fríggjadagur 21. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 21. mars 2003
15
GRIND
Tíðindaskriv
Leygardagin
22.
mars
heldur Grindamannfelagið
ársfund. Fundurin verður í
Norðurlandahúsinum, og
hann byrjar klokkan 14.00.
Fundurin er almennur, og
øll eru vælkomin.
Aftur í ár verður gesta-
røðari við. Hesa ferð kemur
hann úr Grønlandi, hann
eitur Henning Sloth Peter-
sen og fer at tala um súg-
djór í sjónum sum matar-
kelda, um dálking osfr.
Hetta er eitt evni, sum
verður nógv viðgjørt, bæði
her heima, men sanniliga
eisini aðra staðni. Hvat siga
tey aðrastaðni? Hví? Høvi
verður at seta honum
spurningar.
Henning Sloth Petersen
er ikki føroyingum ókend-
ur. Hann er lækni og hevur
áður starvast her í Føroy-
um, men hevur seinastu
árini verið í Grønlandi.
Sum sagt eru øll væl-
komin, og vónandi møta
fólk fjølment.
Ársfundur hjá Grindamannafelagnum
Í morgin verður ársfundur hjá Grindamannafelagnum í
Norðurlandahúsinum í Havn
Savnsmynd
15
14
Nr. 56 - 21. mars 2003
Kommunurnar skulu ikki yvirtaka nakað, sum landið hevur ábyrgduna av
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Uppgávurnar eru greiðar,
kommunurnar hava átikið
sær ábyrgduna av barna-
ansing og gera sjálvar av
um tær vilja gera nakað við
barnaansingarøkið.
Landið hevur einsamalt
ábyrgduna av allari eldra-
ansing og ger sjálvt av,
hvussu nógv tað vil gera
við eldraøkið
Landið tvingar komm-
unurnar til barnaansing
Landstýrismaðurin í hesum
málum skal vegna landið
spara pengar og er nú við at
gera lóg um, at kommunur-
nar skulu gjalda til foreldur,
sum ikki kunna fara út og
arbeiða vegna vantandi
barnaansing
Við hesari lóg tvingar
landið kommunurnar til at
syrgja fyri, at barnaansing-
in er nøktandi hjá øllum
kommunum.
Kommunurnar
mugu
tvinga landið til at nøkta
ansingina á eldraøkiðnum.
Sum sagt eru uppgávurnar
greiðar, landið hevur alla
ábyrgduna av eldraøkinum,
men sum øll vita so hevur
landið slett ikki nøkta tørv-
in og hevur tvinga komm-
unurnar til at bygt sambýlir
o.a., við einki at gera
Tá ið landið nú tvingar
kommunurnar til at byggja
barnaansingarpláss, má tað
verða ein sjálvfylgja, at
landið byggjur ansingar-
pláss til tey eldru sum ikki
klára seg sjálvan, hervið fáa
kommunurnar eisini ráð til
at byggja barnaansingar-
pláss, tí tær sleppa undan at
byggja sambýlir, røktar-
heim o.a., sum tær ikki
hava ábyrgduna av.
Kommunurnar gjalda
Tey fólkavaldu lóggeva so-
leiðis, at kommunurnar
koma at gjalda rokningar
hjá landinum tí landið
manglar pengar og tað eru
nógv dømi um hetta t.d.
• FAS- skatturin hækkar
• Botnfrádrátturin hækkar
• Rentufrádrátturin
• Barnaverndurnar
• Vantandi barnaansing
Tað er eingin avtala, sum er
eftirfarandi, um at landið
afturrindar kommununum
nakað sum helst.
Greið avtala
Uppgávubýti millum land
og kommunurnur er greitt á
barnaansingar og eldraøk-
inum, tann einasti sum skal
halda avtaluna er landið.
VIÐMERKINGAR
Aftursvar til
hjartasuff (15-3)
Elma Fornagarð
470 Eiði
H. J. Garðalíð, tú skuldi
tikið hattar aftur, sum tú
hevur skrivað, tí eg veit, at
í Kongagøtu skal man vera
edrú/ur við at búgva har:
Eg kláraði tað ikki.
Tú kann ikki bestemma
allastaðni.
Tú skrivar, at ein 70 ára
gomul kona bleiv koyrd út,
tað var rætt at gera tað, tí
hon drakk sanniliga. (Nær
hevur sodavatn verið í
ølfløskum).
Hesi konu havi eg møtt í
einum klubba, ikki bara
eina ferð, men fleiri ferð.
Tit, sum hava við Blá-
kross at gera, svarið ikki til
hatta skriv, tí tit hava gjørt
rætt.
Símin, tú skal hava mína
stóru tøkk fyri tað, tú ger,
tú hevur hjálpt nógvum,
sum koma á Kafé Blákross.
Eg havi fingið góða
hjálp, tí nú eri eg turrløgd.
Takk fyri Blákross.
C
M
Y
K
14
PEUGEOT 406 2.1 HDI DIESEL
7.PERS. STATIONCAR
Árg Nov'97, Km 111.000.
Vælhildin: Fj. Stýrt centrallás C.D.
Anlegg -Alufelgur-Hiti í forsetrum-
El.Rútar v.m. 7.persónar.
Kr. 140.000
OPEL VECTRA 1.8I GL
Árg Maj'95, Km 81.700.
Vælhildin:Centrallás- El. Spegl -
C.D.Anlegg . v.m. Kr. 65.000
DAEWOO NUBIRA 1.6
STATIONCAR
Árg Jun'98, Km 29.000. Sera
vælhildin: El. rútar fr.-Takboylar-
Centrallás-Radio v.bandspælara-
El.spegl v.m. Seprísur kr. 86.000.
MITSUBISHI LANCER 1.6 GLX I
Árg Juli'96, Km 114.000.
Vælhildin: Alufelgur- El. rútar-
El.spegl- Centrallás- Radio v.
bandspælara- Spoylari aftan v.m. .
Serprísur kr. 68.000.
FIAT BRAVO 1.6 SX
Árg 96, Km 97.000. Vælhildin:
Centrallás- El. Rútar- Radio
v.bandspælara - Alufelgur.
Kr. 50.000
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650