fríggjadagur 5. juli 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Fríggjadagin kl. 21.30:
Clark
Danskur filmur frá 1977 um svenska
bankaránaran Clark Olofsson. Tann 4.
apríl 1975 ræna tríggir mans ein banka í
Hellerup, norðan fyri Keypmannahavn.
Skotið verður, og ein bankaránari verður
særdur, men hinir fáa hann við sær og
rýma við uml. 200.000 kr. Hin særdi
bankaránarin var Clark Olofsson, seinni
heimskendur frá gísladramainum við
Norrmalmstorg í Stockholm. Hetta
bankaránið er fyrimyndir til filmin, har
vit síggja fyrireikingarnar til ránið,
sjálvt ránið, jagstranina í Sveríki eitt ár
seinni o.a. Vit fáa eisini at vita, hvussu
Clark hevur havt tað sum ungur.
Fríggjadagin kl. 23.50:
Alfred Hitchcock
Millióningurin Bill Fleming hittir unga
advokatin Sandy, meðan hann er og
veiðir, og eftir at hava drukkið nakað
nógv, sigur hann honum frá trupulleik-
um sínum. Bill sigur, at unga kona hans-
ara hevur fingið sær ein hjámann, Philip
Baxter, og at hann er í eðini og ætlar at
drepa hann, men tað er bara tað, at so fer
hann í fongsul. Sandy hugsar seg um og
sigur honum um »eitt hol í logini«, at um
ein maður berjist fyri æru síni, verður
hann ikki revsaður fyri morð.
Paul Douglas spælir Bill,
Morse spælir Sandy.
Robert
Leygardagin kl. 19.15:
Heima hjá abba
Ein drongur bjóðar Kris til rockkonsert í
San Francisco. Men tá ið Jessie uppdag-
ar, at tey ætla at gista har saman við
tveimum eðrum perum, noktar hon Kris
at fara, og hon verður frá sær sjálvari.
Men Gus finnur eina loysn
Leygardagin kl. 20.05:
Quincy
Ein dagin kemur Quincy ikki til arbeiðis
til tíðina orsakað av ymiskum hending-
um, og legreglustjórin átekur sær at gera
arbeiðið hjá Quincy tann dagin. Har er
nóg mikið at gera. Hann skal gera eina
obduktión, royna at fáa lív í eina sjónleik-
arakvinnu aftur, sum hevur roynt at
framt sjálvmorð og eisini bjarga tveim-
um tvíburðabeiggjum, sum hava fingið
eitur í seg
Leygardagin kl. 21.00:
Scandal Sheet
Am. sjónvarpsfilmur frá 1985. Helen
Greco er blaðkvinna, sum arbeiðir á ein-
um mánaðarblaði. Tá ið hetta fer á húsa-
gang, noyðist Helen, sum er einsamøll
mamma, at fáa sær arbeiði hjá blaðmann-
inum Harold Fallen á einum gelublaði,
Inside World. Hon fær nógva len, bil, hús
og lyfti um bara at skriva tað, hon sjálv
vil. Men hetta lyftið brýtur Fallen
beinanvegin
Burt Lancaster spælir Harold Fallen.
Sunnudagin kl. 21.00:
Choices of The Heart
Am. filmur frá 1983 bygdur á veruligar
hendingar. Unga trúboðarakvinnan Jean
Donovan roynir at liva upp til sína trúgv
og fór tí til El Salvador at arbeiða millum
tey heimleysu og hungursraktu orsakað
av innanhýsiskríggi. Hon kom ongantið
aftur. Hon varð saman við trimum eðr-
um nunnum myrd í des. 1980. Hesin film-
urin lýsir lív hennara og menning frá at
vera studentur til at gerast katólskur
trúboðari, sum ofraði alt.
