-
lýsinum á hvussu týdning-
armikið tað var, at man
fekk sær neyðugu vitanina,
tá man setti sær fyri at føra
kritiskan journalistik. Eg
var púra samdur, og helt at
hetta skuldi verið galdandi
fyri allan journalistik. Nú
hetta bleiv framborði í SVF,
og sendingin bleiv endur-
send tvær ferðir, roknaði eg
við at tíðindadeildin hjá
somu støð, kanska fór at
taka hetta til eftirtektar.
Men hvat hendur týs-
kvøldi? Ein journalistur,
sum eftir øllum at døma
hevur mist alt samband við
veruleikan, flýgur út í sína
egnu fjølbroyttu dreyma-
verð, og roynir at gera eina
gølu burturúr ongum - ja
slett ongum sum helst. Eg
fór veruliga at ivast í um
viðkomandi
journalistur
var við sínar fullu fimm.
Eitt handrit, var prógvi,
Høgni Hoydal var banditt-
urin og Føroya fólk var
offur, hetta var ein søga um
svik og ólevna.
Hyggja vit objektivt at
prógvunum (hetta er eisini
torført hjá mær, tí eg havi
so ringt við at fata, at
Tjóðveldisflokkurin kemur
til niðurstøðuna um at
halda fram, við at leggja
kropp til slíkt óskil) so hava
vit ein Landsstýrismann,
sum hevur fyrireika seg til
ein fund. Hann hevur fyri-
reika seg væl og professio-
nelt, eisini um hvat sigast
skal eftir fundin um leikur
fór sum ætla. Men hesin
journalistur fær á onkran
løgnan hátt vent hesum til
eina gølu, og tað er í mínari
verð ein gøla. Eg vóni at
leiðslan av tíðindadeildini
tekur avleiðingarnar av
hesum, og setur journalistin
til uppgávur sum hesin
megnar, tí politikkur er
nokk ov torførur at skilja
hjá viðkomandi.
Hetta skal ikki takast
sum ein kritikkur av at SVF
førir kritiskan journalistik,
tí støðin hevur dugnaligar
journalistar, sum megna
hesa truplu uppgávu. Hetta
er harafturímóti ein kri-
tikkur av at ein journalistur,
sum ikki megnar kritiskan
journalistik
sleppur
at
koyra eitt sovorði innslag í
luftina, hatta er háðan av
teimum dugnaligu journal-
istunum, sum verða settir í
ringt ljós av hesum eina
rotna súrepli.
Krititiskir fjølmiðlar ella láturligir fjølmiðlar
Sjálvsavgerðarrætturin
ikki eingangs
Eyðbjørn Jakobsen
farin nevndarlimur í HAF.
Havi frá ikki so fáum lim-
um felagsins fingið fyri-
spurningar um, hví eg ikki
tók við uppstilling til
nevndarvalið — um eg var
bangin fyri ikki at verða
valdur aftur, ella hvat. Nei,
tað var ikki slíkt sum lá
aftanfyri ta avgerðina! Tað
verður í míni verð altíð
fundurin sum góðtekur ella
vrakar eitt valevni. Kann
ein ikki liva við tí, eigur ein
ikki fáast við slíkt arbeiði.
Mítt ivamál var um tað
fór at bera til at arbeiða
saman við nývalda for-
manninum og hansara bak-
landi, og tað gjørdi eg upp
við meg sjálvan, fór ikki at
bera til. Tað hevði helst ført
til standandi kríggj okkara
ímillum. So fyri felagsins
— ikki mína egnu — skuld
valdi eg ikki at taka við
afturvali. Ætlaði at lata
málið fara, men kenni meg
kortini noyddan at gera
nakrar viðmerkingar til
henda í fleiri mátar skemti-
liga fund, samstundis í
fleiri førum hin skendsk-
asta, eg havi verið við til.
Støðið verður lagt
Fundarstjórin sigur frá,
hvussu hann vil hava fund-
in at líða — biður um stutt-
ar viðmerkingar og um
onkur er ófantaligur ella fer
út um mark, tá skal hann,
fundarstjórin, støðga við-
komandi. Setir seg — at
visa, hvar hann hoyrir
heima? — saman við skriv-
aranum, formanni farandi
og
—komandi. Vanligt
hevur verið at fundarstjórin
(táið felagið hevði ein slík-
an) stóð við ein pult fyri
seg; ongantíð sitandi sum
hesuferð, saman við ávís-
um parti....
