fríggjadagur 5. juli 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Kristindómur, rennifjalir og
harður rockur
tóktu bussferðini til Noregs.
Føroyskur ferðaleiðari.
+; Børn 0-2 ár ferðast frítt.
Íroknað prísin er:
Sigling við Norrønu fram og aftur í
%. 4koyggjukamari við handvaski.
> Gisting á hotellum í dupultkomur-
um við wc/bað og hálvum vistar-
haldi.
| Bussur, útferðir og ferðaleiðari.
* Bið um ferðaseðil á tlf. 15900.
Her fært tú eisini nærri at vita um túrin.
SMYRIL LINE
THE NORTH ATLANTIC LINK
TIf. 15900 - J. Broncksgøta 37 - Box 370 - FR 110 Tórshavn
Níggjunda árið á rað skipa vit fyri tí vælum-
Vit fara av Havnini 24.6. og verða aftur 37,7 ; "5
Ferðakostnaður fyri vaksin bert kr. 4.395,- j
Ferdakostnadur fyri børn 3-15 år kr. 3.920,-
Seinastu vikuna hava eini 1.000 fólk luttikið í
"Target 2.000 Great Comision Torch Run" í
Fóroyum. Tiltakið er ein sera óvanligur háttur
fyri kristniboðan
"Fyrireikingarnar til
stevnuna í Havn eru í full
swing. Endurreisingin av
skateboardrampanum er
byrjað."
Soleiðis stendur í
tíðindaskrivinum, nevndin
fyri kyndlarenningina
hevur sent fjølmidlunum.
Men at endurreisa eina
rennifjalabreyt sum lið í
fyrireikingunum til eina
stevnu, har fólk skulu
savnast um evangeliið, er
ikki tað einasta, sum fyri
leikmannin tykist heldur
enn ikki óvanligt ella
løgid við hesum tiltaki.
Harður rokkur
Umframt skateboardfram-
sýningina, vera skal á
stevnuni frå 4. til 7. juli,
fer eitt hollendskt "heavy
trash” orkestur at hava
konsertir.
Hvat "heavy trash” er
fyri nakað, verður ikki
Rennifjalabreytin var
framvegis ikki fingin
upp at standa í gjár
mynd : Kalmar
greitt frá í tíðinda-
skrivinum, men upplýst
verður, at bólkurin NLM -
No Longer Music - úr
Amsterdam, er kendur fyri
"sera harða og kontanta
upptraðkan".
Birta spenning fyri
evangelisering
Eitt lið við luttakarum úr
Suður Korea, Filipinunum
og Danmark er komið til
Føroya í sambandi við
stevnuna. Rennararnir
hava verið uml. 250 í tali,
men saman við tónleikara-
og dramabólkum verður
aktiva luttakaratalið
omanfyri 300.
Men samanlagt man
luttakaratalið vera um tey
1.000. Ein treyt fyri at
kunna renna við kyndli-
num, er nevniliga, at tú
hevur minst trý fólk at
biðja fyri tær. Harafturat
skalt tú vera persónliga
k 'sun, og vera førur fyri
at ie108 onnur ul Kristus.
Fýra endamál eru við
renningini: 1) at eggja
trúgvandi at viðurkennast
Harran Jesus, 2) at fáa
fleiri hundrað ung at renna
við kyndlinum, 3) at fáa
trúgvandi á øllum plássum
at biðja fyri veking í
sínum býi ella bygd og í
øllum landinum, og 4) at
birta nýggja gleði og
nýggjan spenning fyri
evangelisering bæði úti og
heima.
Tiltakið verður fíggjað
við sjálvbodnum gávum
frá samkomum og ein-
staklingum.
Byrjað í 1988
Hugskotið til renningina
fekk leiðarin fyri Youth
With A Mission, Loren
Cunningham, í 1988.
Páskamorgun hetta árið
var ein kyndil tendraður á
oljufjallinum í Ísrael, og
síðani hevur verið runnið
við eldinum kring stóran
part av heiminum.
Skriftstaðið, renningin
heldur seg til, er tað Gud
segði við Abraham í
fyrstu Mósebók 13, v.15-
17: "Alt landið, ið tú sært,
gevi eg tær og avkomi
tínum til ævigar tíðir... Far
gjøgnum landið, so langt
og breitt, sum tad er - eg
gevi tær tað!
Stevnan byrjadi i gjår,
og heldur fram til
sunnudagin. Eftir at hava
fingið íblástur á stevnuni,
fara fleiri føroyingar út í
heimin at boða gleði-
boðskapin. Hetta er, skilst,
eisini eitt lið í "Target
2.000 Great Comision
Torch Run".
Hvgnn leiklut fram-
sýningin av rennifjalum
hevur á hesi stevnu,
eydnaðist okkum ikki at
fáa uppspurt í gjár.
S-S-
NÚ er at spenna
BELTINi
$