Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 56 - 21. mars 2003 Tjaldur-Neistin 27-35 (11-19): Neistamenn klárir til endaspurtin Við sigrinum á Tjaldri hevur Neistin lagt seg í bakhjólið hjá hinum trimum oddaliðunum, og við dystum móti øllum hesum, kann liðið nú fáa sína ávirkan í óvanliga javna oddastríðnum MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, at teir bláu í Neistanum iðra seg grønar um vánaligu gongdina, sum rakti liðið fyrra partin av endaspælinum. Eftir at Neistin nú tykist hava fingið tamarhald á sínum niðurtúri, tykist túrurin nevnliga vera komin til hini liðini í deildini, og við eitt nú sigrum á H71 og Tjaldri – har fekk Neistin bara eitt stig – kundi liðið í dag sitið á oddasessinum í deildini. Eingin ivi Farið er tó farið, og tað fáa teir í Neistanum ikki gjørt so nógv við, men nú tykist tað kortini, sum um liðið aftur er í ferð við at ota seg uppeftir stigatalvuni. Mikukvøldið vitjaði Neistin hjá Tjaldri, sum langt síðani tykist vera farið í summarfrí, og har fyri tað mesta eingin par- dón. Hóast tað ongan tíð var talan um nakað stórt rykk, har Neistin við nógv- um málum á rað setti alt upp á pláss, so var talan kortini um sera sannførandi avrik. Frá fyrsta bríksli byrjaðu teir at toga frá Tjaldrinum, og tó at heima- menninir líka sum fingu loyvi at vera í dystinum, so sýndi máltalvan longu í hálvleikinum, at her mundi mest sum alt vera liðugt. Og í seinna hálvleiki helt gongdin fyri tað mesta fram. Kanska tóku gestirnir tað dekan ov róligt onkra løtu, soleiðis at Tjaldur fekk minkað nakað um munin, men rættiliga spennandi gjørdist tað ongantíð. Tá munurin var minstur, hevði Tjaldur minkað niður í fýra mál, men tá Neistin so aftur setti ferð á seinastu løtuna, so var leyst og liðugt. Væl skal vilja til Sum nevnt omanfyri, so tyk- ist tað nú, sum um Neistin er um at fáa somu ferð á aftur, sum teir høvdu í grundspæl- inum. Kanska hava seinastu dystirnir verið ímóti mót- støðuliðum, sum á pappírin- um teljast millum tey veik- astu, men hinvegin eigur sálarligi týdningurin, sum tveir sigrar á rað kunnu hava fyri liðið, ikki at undirmet- ast. Og enn er kanska ikki ov seint hjá liðnum at fara eftir heiðursmerkjum, men so skal kortini ganga heilt væl. Liðið hevur tríggjar dystir eftir at leika, og eru hesir móti ávíkavist VÍF, StÍF og Kyndli! Hjá Tjaldrinum tykist hinvegin ikki vera so nógv eftir at spæla um. Eftir eina lítla uppblóman tíðliga í endaspælinum, hava leikar- arnir nú fullkomuliga givið skarvin yvir. Hvørki vilji ella sál tykist vera í spælin- um, og at botnsessurin longu nú er ein staðfesting, sigur eisini nakað um, hvussu illa árið hevur hilnast. Einasta málið hjá liðnum tykist í løtuni vera at fáa topskjúttan í deildini. Og sum Dragisa Stojovic tykist halda fram við stór- skjóting sínari, so verður hetta helst eisini rokkið. Men so er eisini alt sagt. Dysturin í tølum Tjaldur-Neistin 27-35 (11- 19) Málskjúttar: Tjaldur: Dragisa Stojovic 14, Zoran Sarcevic 5, Tórur Thomsen 3, Arnfinn Lang- gaard 2(1), Ken Bærendsen 2, Uni Højgaard 1 Neistin: Morgan Knezevic 9(1), Ragnar Stakksund 6, Kári Mortensen 6, Áki Mørk 5, Dann Thorleifsson 4, Jón Ludvig 3, Helgi Just- inussen 2 Brotskøst: Tjaldur 6, Neist- in 1 Útvísingar: Tjaldur 3, Neistin 3 Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samu- elsen. 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 8 5 - 0 - 3 626 530 96 19 2 StÍF 7 4 - 2 - 1 541 475 66 19 3 Neistin 9 4 - 1 - 4 598 565 33 18 4 Kyndil 8 5 - 2 - 1 548 530 18 18 5 KÍF 8 2 - 2 - 4 537 557 -20 11 6 H71 8 4 - 0 - 4 517 585 -68 11 7 Tjaldur 8 0 - 1 - 7 498 623 -125 4 Máltindurin: Dragisa Stojovic Tjaldur 183 (17) Damir Oros KÍF 162 (34) Sveinur Justinussen StÍF 137 (20) Halgir D. Olesen H71 135 (5) Áki Olsen VÍF 127 (9) Morgan Knezevic Neistin 127 (26) Jacob Jónsson Kyndil 118 (7) Áki Mørk Neistin 112 (26) Ingi Olsen VÍF 109 (22) Finnur Hansson Kyndil 96 (13) Costin Dumitrescu StÍF 