Formaðurin stríðir seg
ígjøgnum ársfrágreiðing-
ina; orðalagið sigur frá,
hvør hevur skrivað og at
formaðurin
hevur
ikki
rættiliga lisið uppá.
Formansvalið
Her ger fundarstjórin vart
við, at hann letur báðar
uppstillaðu siga nøkur orð,
men hann fer ikki at finna
seg í ólíkligari ella ófanta-
ligari talu. Ger vart við, at
um nakar sigur nakað, hon-
um ikki líkar, verður við-
komandi støðgaður við
brestin!
Jóhan Carl Dam sleppur
fyrst framat og greiður frá,
hvat arbeitt fer at vera fram
ímóti um hann verður vald-
ur. Onkrar viðmerkingar
eru frá limum til báðar
síðir, men tær lati eg hvíla í
løtuni
Hans Joensen sigur eitt
sindur um lívssøgu sína og
fer so brestandi inn á,
hvussu hann og aðrir í
nevndini ikki hava fingið
arbeiðsnáði síðan Jóhan
Carl kom inn í nevndina
fyri tveimum árum síðan;
eisini her hoyrist, hvør
skrivarin er. Sleingir gall og
gor yvir Jóhan Carl og
undirritaða. Hetta ger hann
uttan minstu átalu frá fund-
arstjóranum!
Skrivari felagsins kemur
síðan framat og sigur at
hann ætlaði ikki at taka
orðið, men dregur so fram
tríggjar A-4 síður fer at lesa
upp, og tann óhumskan
sum ikki var áður, kom nú!
Skálkur felagsins
Hansara persónur, føldi
hann, var so úthongdur al-
ment at hann kundi ikki lata
vera við at umhugsa (rætts-
ligar?) avleiðingar. Hann
staðfesti sum eitt slag av
persónligari
niðurstøðu
yvirfyri 300 limum felag-
sins, at :"Eyðbjørn Jakob-
sen er ein skálkur!"
Øll hava vit eina kenslu
av, hvat ella hvør ein skálk-
ur er, og sambært orðabók-
ina hjá M.A.Jacobsen og
Chr.Matras er hesin: Skurk,
slyngel, bedrager, skælm,
gavtyv. Og samb. teirri
dansk-føroysku (Johannes
av Skarði): Skálkur, for-
herðingur, skarvur, beist,
bakbeist, lúsakjálki, lúsa-
skarvur, lúsamunkur, jass-
ur, kúllur.
Hetta mundi fundarstjór-
in eisini halda, ella kanska
hevur hann fingið slíka
kunning áðrenn, at hann
helt hetta vera hóskandi
málburð?
Sjálvur fari eg at lata teir
limir sum hava vent sær til
mín sum nevndarlim um
teirra viðurskifti á ar-
beiðsplássinum og í øðrum
lagi við skrivaran um somu
trupulleikar at gera sínar
niðurstøður!
Eisini staðfesti skrivarin
at hann hevði hjálpt undir-
ritaða úr onkrum (skuldi
fundurin helst skilja, pín-
ligum, fíggjarligum, menn-
iskjaligum ella kanska heilt
øðrum?) støðum, sum tá
vóru mær ókendar!
Glæntrileikur
Hálvavegna
skemtiligur
leikur fór tó fram tá ið
fundarstjórin — troyttur og
svangur, kanska, legði fram
roknskapin, nú sum for-
maður Eftirlønargrunnsins.
Hetta gekk fyri seg í
rúkandi ferð — t.d. tá ið
hann kom fram til eftir-
lønarskyldur grunsins helt
hann fyri, at hetta skilti
hann ikki sjálvur og tí var
eingin orsøk at viðgera tað
málið, ha, ha! ( ha, ha, ha,
ha! flenti fundurin) —
eingin fekk høvi at seta
minsta spurning (orsakað
av teirri ørandi ferðini,
hetta gekk fyri seg í) uttan
ein, sum fekk formannin
uttan at blunka at seta sína
egnu mánaðarløn niður við
kr. X pr. mð. Fundurin helt
hetta vera skemt úr ovastu
skuffu!
Meira skemt
Nú, eg eri inni á skemti —
soleiðis sum fundurin sá
tað, eigi eg at nevna eitt
sum gjørdi meg og Jóhan
Carl heilt til láturs.
