Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 56 - 21. mars 2003 Nr. 56 - 21. mars 2003 13 Nú er klárt at spæla Fríggjakvøldið verður fyrsta av fleiri Prix-kvøld- um á dansistaðnum Plat- form í Havn. Fyrsta kvøld- ið fara bólkarnir Déjá Vú og Páll Finnur Páll at spæla, men aðrir bólkar fara eisini at spæla í næst- um Platform í Havn fer nú undir eina røð av live- kvøldum við bólkum, sum hava verið við í Prix Føroy- um í ár. Fyrsta av hesum kvøldum verður fríggja- kvøldið 22. mars. Tá fara havnabólkarnir Déjá Vú og Páll Finnur Páll at spæla. Tiltakið er skipað soleið- is, at frá kl. 23.00 til 01.00 fara bólkarnir at spæla, og aftaná verður dansur. Kostn- aðurin áðrenn kl. 01.00 er 50 krónur, meðan tað kostar meira at koma inn aftaná. Hetta verður gjørt fyri at fáa fólk at koma so tíðliga sum gjørligt. Onnur Prix-kvøld verða eisini á Platform, og hóast endaligu dagfestingarnar ikki eru settar á kvøldini, kunnu fólk vænta sær bólk- ar sum Hatespeech, Flux og Gestir á pallinum í Platform. Lutakast hevur verið til spennandi fót- bóltskappingina fyri tónleikarar, og nú er greitt at leypa á leygardagin TÓNLEIKUR Pop.fo Leygardagin kl. 13.00 byrj- ar ársins innandurakapping í fótbólti. Tá fara tónleikar- ar og onnur við tilknýti til tónleikaheimin at kappast í høllini á Kambsdali. 21 lið hava teknað seg til kappingina, og tey hittast í innleiðandi bólkum. Tvey lið spæla seg víðari úr hvørjum bólki til millum- spæli í kappingini. Síðani verða hálvfinalur og finalur. At enda verður ein stórur vinnari funnin, og hann fær ferðasteyp, sum 3’arin let- ur. Harafturat letur Rest- orffs eisini virðisløn til trý tey fremstu liðini. Lutakast hevur verið til bólkaspæli, og her var drig- ið frítt millum øll liðini. Eingin styrkismeting var gjørd frammanundan, og úrslitið var fylgjandi. Bólkarnir Bólkur A: Mentanarhúsið í Fuglafirði, Ataja, Dyna- mitt, All That Rain/Masha, Mjølnir og Atlas/Fugla- fjarðar Manskór. Bólkur B: Radiohøvdini, Lawetz, MC Hár, Blood of Lucifer og FC Nólsoy. Bólkur C: Playmate, Trut- tirut, Grót, Terji Rasmussen og Dryspell. Bólkur D: Gestir/Fluffy Toys, Bumba rímar við Sumba, Ludomania, Dev- alu og Platform. Ordans tiltak Spælt verður við vanligum hondbóltsmálum, eingin hevur loyvi at taka bóltin við hondunum, og dømt verður annars eftir vanligu fótbóltsreglum. Spælararnir skulu tó ansa sær við hørð- um taklingum. Fýra spælarar eru á vøll- inum í senn, men tað er frí útskifting. Teir fýra á vøll- inum kunnu allir spæla um allan vøllin samstundis. Kappingin byrjar kl. 13.00, og tað tekur ein góð- an tíma at avgreiða hvønn innleiðandi bólk. Kapping- in verður liðug áðrenn kl. 19.00. Aftaná verður veitsla í Mentanarhúsinum í Fugla- firði, har tónleikarar fara at sessast til kalt borð. Frá kl. 23.00 verður almennur dansur, og har fara nógvir góðir tónleikarar á pallin. Nevnast kunnu nøvn sum Kim Hansen, James Olsen, Terji Rasmussen og onnur. Eisini verður platuvendari. Prix-kvøld á Platform Vælgagnist Næmingar í 10. flokki í Vestmanna skúla hava havt verkætlan sum lið í undirvís- ingini, har tey hava sett á stovn og rikið matstovu í skúlanum MATSTOVA Edvard Joensen Vestmanna: Næmingarnir í 10. flokkun- um í Vestmanna skúla hava gjørt matstovu í skúlanum. Hetta er úrslitið av árligu verkætlanini hjá skúlanum, og bæði næmingar og lær- arar lata væl at. Flokkarnir hava býtt seg í bólkar, fimm í tali, greiðir Bogi Hansen, sum er ein av næmingunum, frá. Hann sigur, at bólkarnir hava fingið hvør sína uppgávu at umsita, og at tað tykist hava riggað bara heilt væl. Ein bólkur hevur havt við alt innkeypt at gera. Ein annar stendur fyri matgerð- ini. Ein triðji hevur gjørt reklamu fyri tiltakinum. Tann fjórði hevur verið runt og hugt at, hvussu aðrir skúlar hava skipað sínar matstovur, meðan tann seinasti er tann, sum kall- aður hevur verið nevndin, og skal halda skil á øllum. Næmingarnir hava kann- að og lagt til rættis eina matstovu í skúlanum. Heilt frá byrjan til enda, nú tey flýggja út mat til næmingar og lærarar á skúlanum. Vit hava verið á stðum sum Læraraskúlanum, Studentaskúlanum í Hoy- dølum og á Føroya Hand- ilsskúla og hugt at, hvussu kanitinurnar virka har, greiða tey frá. – Síðan hava vit gjørt av, hvat vit ætla at hava av til- boðum í matsovuni her. Tá tað var avgjørt, varð biðið um tilboð frá ymsum heil- sølum upp á tað tilfar, sum brúkast skuldi, og síðan keypt. Matin gera tey sjálv. Alt sum er. Baka pizzasniglar og steikja frikadellur. Skera grønmeti til salat og gera eplasalat. Tvíflísar (sand- wich) gera tey eisini, og har eru eitt nú egg í, sum tey kóka. Skinkan er kortini keypt liðug. Grísarnar hava tey ikki til taks. Næmingunum dámar væl. Bæði teimum, sum lut- taka í verkætlanini, og teimum, sum bara fáa at eta burturav. Næmingarnir siga, at teimum dámar eisini at sleppa undan tí dagliga matpakkanum og halda tað vera eitt gott hugskot við kantinu í skúlanum. Eitt, sum bæði næmingar og lærarar nevna, er, at nú slepst eisini undan mat- roykinum, sum altíð er í stovuni, tá byrjað verður aftur eftir matsteðgin. Eisini bygdarráðið hevur víst tiltakinumáhuga, siga næmingarnir. Tá tiltakið er endað, fær bygdarráðið úrlsitini av teimum roynd- um, tey hava gjørt, og so kunnu tey liggja til grund fyri, um arbeitt verður víðari við eini fastari kantinu í Vestmanna skúla. Næmingarnir hava sálvir gjørt alt, boðið verður í kantinuni í Vestmanna skúla hesa vikuna. Frikadellurnar verða steiktar í skúlakøkinum. Fýra ymiskar menuir eru at velja ímillum. Pizzasniglar við salati er ein. Næmingarnir hava sjálvur bakað og skorið. Lærararnir Sarita Eriksen og Augusta Egholm Petersen hava 0eisini fingið sær í kantinuni. Tær lata væl at tiltakinum C M Y K 13 12