Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Tá P/f 20.7.76 (Miklagardur) var lagt undir SMS Hans og SMS tkvøddu fyri Og SMS, - tad var Hans Mortensen. Einsamallur å fundi atkvøddi hann fyri samanleggingini, meðan tveir aðrir partaeigarar sótu við hús og vistu av ongum Eitt av sakarkrøvunum hjá Davidi Eliassen í rættarmálinum ímóti SMS og Hans Mortensen var, at hesi skuldi við- urkenna, at samanlegg- ingin av Miklagarði og SMS var farin ólógliga fram og harvið var uttan rættargildi. Gloymdi at kalla inn Sum kunnugt fall eingin dómur í málinum, men undir avhoyringunum viðgekk Hans Mortensen, at innkallingin til aðal- fundin í P/f 20.7.76 (Miklagarður) 28. juni 1985 ikki var í lagi. Ein gánandi Ebbe Mog- ensen, sakførari hjá Hans Mortensen, hoyrdi SMS- stjóran siga, at fundar- innkalling var send P/f SMS (sum átti 598.500 kr. av partapeninginum uppá 600.000 kr. í Miklagarði). Men teir einstøku partaeigararnir í Miklagarðsfelagnum vórðu gloymdir, tá brøv um fundarinnkalling vórðu send út; teir ein- Hver atkveður fyri at leggja P/F Miklagarð saman við P/F SMS? 2 støku partaeigararni vóru Hans Mortensen, sjálvur, David Eliassen og Petur Olivar í Hoyvík. Fekk boð 'umvegis' Sjálvur var Hans Mort- ensen so heppin, at hann Olavsøkuskråin Feløg, stovnar, samkomur og onnur, sum skulu vid i Olavsøkuskrånna, mugu siga Kunningarstovuni frå hvat tey hava og nær ådrenn 10. juli. Tórshavnar Ítróttarráð PLÁTUBARRIN á Strondum Vegna AFTURLATING verður øll vera seld — Í dag, fríggjadagin, leygardagin og mánadagin (s. dagur). visti av aðalfundinum í Miklagarði gjøgnum brævið, sum P/f SMS hevði fingið. Hans Mortensen var - eftir at hava keypt nógv umrøddu partabrøvini frá Davidi Eliassen - einsamallur partaeigari í SMS. Tískil møtti hann upp á aðalfundinum í P/f 20.7.76, - sum einstakur partaeigari í Miklagarði og vegna SMS. Á aðal- fundinum var eisini Poul Hansen, advokatur, til staðar, og hann góðkendi sambært Hans Mortensen fundin sum lógliga inn- kallaðan! — Tað gera vit SMS og Hans Mortensen! Báðar hendur á lofti Hóast Hans Mortensen ikki i Føroya Rætti greiddi meira frå sjålvum aðalfundinum, so er av- gerdin um samanlegging- ina eydskild: tå Poul Hansen, fundarstjóri, hevur spurt, hvør at- kvødur fyri at taka parta- felagið 20.7.76 av og leggja tað saman við SMS, hevur Hans Mort- ensen havt báðar hendur á lofti: aðra vegna SMS og hina egna vegna. Saman- leggingin harvið sam- tykt! ówh syt-UTSOLA Vegna flyting verður øll ítrivs- og merkivgra seld við = 20% — Í dag, fríggjadag, leygardagin og mánadagin (s. dagur). STRANDA ÍTRIV Tlf. 48 740 Nr. 125 — 5. juli 1991 , LJ á eo á Sámali til minnis Dátt kom tað við at frætta deyðsboðini av Sámali. Visti, at hann var merktur av sjúku, men seinast eg hitti hann, læt hann ikki so illa at. Henda góðveðursdagin, Sámal var borin út, runnu minnini fram fyri meg: tá vit sum ungir realskúladreingir fyri umleið 20 árum síðani komu á prentsmiðj- una á Heygsbreyt at falsa SOSIALIN. Tá í tíðini varð hvert eintak lagt í gomlu pressuna við hond og eisini falsað — lagt saman — við hond. Her var megu- leiki hjá okkum skúladreingjum at for- vinna nøkur oyru eftir skúlatíð og í frítíð- ini. Teir, sum tá arbeiddu á prentsmiðjuni, vóru Tummas Jensen og Sámal Olsen, og teir løgdu okkum lag á. Sámal, sum var ættaður úr Seldarfirði, var longu blaðungur komin í prentara- læru á Heygsbreyt. Eftir realskúlan fóru vit at fáast við blaðmannayrki, og tað kravdi eisini innlit í prentarayrkið. Tá var tað kanska serliga Sámal, sum legði okkum lag á. Hann fekst við at bróta um — seta yvirskriftir og tekst saman til síður — meðan Tummas sat við gomlu blýsetimaskinuna. Tummas og Sámal vóru báðir álitis- menn. Mangan vóru arbeiðsdagarnir hjá teimum langir, tí útgerðin var gomul og slitin. Men teir gramdu seg ikki. Málið var at fáa blaðið prentað, falsað og pakk- að, áðrenn postmenninir fóru til arbeiðis, og so at herja á aftur morgunin eftir. Teimum, sum okkum eðrum, longdust eftir nýggjari og betri prentútgerð — off- sett — sum eisini tíbetur kom nekur ár seinni. Tummasi untist ikki at arbeiða leingi í nýggja handverkinum. Hann doyði í 1975. Seinni komu vit báðir, Sámal, eina tíð at arbeiða saman á Dagblaðnum, og sein- astu árini var hann prentari á Oyggjatíð- indum og Dimmalætting. Sámal var stillførur maður, men altíð hugnaligur at koma í prát við. Og varð prátað um samfelagsviðurskifti, hevði hann sínar avgjørdu meiningar. Friður veri við minninum um Sámal. Johnsigurd. A É i |