Tað var áðrenn valið av
nevndarlimum fór fram. Tá
Jóhan Carl vildi skjóta upp
verandi nevndarlimin, sum
kom inn sum tiltakslimur
táið Carl Johansen andaðist
(og sum vit báðir av góðum
grundum trúði stóð fyri
afturvali), fekk hann eins
og eg á ein sera niðurger-
andi hátt at vita frá fundar-
stjóranum, at hesin eyka-
limurin skuldi sita eitt ár
afturat! Vit sótu sum slignir
á nev!. Hetta hildu mangir
á fundinum vera sera, sera
skemtiligt og flentu hjarta-
liga.
Tað sum fekk okkum
báðar at sita sum Kánus
var, at hetta mál var við-
gjørt á nevndarfundi sum
staðfesti, at hesin nevndar-
limur (valdur við nøkrum
og tríati atkvøðum sum
tiltaks-limur í 2002) kundi
bert sita til komandi (altso
henda) aðalfundin. Við-
komandi var sjálvur á tí
nevndarfundinum, og var
tað ein samd nevnd sum
staðfesti hetta. Her sótu
tveir nevndarlimir sum ikki
vistu, at ein nevndarniður-
støða var broytt, ella sett til
viks! Hvør setti hesa av-
gerð til viks? Fundar-
stjórin? Skrivarin? — í
hvussu so er, so hevur tað
ikki verið nevndin, mær
vitandi!
Nýggjur rokniháttur
Eingin heimild finnst í lóg
Havnar Arbeiðsmannafe-
lags sum loyvir eykalimi at
sita longur enn til komandi
aðalfund! Tveir limir vórðu
— sum lógin fyriskrivar —
valdir, men tríggjir komu
inn í nevndina! Vit gera
bert 1+1 til 3 so er hin triði
gloppin innum gáttina uttan
at vit hugsa um sovorðin
smáting sum lóg felagsins,
soleiðis! Flennið nú!
Bakbit
At arbeiða fram ímóti betri
kunning til limir HAF´s um
felagsarbeiðið sum heild,
varð av mótstøðmonnum
mínum,
serstakliga
av
skrivaranum gjørt til ta, at
eg varð lopin á Carl Johan-
sen, sála, og hevði niður-
gjørt hansara arbeiði felag-
num og arbeiðarafjøldini at
frama; tað skal standa fyri
teirra og hansara egnu
rokning. At Carl og eg til
tíðir vóru rúkandi ósamdir
um, hvussu fram skuldi
farast, nýtist ikki at vera
nøkur loyna. At vit til aðrar
tíðir vóru heilt samdir og
hevði eitt fyrimyndarligt
samstarv, varð av valtekn-
iskum orsøkum gjørt til
einkis. Eg fekk tann framí-
hjárætt at virka saman við
Carl í nevndini í sjey ár, og
fekk eg almikla læru burtur
úr tí tíðini; honum veiti eg
tøkk fyri tað!
Onga kunning, takk!
Eitt havi eg hug at vísa á:
Hesuferð setti 33% av
fundinum spurning við um
higartil nýtta framferðin er
hin rætta og tað meti sum
eitt avgerandi framstig fyri
felagið! Afturhaldið (um-
berið máliskuna — finni
onga betri í løtuni) verður
nú noytt — um ikki annað,
so partvís — at leggja
arbeiðið eftir forskriftum
teir hava fingið frá síni (nú
fráfarnu) andstøðu, sjálvir
hava teir ikki víst seg at
hava nakra kós! Í tí ar-
beiðnum ynski eg teimum
alt tað besta.
At fólk sum tora og vilja
bróta upp úr nýggjum verða
avhøvdaði, er sæð fyrr! Eg
dugi illa at meta farna
aðalfundin øðrvísi enn at
66% av limunum ynskja
framhaldandi at vera óvit-
andi um arbeiðslagið í fe-
lagnum og hjá nevndini.
Og at ein skrivari í einum
felagi er høvuðáleypari og
—talari
ímóti
øðrvísi
hugsandi (nevndarlimum) á
einum aðalfundi sigur nógv
um arbeiðslagið, um hann
(og hansara loyalitet) og í
hesum føri, eisini um fund-
arstjóran!
VIÐMERKINGAR
Pínligi fundurin
Nakrar (kanska endaligar) viðmerkingar um farna aðalfundin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag
Hergeir Nielsen
Staddur á tingi, fríggja-
dagin 7. mars kl. 16, fekk
eg boð frá Jóannesi Eid-
esgaard um, at fundur
skuldi vera um fejuleg-
una á Trongisvágsfirði
dagin eftir. Svarað varð
Jóannesi, at fundurboðini
høvdu alt ov stutt skotbrá
til, at eg slapp suður tað
kvøldið.
