Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 126 — 6. juli 1991 Vit fara a drukna í umsiting -Steðgið fyrireikingunum av momsinum til samgongan, og síðani løgtingid hava fingið meira at vita, sigur Vilhelm Johannesen, formaður i Skattanevnd Løgtingsins, sum ivast stórliga í um politiskur meiriluti yvirhøvur er fyri eini føroyskari momsskipan. Hann óttast fyri, at vit drukna í umsiting Vilhelm Johannesen, for- maður í løgtingsins skatta- nevnd ber stórliga ótta fyri, at umsitingin av eini føroyskari momsskipan bert verður ein endurtøka av umsitingini av samtíð- arskattinum, og tað vil hann ikki finna seg í. Tá samtíðarskattaskipanin kom til politiska viðgerð vóru fyrireikingarnar kom- in so langt, at har vendist ikki aftur. Soleiðis má ikki henda hesaferð, tí tá er skandalan vís, sigur Vil- helm Johannensen. -Í valskeiðinum 1980-84 fyrireikaði táverandi lands- stýri eina samtíðarskatta- skipan. Hesum tók Javnað- arflokkurin undir við, men vit vóru ikki samdir við landsstýrinum hvussu skipanin skuldi umsitast. Táverandi landsstýrismað- ur segði ferð eftir ferð, at umsitingin einki skuldi kosta. Men veruleikin gjørdist ein annar, sigur Vilhelm Johannesen. Hann vísir á, at í 1983/84, sum er seinatsa fíggjarárið áð- renn skipanin fór at virka, var játtanin til Líkning- arráðið stívliga fýra milli- ónir. Í fíggjarárinum 1986 var játtanin til Líkning- arráðið næstan 22 milli- ónir, og í dag er játtanin stívliga 33 milliónir. Hetta var tað, sum einki skuldi kosta, og eg beri stórliga ótta fyri, at søgan fer nú at endurtaka seg, sigur Vil- helm Johannesen. EF og momsurin -Tað hevur verið sagt, at EF hevur sett sum treyt fyri eini frihandilsskipan, at vit skulu hava eina momsskipan, men sjálvur havi eg onga váttan fyri at so er. Vit hava fingið hesi sokallaðu prógv í fíggjar- nevndini, men í teimum skjólum, sum har komu á borðið, stóð bert, at EF setti sum treyt, at vit lagaðu okkara toll og avgjaldsskipanir soleiðis, at vørur, framleiddar vóru í EF londum, ikki vóru diskrimineraðar í mun til vørur, framleiddar i Føroyum, sigur Vilhelm Johannesen. Steðgið á -Tað er møguligt, at ein momsskipan kann brúkast í einum stórum samfelag, har milliónir av fólki búgva og har eingin kennir hvønn annan. Øørvisi er her hjá okkum. Her er vanligt at gera tænastu fyri tænastu, og tað er jú ikki í trá við andan í momsinum, sigur Vilhelm Johannesen sum leggur aftrat, at hóast hann er formaður í Skatta- nevndini hevur hann einki fingið at vita um hvat umtalaða momsskipanin skal fevna um. Hann heldur, at rættast var, um skattanevndin var millum- tinganevnd so nevndarlim- irnir kundu verið kunnadir so hvgrt arbeitt varð við fyrireikingunum. Vandi fyri svertum arbeiði Vilhelm Johannesen sig- ur seg vera samdan við Jens M. Poulsen, sum í Sosialinum fyrr í vikuni vísti á vanúan fyri enn meira av svørtum arbeiði. -Eg óttist fyri, at hann hevur rætt og saman við stóru umsitingini kann hetta føra til, at tollfyri- munurin frå EF verður etin uppaftur. Tí hevði verið rætt at tikid spur- ningurin upp í samgongu- ni, og síðani til politiska viðgerð í løgtinginum áðrenn kanningarnar halda fram. Hetta fyri at fáa greiðu á, um ein meiriluti yvirhøvur stendur aftan fyri eini momsskipan. Tað verður lítið skilagott, fyrst at brúka tíggjtals milliónir til fyrireikingar og at tað tá vísir seg, at ein meiriluti í løgtinunum sigur nei. Sjálvur eri eg ikki sann- førdur um at eg taki undir við hesi skipan við meir- virðisgjaldi, sigur Vilhelm Johannesen. Stórt eftirlit Vilhelm Johannesen ótt- ast fyri, at neyðugt verður við einum ógvuliga um- fatandi eftirliti. Skal meirvirðisgjald leggjast á t.d. allar tænastur skal Tollstovan - og tað havi eg skilt - útbyggjast munandi. Hagani skulu fólk út til ófráboðaða grannskoðan til hverja hárfríðkannar- kvinnu, hvgnn bónda, hvgnn hyruvognsførara 0.s.fr. Løgtingsmadurin leggur aftrat, at onkur fær helst fyrimunir av eini moms- skipan. Onkur almennur stovnur verður enn stórri og harvið fær onkur almennur stjóri meira at ráða yvir, og haraftrat fáa Síða 7 BAÐAÐ # SS S: grannskodaravirkini væl meira at gera. -Lat okkum nú læra av gomlum skeivleikum. Vit mugu ikki gera sum við samtíðarskattinum, at vit koma so langt í fyrireik- ingunum, at tað vendist Ringið! - og vit skriva ikki aftur. Tí eiga vit at steðga øllum fyrireiking- unum her og nú, og fyrst taka moms-spurningin upp til politiskt orðaskifti, sig- ur Vilhelm Johannnesen. tór.- Vilhelm Johannesen, formaður í løgtingsins skattanevnd: Steðgið moms-fyrireikingunum og latið okkum fáa at vita, um vil yvirhøvur hava politiskan meiriluta fyri eini tilikari skipan.