Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 oe AN] Nr. 126 — 6. juli 1997 Arbeiðseftirlitið fer møguliga at biðja um at fáa kanningar gjørdar í samband við styrkjuna í berandi súlunum. Myndir: Kalmar … - Rættiliga kritiskt Eli Davidsen, leiðari á Arbeiðseftirlitinum sigur, at nógva stadni sær út til at vera rættiliga kritiskt í bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum, sum hann tekur til. Arbeiðseftirlitið fer møguliga at biðja um neyvari kanningar Arbeiðseftirlitið fer at fylgja væl við hvat nú fer at henda í málinum um Landssjúkrahúsbygningam ar nú tað er komið fram, hvussu álvarsliga tað stendur til. Eli Davidsen, leiðari á Arbeiðseftirlit- inum sigur, at Stovnurin fer at fylgja væl við hvat hendir. Hann leggur aftrat, at neyðugt verður helst við neyvari kanningum millum annað av berievninum í teimum berandi súlunum, sum eru nógv tærdar. Sum tað sæst á myndini liggur armeringin nógvastaðni uttaná, og tá er berievnið í súluni nógv minni. Møguliga fer Arbeiðseftir- litið at biðja um at neyvari kanning av berievninum verður gjørd. Eli Davidsen vil ikki kalla hetta byggisjusk, men er samdur við Karter Højgaard, umsjónarmann á Landssjúkrahúnium, sum í Sosialinum í gjár segði høvudsorsøkina vera tørv- andi viðlíkahald. Eli Davidsen leggur aftrat, at sløttu tøkini hava heldur ikki bøtt um støduna. Teimum hava vit nógvar ringar royndir av í Føroyum. tór.- Frá Lio ns Club Tórsha Un: Olavsøku- framsýningin Á ólavseku 1983 stílaði L.C. Tórshavn fyri einari framsýning av báta- og skipsmodellum, og fór á- góðin ta ferðina til sluppirnar JÓHONNU og WESTWARD HO og til MEGINFELAG TEIRRA BREKAÐU. Í 1985 snúði framsýn- ingin seg um GRIND, og fór ágóðin til LYFT- IR til rerslubrekað í svimjihellini í Havn. Í 1987 fevndi framsýn- ingin um FØROYAR UNDIR KRIGNUM, har ágóðin fór til >Savnið 1940-1945«, sum varð latið upp undir bretsku vitjanini í fjør. Í 1988 var KOLA- GREVSTUR i SUDUR- OYNNI å skrånni til frama fyri HAVNAR HORNORKESTUR og G.H.M. Í 1989 var tað um FØROYSK KLÆDNA- PLØGG sum stuðul til RIT um sama evni og til VARÐVEITING AV STADANØVNUM. I 1990 var høvi til at siggja FUGLASAVNID hjå Gunnari Poulsen ur Nólsoy. Ágóðin fór til KANNING AV FUGL- UM í NORÐURAT- LANTSHAVI v/ djóra- deildini á Náttúrugripa- savninum. Tær rúgvusmiklu framsýningarnar um GRIND og FØROYAR UNDIR KRÍGNUM vórðu við vælvild frá Út- varpi Feroya hildnar í konserthellini, | meðan allar hinar hava hildið til í dansihellini í Norður- landahúsinum, har vit í stórum takksemi aftur hava fingið loyvi at vera komandi ólavseku. Í ár 1991, eru 25 ár lið- in, síðan Lions Club Tórshavn var stovnadur, og er hesuferð ætlanin, til henda at kalla fasta tátt á ólavseku, at finna fram ymiskt, sum hevur havt og/ella enn hevur tilknyti til aðalvinnu før- oyinga — SJÓLÍVIÐ — nær og fjar. Ágóðin er ætlaður sigl- ingarsavninum i Millers Pakkhúsi, sum Tórs- havnar kommuna hevur latið til hetta endamál. Utta tað stóra beina- semi, okkum hevur verið sýnt um allar Feroyar, hevði ikki verið gjørligt at fingið so frægt burtur úr hesi árini, og loyva vit okkum aftur hesuferð at heita á tykkum, sum í neysti, hjalli, kjallara ella úti undir væðingini kunnu hugsast at hava okkurt liggjandi av báti ella skipi ella kanska okkurt, sum hevur verið brúkt uppi á landi í sam- bandi við sjóvinnuna, um at lata ella lána okk- um tað til Ólavseku- framsýningina 1991. Sama hvussu lítis- verdur ein tílíkur lutur í fyrsta umfari sýnist, kann hann hava stóran týdning fyri heildar- myndina — hver eigur til dømis í dag ein lippu- kassa, bukku úr bøkjara- hondum ella ein vað- stein? Í sambandi við fram- sýningina hava gamlar myndir sjálvandi eins stóran týdning og lutir- nir sjálvir — fyri alt tað eisini nýggjari myndir. Upprunamyndin verður avmyndað og latin eigar- anum aftur. Tað, ið latið er ella lánt, verður skrásett so hvert og lánið borið aft- ur Aftan á vanliga ar- beiðstíð ber til at ringja á 13354, 13218, 11836, 12475, 13197, 12975, 15242, 12341 ella 10554. Helst eru tey mong, ið halda, at feroyingurin, sum í hvussu er hesa øld- ina til henda dag hevur livað av sjónum, átti at fingið eitt tílíkt savn, sigur Lions-felagsskap- urin, sum takkar fyri stuðulin.