Sunnudagin kl. 22.45:
Einkjurnar
Ensk sendireð í seks pertum. Tríggir
prof. ránsmenn, allir limir í sama banda,
doyggja av vanlukku beint áðrenn teir
skulu fremja eitt rán. Einkjurnar, við
Dolly Rawlings á odda, gera av sjálvar at
fremja ránið
Debby Bishop, Fiona Hendley, Ann
Mitchell og Mauren O'Farrell
Nr. 125 — 5. juli 1991
Mánadagin kl. 22.35:
Le Rire de Cain
Christoph Mosbrugger og Erick
Deshors
Fronsk sendirød i seks pørtum bygd å
skaldsøgu hjå Jose-Andre Lacour. Søgan
fer fram i Europa millum 1930 og 1950
og snyr seg um brødurnar Teddy og
Rocky, sum vórðu skildir sundur sum
smáir og ikki síggjast aftur fyrr enn teir
eru vaksnir. Tá royna teir at koma hverj-
um eðrum nær og verða vinmenn, men
langur skilnaður og ymiskt sinnalag og
øvundsjuka elvir til hatur.
Litli Teddy Van Dyke livir í einum
stórum slotti saman við mammu síni,
Netta og abbanum Arnold. Maðurin hjá
Nettu er farin frá henni og tók sonin
Rocky við til Amerika, og Arnold hugsar
bert um sítt arbeiði sum matematikari.
Teddy er nógv einsamallur, men einaferð,
tá ið tey eru og ferðast, hann er tá 10 ár,
finnur hann góðar vinir millum ensk børn
— serliga verður vinalagið við Carole
ongantíð gloymt
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Laurent Grevill og Erick Deshors
Týsdagin kl. 21.00:
Raffles
Am. filmur frá 1940. Kendi cricketspæl-
arin Raffles hevur ein loyniligan óvana,
sum eingin veit um. Hann er amater-
tjóvur. Hann klárar seg væl, men so møt-
ir hann eini kvinnu, og verður forelsk-
aður og hetta fær avleiðingar.
David Niven og Olivia de Havilland
Týsdagin kl. 22.20:
Les Yeux Bleues
Francoise Christophe og Gilles Laurent
Fronsk sendirød i seks pørtum, sum fer
fram i Fraklandi. Søgan er um 17 åra
gamla Remi Gagneur og leitan hansara
eftir samleika. Remi skal skjótt upp til
studentspróvteku. Hann býr saman við
mammu síni Marie og tveimum eldri
systkjum, Marc og Colette. Pápi teirra
býr í Canada, og Remi minnist hann ikki.
Andre Falcon og Francoise Christophe
Mamman hevur ongantíð viljað sagt
teimum um pápan. Ein dagin frættir
Remi, at pápi hansara kemur aftur til
Fraklands og hann vil fegin hitta hann.
Mammuni dámar ikki, hann fer, men
hann lurtar ikki eftir. Remi fer til pápa
sín, men hetta verður ein vanlukka — tá
ið pápin sær Remi, fær hann ein hjartatil-
burð og doyr. Remi verður til jarðarferð-
ina og fær eina mynd av pápanum heim
við sær. Hann sær, at pápi hansara hevur
blá eygu sum mamman og hini systkini,
men sjálvur hevur Remi myrk brún
eygu
Mikudagin kl. 21.00:
Arvurin
Norskur filmur frá 1979. Skipsreiðarin
Kai Skaug er deyður og til jarðarferð
hansara savnast familjan, sum ikki hev-
ur sæst í fleiri ár. Men nú er steðan ein
onnur — Kari hevur skrivað fyritøku
sina til oll, treytað av at tey reka hana
saman uttan at klandrast. Hesin arvurin
broytir lív teirra
Hódagin kl. 21.00:
Big Rose
Am. krimi frá 1974 við Shelley Winters
og Barry Primus í hevuðsleiklutinum.
Big Rose og Ed Mills eru eitt ólíkt par,
sum reka eina detektivfyritøku og hon
gongur væl. Tey arbeiða væl saman, eis-
ini um hundurin hjá Rose ikki leggur í
Ed. Ein dagin kemur ein maður at
vitja