fríggjadagur 5. juli 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
'
;
i
Í
1
|
Nr. 125 — 5. juli 1991
Sjónvarp Føroya
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Leygardagin kl. 20.30:
Guinness heimsmet
Vit skulu fyrst síggja surfarar á Waimea
Bay á Hawaii og heimsins sterstu aldur.
Eisini verður prátað við surfarar.
Vit síggja eisini heimsins stersta og
heimsins minsta mann. Teir tosa saman
n : um fyrimunir og vansar.
Richard Mulligan og hundurin
Friggjadagin kl. 20.30:
Tómt reiður
Harry er einkjumaður við trimum vaksn-
um detrum. Tá ið sendirødin byrjaði,
vóru allar fluttar heimanífrá, og Harry
kendi seg ógvuliga einsamallan. Men nú
búgva tær báðar elstu hjá honum, og so
er tað grannin, Charley, sum ofta støkk-
ur inn á gólvið, tá ið hann kundi hugsað
sær eina kalda ol. Og ikki at tosa um
hundin Dreyfus. So samanumtikið hevur
Harry lítið privatlív. Carol, elsta dóttur-
in, er aftur farin at hugsa um mannfólk,
og Barbara er framvegis løgreglukvinna,
og soleiðis kennir hon seg eisini mótvegis
familjuni.
Tað er Richard Mulligan, sum spælir
Harry Weston, lækni.
Fríggjadagin kl. 21.55:
Høgguslokkurin
Démurin er fallin. Ein av bakmonnunum
er rymdur til USA, ein annar, Laudeo
professari, fær 5 år og advokaturin
Terrasini sleppur út um fáar mánaðar.
Cattani er ørkymladur og fer í farloyvi
og flýggjar niðan í fjøllini at hugsa í friði.
Hvat skal hann gera við ongari familju
og uttan nakað ávíst úrslit av royndum
sínum? Har hittir hann ein gamlan kenn-
ing, fyrrverandi politikara, sum er vorðin
abbed. Teir báðir tosa aftur og fram um
samvitskuspurningar.
Men ein dagin kemur ein amerikanskur
FBI agentur niðan at tosa við Cattani
um fólkini, hann er og leitar eftir í
Europa.
Cattani er aftur farin til verka
Francisco Rabal og Michele Placido
Shawn Southwick fer eisini til New
York City at hitta Ashrita Furhman,
sum hevur sett 10 Guinness met í ymisk-
um.
Leygardagin kl. 23.00:
Eg og Bogart
— am. filmur
Jerry Lacy
Allan Felix kemur i eina kreppustødu, tå
id kona hansara fer frå honum — ein
kona, hann »tilbidur« eins og filmshetj-
una Humphrey Bogart. Vinir hansara,
hjúnini Linda og Dick, royna at finna
honum eina nýggja vinkonu, til fánýtis.
Allan torir bara at vera sum hann er sam-
an við Lindu, og hetta kann elva til
mangt og hvat, sum eingin hevði vænt-
að.
Sunnudagin kl. 19.55:
Tvørtur um
Antarktis — 1:2
á
Henda langa sleðuferðin er komin til
Suðurpólin, sum er kaldasta ekið á jorð-
ini. Her hvíla tey seg, áðrenn leiðin gong-
ur til sovjettisku basuna Mirnyy við Ind-
iska havið.
David McCubbin og Annie Jones
Sunnudagin kl. 21.40:
Jackaroo 12
Australsk sendirød, sum fer fram á ein-
um ranchi, Glen Ayre, sum Martha Log-
an eigur. Hon verður góð við nýggja for-
valtaran, Jack Simmons, ein >Don Juan«
og Jackaroo, sum er australska orðið fyri
cowboy. Hann uppdagar skjótt, at hann
eigur arvarætt til Glen Ayre, tí abbi
hansara, skottin Hamish Logan, var
beiggi hansara, sum bygdi ranchin.
Um hann giftist við Marthu, er eingin
trupulleiki, men so verður Jack forelsk-
aður uppi í systirdóttir Marthu, Clare,
sum er og ferðast á Glen Ayre, meðan
ríku foreldur hennara eru í Onglandi. Og
ikki nóg mikið við tí, hon verður við barn
og foreldur hennara verða í eðini, og tað
verður Martha eisini
Annie Jones spælir Clare, og David
McCubbin spælir Jack. Tina Bursill er
Martha.
Sunnudagin kl. 22.30:
Vinarliga
Dario Campeotto, Grethe Sønck og Jan
Schou
Birthe Kjær-undirhaldssending frå Belle-
vue Teatrinum. Vit hoyra Grethe Sønck,
Dario Campeotto og Jan Schou og
kanska eisini Claus Ryskjær.
Tysdagin kl. 21.00:
Gud signi barnið
— am. filmur
Hesin filmurin snyr seg um eina unga
einsamalla mammu og barn hennara.
Theresa er ung og einsamøll, og verður
rikin úr íbúð síni saman við lítlu dóttir
síni, Hillary. Maður hennara, sum ikki
hevur arbeiði, er farin frá teimum, og tær
hava onga familju ella vinir, sum kunnu
omen. Æ i
Mare Winningham, Grace Johnston og
Dorian Harewood
hjålpa teimum. Hvar skulu tær fara?
Theresa roynir at halda høvdid høgt,
men tað er torført, eftirsum hon kennir
seg einsamalla í verðini og noyðist at
sova á ymiskum herbergum. Dóttirin,
Hillary, fær blýeitran og verður innlegd
á sjúkrahúsið. Therese hugsar um hon er
fer fyri at hava dóttrina, ella hon noyðist
at lata hana frá sær?
Filmurin er ein hugvekjandi lýsing av
tí Amerika, vit ikki eru von at síggja. Ein
sonn sega um stríðið hjá einari mammu
fyri at yvirliva.
Mare Winningham spælir Theresa.
Hósdagin kl. 21.35:
»Tumbledown«
— en. filmur
Colin Firth
Enskur filmur um Falklandskríggið
avleiðingar tess hjá einum ungum h«
ovasta (Colin Firth, spælir), sum særdur
vendir heim og eingin leggur nakað
hann.
Colin Firth spælir tann 22 ára gam!
hermaðurin Robert Lawrence frá herlið-
num Scots Guards, sum verður illa særd-
ur undir álopinum við fjallið >Tumble-
down«, tå ið kríggið er um at verða lið-
ugt.
Charles Wood hevur skrivað mynda-
ritið — sum er bygt á samreður við
Robert Laurence, meðan hann lá sjúkur
í Onglandi eftir kríggið. Er tað nakað,
sum eitur »krigshetjur«? Og hvat hendir
við teimum hermonnum, sum yvirliva.
Hvussu eru teir fyri sálarliga?
Colin Firth