Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað verður ikki fyrr enn í seinna lands- dystinum móti Ka- sakstan, at Føroyar vera í sterkastu upp- stilling. Fyrra dystin sleppa helst fleiri nýggj andlit at royna seg í landsliðsbúnan- um LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað er nú nakað síðani, at tað var greitt, at Føroyar í vár skulu spæla tveir lands- dystir móti Kasakstan. Upprunaliga var ætlanin, at hesir skuldu leikast 25. og 27. apríl, men hetta er nú flutt tveir dagar, soleiðis at talan ístaðin verður um 27. og 29. apríl. Orsøkin til hetta eru so- nevndu landsdystartermin- irnar hjá UEFA, har ásett verður, hvørjar dagar ymsu feløgini í Europa skulu rokna við, at leikarar eru burtur, soleiðis at kapping- arnar kunnu leggjast, uttan at liga- og landsdystir renna hvørt um annað. Uttan HB og útisetar Landsdystartermin hjá UEFA er hesa ferð 29. og 30. apríl, og fyri føroysku útisetarnar merkir tað, at teir ikki fáa frí til fyrra landsdystin. Samstundis er dysturin millum føroysku og íslendsku meistararnar á skránni, og tað merkir so eisini, at eingin leikari úr HB kann roknast at vera ímillum teir, sum vera til fyrra dystin móti Kasak- stan. Tað merkir, at í mun til venjingarleguna í Spania vera Bárður Johannesen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum, Johan B. Hansen og Ingi Højsted ikki við í hópinum. Hartil er eisini greitt, at Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup Mikkelsen ikki kunnu takst við, umframt sjálvandi Todi Jónsson, skuldi tað hent seg, at hann aftur segði seg vera tøkan til landsliðið. Afturat hesum kann eisini nevnast, at nakrir av teim- um, sum vanliga eru í hópinum, í løtuni dragast við skaðar, so roknast kann við, at fráveran verður enn størri. Fyri mong man ein slík frágongd í einum tykjast øgilig – og kanska eisini ræðandi. Men hinvegin gevur hetta samstundis landsliðsvenjaranum høvið at síggja fleiri nýggj andlit í landsliðsbúnanum. Hetta seinasta árið hava fleiri leikarar verið framat lands- liðnum og snoddað eitt sindur til atmosferuna har, og einki er at ivast í, at nógvir teirra fáa sín fyrsta landsdyst tann 27. apríl. Til seinna dystin verður talan so vónandi um full- mannað føroyskt landslið. Helst á grasi Í Dimmalætting í gjár varð nevnt, at annar ella kanska báðir dystirnir móti Kasak- stan skulu spælast á gras- líki, heldur enn grasvølli. Orsøkin til hetta er, at vanliga óvissan, sum altíð valdar um føroyska veðrið um hesa ársins tíð. Ísak Mikladal, aðalskriv- ari í FSF, sigur um hetta, at verður veðrið soleiðis, at tað liggur kavi um alt land- ið seinast í apríl mánaði, so kann tað gerast neyðugt at fáa dystin á graslíki, sum í størri mun tolir eina veru- liga kavarudding. - Sum útgangsstøði skulu dystirnir tó spælast á grasi, men veðrið kann gera tað neyðugt at broyta hetta, og hetta eru teir í Kasakstan eisini kunnaðir um, og skilja teir støðuna fullvæl, sigur Ísak Mikladal. Verður tað so, at dystirnir verða fluttir, verða teir helst leiktir í tveimum av trimum møguligum vøllum. Nevn- liga Gøtu, Runavík ella Klaksvík. Hesir eru teir einastu í Føroyum, har sonevnda triðja ættarliðs graslíki er lagt á. Hesir eru teir, sum í nógv størstan mun líkjast veruligan grasvøllum, og í løtuni ger UEFA nakrar royndir, sum skulu vísa, hvørt hesir eru egnaðir til altjóða dystir. Nr. 56 • hósdagur • 21. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar-Kasakstan: Teir óroyndu sleppa at royna seg Tað verður helst ikki so, at tað er neyð- ugt hjá Henrik Larsen at spæla við sjálv- ur, men til fyrra dystin móti Kasakstan noyðist hann at klára seg uttan fleiri av teimum, sum hann vanliga setir álitið á 17 16 Nr. 56 - 21. mars 2003 11 ára gamlir Beinir Poulsen av Nesi á Toftum hevur verið í starvsvenjing hjá pápabeiggja sínum í tveir dagar í hesi vikuni sum liður í arbeiðsháttinum hjá flokkinum STARVSVENJING Solby A. Eliasen Fimti flokkur av Tofta skúla var mánadagin og týsdagin í starvsvenjing. Ikki rættari starvsvenjing sum vit kenna tað frá framhalds- deildini, men í mini-prakt- ikk, sum tað verður kallað. 