Tingfundurin endaði
einar
tríggjar
tímar
seinni, og eg var bundin
av fundi í Havn dagin
eftir.
Kl. 18.30 sama dag
lýsti Suðuroyar Kunning-
arstova við hesum fundi,
og sagt var í lýsingini, at
tingmenn skuldu vera við
á fundinum.
Tá fleiri framvegis
sóknast eftir, hví eg ikki
var við, skal eisini sigast
frá, at Suðuroyar Kunn-
ingarstova hevði ikki bið-
ið meg koma við á hend-
an fund.
Eyðun Eltør segði seg
hava fingið fundarboðini
eina
viku
framman-
undan.
Vøkru náttúruna úti
við Lítlu Hólmar eri eg
sjálvandi varugur við, og
royndi eg longu 7. nov. í
fjør at broyta avgerðina
um at leggja eina nýggja
ferjulegu har á leiðini.
Skotið varð upp á sam-
gongufundi, at fyri somu
løgu, sum ætlað var til
eina nýggja ferjulegu,
kundu vit fáa eina felags
almenna
kommunala
havn á Drelnesi, eina í
Vági og koma hálva leið
fram millum Øravík/Hov.
Framlagda fíggjarlóg-
aruppskotið fevndi tá
bara um samferðsluhavn-
ina á Trongisvágsfirði,
og endin varð, at allar
tríggjar
verkætlaninar
vóru samtyktar í desemb-
er á fíggjarlógini 2003.
Tað var ivaleyst skila-
gott, at Jóannes Eides-
gaard, Johan Dahl og
Hendrik Old fóru suður
við Eyðun Eltør at kunn-
að seg um umstøðurnar
har, og kann eg bara
harmast um, at mær ikki
untist høvi til at vera við.
Á kyndilsmessu hand-
aði eg landsstýrismann-
inum eitt skrivligt til-
mæli um ger av Øravíkar
Hov tunlinum samsvar-
andi uppskoti eg fekk frá
NCC. Hesum skrivliga
tilmæli hevur landsstýr-
ismaðurin ikki svarað
mær enn, og er tað eisini
handað nevndarlimunum
í vinnunevndini.
Tá tað ikki er á hvørj-
um degi, at landsstýris-
maður fær uppskot um at
strika vegagerð fyri 42
mió.kr., og fáa tunnil fyri
tveir triðingskostnað av
upprunaætlan, vænti eg
mær reiðiliga skjótt svar
upp á hetta skrivliga til-
mæli mítt.
Sum skilst, so eru
menn farnir undir nýggj-
ar kanningar av einum
máli, ið var klárt at
leggja á tingborð. Helst
tí, at ásannað varð, at
upprunaliga ætlanin ikki
var nóg skilagóð.
Hví almennar kostn-
aðarmiklar kanningar í
heila tikið skulu gerast av
eini verkætlan, ið kann
útbjóðast
fyri
fastan
kostnað, skiljið eg hin-
vegin ikki rættiliga.
Svarð varð lovað eftir 2
vikum. Nú 6 vikur eru
farnar, man svarið liggja
nakað nær.
Samferðsluhavnin hev-
ur ligið 9 vikur í vinnu-
nevndini, og hevur ma.
NCC verið á fundi har.
Hví henda nevndarvið-
gerð er so drúgv, er mær
eisini ein gáta.
Løgtingið hevur sam-
tykt at fara undir Øravíka
Hov tunnilin í ár, og løg-
tingsins vilja fara vit at
fylgja so ella so.
Játtaða upphæddin í
hesum árinum røkkur
ikki langt, men tunnilin
kemur at liggja har, sum
vit suðringar siga, at
hann skal liggja.
So kunnu menn kanna,
so galt teir vilja.
Hvussu vit skilabest
loysa tunnilsgerðina og
samferðsluhavnina, og
um hesar kunnu tengjast
at hvørji aðru, fáa vit at
síggja í næstum, tá ið
vinnunevndin og lands-
stýrismaðurin hava við-
gjørt hesi mál við atlitið
at náttúru, kostnaði og
verkligum viðurskiftum
annars.
Framtøk í Suðuroy
C
M
Y
K
11
10