92 (22) John Zachariasen VÍF 91 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 89 (27) Niels Viggo Niclassen H71 80 0 Petur Martin Poulsen KÍF 77 0 Um vikuskiftið varð enda- umfarið í kappingini hjá gentum 12b leikt á Gilja- nesi. Neistin b, TB, VÍF b og Søljan høvdu leikt seg fram til umfarið, tá hesi endaðu á teimum báðum fremstu plássunum í sínum bólkum. Og eftir at hesi fýra liðini soleiðis dystaðust innan- hýsis, stóð greitt, at vest- menningar áttu besta liðið í kappingini. Søljan gjørdist nummar tvey, meðan Neist- in og TB endaðu á ávíkavist triðja og fjórða plássinum. jm Meistarar úr Vestmanna Tað tykist sum einasta málið hjá Tjaldri nú er er at fáa toppskjúttan í deildini, og í so máta gekst væl hjá Dragisa Stojovic, sum hesa ferð skeyt 14 mál Gentur 12 b hjá VÍF gjørdust føroyameistarar í kappingini fyri gentur 12b. Standandi frá vinstru eru tað Halla Durhuus, Vivian Petersen, Ragnhild á Heygum, Linda Davidsen, Angela Róadóttir, Sólja Torleifsson og Ioana Rápa, sum var venjari hjá liðnum. Húkandi eru tað Tóra Seloy, Agnas Olsen, Liljan Djurhuus, Ingilín Strøm, Oddvør Vang og Jóna Zachariasen Tann stóra, árliga fimleikarframsýning in hjá Klaksvíkar Fimleikarafelag verður í KÍ høllini sunnudagin kl. 15.30 FIMLEIKUR Solby A. Eliasen Umframt allar 260 luttak- ararnar hjá Fimleikarafel- agnum, so verður eisini eitt gestalið við. Tað er eitt aerobiclið frá kvøld- skúlanum, sum fer at sýna fram eina seriu. Annars verður bæði rútmiskur og reiðskaps-fimleikur á skránni. Luttakararnir eru flest allir í aldrinum frá 7 til 20 ár. Øll liðini hava vant eina seriu í árinum og ymiskt annað verður eisini á skránni. Í steðgin- um verður undirhald eins og undanfarin ár. Kynsbýtið á luttakarun- um er áleið líka hjá teim- um yngstu, men so hvørt sum tey gerast eldri, minkar undirtøkan hjá dreingjunum. – Tað er ikki gott at vita, hvat tað er, sum ger tað, men tað letur til, at áhugin dalar, tá teir koma upp um ein vissan aldur, verður sagt frá Fimleik- arafelagnum. Dreingjun- um dámar eisini best lop. Annars verður sagt, at framsýningin í ár helst verður eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí fel- agið hevur fingið fleiri ungar og nýggjar venjarar til hetta árið. Men tað merkir ikki, at tørvurin á venjarum ikki er stórur. Frá felagnum siga tey, at teimum tørvar fleiri venjarar til komandi ár. Fimleikarárið byrjar í august og endar við fram- sýningini. Hetta er fimta árið á rað, at Klaksvíkar Fimleik- arafelag hevur framsýning og hevur undirtøkan verið avbera góð hvørja ferð. Høllin plagar at vera stúgvandi full av fólki. Fimleikaframsýn- ing í Klaksvík Klaksvíkar Fimleikarafelag hevur framsýning í KÍ høllini sunnudagin kl.15.30 C M Y K 18 Nr. 56 - 21. mars 2003 19 Bakaralærlingur Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið, hava vit eitt lærupláss at søkja. Bakaríið hjá Gunleivi hevur eina sera fjølbroytta framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsum- hvørvi saman við nógvum røskum fólki. Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið gevur fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja at halda fram, har tey hava lært, meðan onnur vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri bakarar um- borð á cruise-skipum, í oljuvinnuni og innan hotelvinnuna. Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri víðari- útbúgving, til m.a. procesteknolog. Lærutíðin til bakara er 4 ár, harav 35 vikur á tekn- iskum skúla. Ætlanin er at tú skal byrja skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen. Tlf. 228838 ella 312161 Leikhúsið Gríma framførir Per Gúnt eftir Henrik Ibsen leikstjórn Eyðun Johannessen á Meiarínum leygardagin 22. mars kl. 19.00 útselt sunnudagin 23. mars kl. 18.00 týsdagin 25. mars kl. 19.30 mikudagin 26. mars kl. 19.30 Atgongumerki á kr. 125,- fáast á Kunningar- stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur. 25 ára hátíðarhald -har tað hendir 19