11 ára gamli Beinir Túgvustein av Nesi hevur ein pápabeiggja í Klaksvík, sum starvast á Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu. Og honum ynskti Beinir at sleppa at fylgja í tveir dag- ar. Hóast tað bar til hjá hon- um at fara í tvey ymisk støð hesar dagarnar, so valdi hann heldur at fylgja einum. – Hetta er ordiliga stutt- ligt, sigur Beinir, meðan pápabeiggi hansara fyllir asfalt í eitt hol í vegnum við Kósavirkið. Beinanveg- in tekur Beinir eina rívu og byrjar at slætta asfaltið út. Síðani starta teir maskin- una, og Beinir tekur hana so og slættar alt asfaltið út. Annars hevur Beinir gjørt ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á vegadeildini, og hann hevur verið við pápa- beiggjanum frá klokkan tíggju á morgni og inntil dagurin er liðugur. Hann hevði væl kunnað hugsað sær at roynt okkurt líknandi aftur. Leif Danielsen, pápa- beiggi Beinir, sigur, at tað hevur riggað avbera væl at hava ein ungan drong við. – Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum, og hann er bara raskur, sigur hann. Hetta er tann seinni dag- urin í mini-praktikkini hjá Beini, so skal hann aftur í skúla á Toftum. Mini-praktikk Tað er Elisabeth Poulsen, sum er flokslærari hjá Beinir og hinum, sum hevur tikið stig til tiltakið, og hetta er ikki henni vit- andi roynt áður í Føroyum, at so lítil børn fara í starvs- venjing. – Børnini tóku sera væl ímóti hugskotinum, og eg haldi, at tey vóru erpin av at vera tey fyrstu, sum royna hetta, sigur Elisabeth. Hon hevur arbeitt í Dan- mark og hevur tikið hetta hugskot heim við sær. Fimta flokkinum hjá henni arbeiða tey eftir ein- um hátti, sum verður nevndur port folio. Tað vil siga, at børnini sjálvi eru við til at tilrættisleggja teirra arbeiðsviku – eina í senn – og tey skulu seta sær ymisk mál, sum tey skulu náa. Tá vikan so er av, verð- ur eftirmeting, og tá skulu næmingarnir vísa ymiskt fram, sum vísir, at tey hava nátt teirra máli. – Sjálvandi verður alt gjørt í samráð við læraran, sum vegleiðir teimum í øll- um, sigur Elisabeth. Og til tíðir er tað ymiskt, hvussu tað gongur hjá børnunum, men arbeiðshátturin hevur víst seg at vera vælegnaður til tey kortini. Og mini-praktikkin er ein partur av hesum. Nú er hon av, og tá tey hittast aftur í skúlanum, fara tey at hava eina framløgu um dagarnar fyri hinum floksfeløgunum. Onkur hevur valt at taka upp á sjónband, og onnur hava tikið myndir. – Vit gleða okkum til at síggja, hvat tey hava fingið burturúr, sigur Elisabeth, sum fegnast um, at undir- tøkan fyri hesum hugskot- inum var so góð allastaðni. Tey arbeiddu við hug- skotinum í ein tíð, áðrenn tey løgdu tað fram fyri næmingunum, sum dámdi tað avbera væl. Síðani greiddu tey foreldrunum frá, og í felag funnu børn og foreldur ein persón, sum kundi hava ábyrgdina av einum fimtafloksnæmingi í tveir dagar á sínum arbeiðs- plássi. – Eitt arbeiðspláss kann ikki átaka sær ábyrgdina av einum so ungum barni, og tí gjørdu vit av, at tað skuldi vera ein persónur. Og hjá teimum flestu er tað ein, sum tey eru í familju við, greiðir Elisabeth frá. Endamálið við mini- praktikkini er, at børnini skulu kunna síggja, hvussu tað er á einum arbeiðs- plássi. – Tað er stuttligt hjá teim- um at síggja tað við teirra egnu eygum, og harvið finna tey eisini út av, at tað gevur meining at brúka síni evni í skúlanum, sigur Elisabeth. Av øðrum støðum sum næmingar valdu at fara kunnu nevnast, at onkur fór í barnagarð, onkur til At- lantsflog og onkur til ein bónda á Trøllanesi. So ikki kann annað sigast enn, at tey eru farin víða um. Hetta er ordiliga stuttligt 11 ára gamli Beinir Túgvustein av Toftum dámar avbera væl at vera í mini- praktikk Eysturoyar Gongu- felag fer nú aftur til gongu. Byrjað verður á Eiði sunnudagin GONGUFELAG Eysturoyar gongufelag Aftur í ár fer Eysturoyar gongufelag at skipa fyri túrum ymsastaðni í Føroy- um. Túrarnir í ár verða fjøl- broyttir, bæði lættir og tungir. Á skránni eru tveir túrar um mánaðin, og byrj- að verður í mars. Seinasti túrur í summar verður í september. Limatalið í Gongufelagnum er uml. 150 húski, og øll kunnu gerast limir við at venda sær til eina av kunningar- stovunum í oynni. Ársins fyrsti túrur verður komandi sunnudag 23. mars. Hetta er ein lættur túrur, sum byrjar við einum spákingartúri á Eiði. Síðani verður farið eystur undir Krúp. Aftaná túrin verður aðalfundur á Látrinum, har drekkamuður eisini verður at fáa. Henda dagin møtast gongufólkini kl. 14.00 við Eiðis kirkju. Tey, sum eru áhugaði at gerast limir, kunnu eisini møta, og tekna seg á staðnum. Faldari um túrarnar kann fáast við at venda sær til Kunningarstovurnar í oynni, tlf. 449 449 og 444 860. Spákingartúrur á Eiði C M Y K 16