fríggjadagur 5. juli 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
d5Af sta
ÍA ir
Nr. 125 — 5. juli 1991
Maskinskúli Føroya heldur til í húsunum hjá P/F Valdermar Liitzen á Skålatrø, har umleið 100 næmingar ganga.
17 nýggir næmingar byrja eftir summarfrítíðina
Helmingurin Stóðu
Ikki royndina
Í hesum próvtgkutíðum
eru ivaleyst nógv ungfólk
fegin um próvtgkuúrslitini,
men tað eru eisini næming-
ar, sum ikki stóðu ymsu
royndirnar, um tað so bert
er í fyrsta parti av lestrar-
tíðini.
Hetta var veruleiki á
Maskinskúla Føroya i
Havn, har 14 næmingar
dumpadu og 13 stóðu 1.
års royndina.
Viðvíkjandi teimum seks
næmingum, sum fóru upp
til endaligu royndina eftir
nýggju skipanini, fingu
bert tríggir prógv.
Er 50% ikki ov stórt próv-
tøkufall?
Maskinmeistaraútbúgv-
ingin er torfør, og tá tað
bert krevst støddfrødi og
alisfrødi úr 9. flokki, um-
framt kunnleika til týskt
mál, so er tað greitt, at tað
verður torført hjá nógvum
at fylgja við.
Handverkarar
Næmingar, sum fara á
maskinmeistaraskúla, eru
oftast handverkarar, sum
hava staðið í læru - eitt nú
sum maskinmenn, bilsmið-
ir og rørleggjarar. Hesir
hava kanska ikki tær stóru
lestrarroyndirnar, áðrenn
teir fara á Masinskúlan, og
hetta er tað - saman við tí
nýggju útbúgvingarskipa-
nini, sum skapar trupul-
leikarnar, sigur Heðin
Abrahamsen, lærararáðs-
formaður.
- Hóast nógvir ikki
standa royndina, so er tað
ikki vist, at útbúgvingin
ikki er nóg góð. Kanningar
hava víst, at føroyska
maskinmeistaraútbúgving-
in liggur yvir miðal í
danska ríkinum.
- Eitt ávíst fráfall skal
vera, annars er útbúgving-
in ikki nóg góð. I Danmark
er fráfallið 20%, og í ár
fingu bert 60 maskin-
meistarar prógv tilsamans,
eftir somu skipan sum í
Føroyum.
Høgt torleikastig
Petur í Króki, lærari á
Maskinskúlanum, sigur
við Sosialin, at henda út-
búgving hevur høgt tor-
leikastig.
- Tað kann eg persónliga
vátta, tí eg var verkfrød-
ingur tá eg fór undir út-
búgving til maskinmeist-
ara, og havi tíkið prógv
hiðani.
Krevst ov lítið av næming-
unum, áðrenn teir sleppa á
skúlan?
- Vit hava næmingar
sum t.d. hava students-
prógv saman við teimum,
sum bert hava 9. ella 10.
flokk, og eg noyðist at
ásanna, at stórur munur er
millum hesar næmingar.
- Nú er henda út-
búgvingin so nýggj, og tað
snýr seg eisini um byrj-
anartrupulleikar, sum ver-
ða rættadir so hvert sum
frálíður.
Henda útbúgving er tann
sama sum í Danmark, og
eg hugsi ikki, at nakar
hevur áhuga fyri at fáa
føroyska útbúgving, tí so
kann hon ikki nýtast aðra-
staðni - eitt nú fara nógvir
út at sigla.
Byrjunartrupulleikar
Í høvudsheitinum kann
sigast, at her er talan um
eina átta ára útbúgving,
Lv.s. at næmingarnir fyrst
hava fingið handverkara-
útbúgving í fýra ár, og so
skulu ganga í skúla trý -
fýra ár. Vit kunnu neyvan
krevja stórri bókliga vitan
av teimum, sum er.
Hevdi tað ikki verið betur
um ein forskúli var sum
áður?
- Tað hava vit eisini tosa
um, men tað er eingin
loysn. Teir sum duga væl,
taka sær kanska av løttum,
og so eru tað aftur teir
vánaligastu í flokkinum,
sum verða við sviðið soð.
Hóast ov stórt fráfall til
próvtgkuna, so heldur Pet-
ur í Króki, at nýggja skip-
anin fer at gagna næming-
unum, sum frálíður.
100 næmingar ganga á
Maskinskúla Føroya og 17
næmingar byrja eftir
summarfrítíðina.
Dagny
Umhugsa fleiri
meguleikar
- har Smyril kann setast í rutu
Tað dregur út við sam-
ráðingunum hjá Árhus-
Tønsberg Line, sum her-
fyri upplysti, at flutnings-
felagid var sinnad at flyta
til Noregis úr Århus, av tí
Hóast Århus-Tønsberg
Line hevur leigad Smyril
til 1. august 1992,
verdur umhugsa at fåa
skipid heimaftur til
heystar. Fiskaútflytarar
eru áhugaðir í at fáa
eina rutu millum
Føroyar og Skotland
at vinnulívið har hevði
stórri áhuga fyri at stuðla
fersjusambandið millum
londini.
Bjørn Andreasen, stjóri á
Århus-Tønsberg Line, sig-
ur við Sosialin at samráð-
ingarnar framhaldandi eru
millum partarnar. Talan er
um vinnufelag og ein pen-
ingastovn, ið hava áhuga í
at seta pening í Árhus-
Tønsberg Line í Noregi,
sum hevur leigað Smyril í
15 mánaðar, fram til 1.
august 1992.
Svend Åge Ellefsen,
landsstyrismadur sigur, at
higartil hevur nyggja flut-
ningsfelagið megnad at
gjalda leiguna, sum er
50.000 krónur um dagin.
Annars upplýsir lands-
stýrismaðurin, at teir hava
tosað um møguleikan at
fáa Smyril aftur til Føroya
í september mánaða í ár.
Fiskaútflytarar hava heitt
á Landsstýrið um møgu-
liga at nýta Smyril til
fiskaútflutningsskip t.d. til
eina ferð um vikuna atsig-
la til Skotands í vetur.
Hugsandi er eisini at
ferðafólk hava áhuga fyri
hesi rutu.
Svend Áge Ellefsen: -
Hetta er ikki avgjørt, men
um so er at rutan Árhus-
Tønsberg ikki frameftir
fær ti stóru undirtøkuna,
mugu vit kanna umstøb-
umar og hava møguleika
at seta Smyril í aðra rutu.
Bjørn Andreasen, stjóri
Sigur, at teir vænta ikki tí
stóru afturgongdina eftir
summarfrítíðina.
- Vónandi eru fólk so
væl kunnað um hetta rutu-
sambandið millum Dan-
mark og Noreg, tá vetrar-
tíðin byrjar, at vit kunu
halda fram.
Higartil vísa framtíð-
arútlitini, at vit kunnu
vænta so mikið góða
undirtøku í vetrarhålvuni,
at Smyril kann sigla við
yvirskoti á rutuni Árhus-
Tønsberg.
Umleið 18 føroyingar
eru i løtuni vid Smyril.
Dagny