týsdagur 30. mai 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
Ein heilsa til skyldmannin
Sigurd á Gutta
á áttatiára degnum týsdagin
30. mei
Letur ein lógv frammi í Skarð
á skarðlendisleið,
og másafuglur heldur fund uppi í Vatnsdal’
millum svimjandi eyðrriðar og síl
á blankum vatni í mai.
Læt ein so fródliga frótt:
Sigurd á Gutta
verður áttati
ár! —
•
Nei, ikki er tað satt,
tað var sum í gjár,
hann reikaði her,
sum óviti, unglingi —
í mandómsins fagrasta skrúð,-
fór upp um skørð, -
legði til brots
út um nes og flúr,
og reið av sær mangan skúr
og mangt eitt nos og bylgibrot
á ytstu miðjum við Grønlandsfjørð
og Íslands kørgu jøkulsjørð. -
Frintligur, blíður og skemtingarsamur
ert tú altíð.
Vaksin upp á Gutta,
har mansevnið
millum brøður so sterkar
spældi í vøddum og spong
millum Nestanga og Stong
í Guttabáti -
út um landoddar
at fáa fong! -
So hoyrist á másarøddum upp í Vatnsdali í mai.
Flúgva másafuglar upp í loft
og lógvin syngur um Skorðatind hátt!
•
Sigurd á Gutta,
hjartaliga til lukku,
nú tú ert áttati ár!
Satt at siga var tað sum í gjár,
tú fórt um Fuglafjarðarskarð!
So brosmubardur mangan vart,
áv útróðri komst,
og legði til brots
um Fjallarust
til Oyndarfjørð -
til tína heimajørð! –
Her hevur tú búð,
her hevur tú virkað,
her stendur tín kirkja
her stendur títt skrúð!
Heilsan
Frits
á áttatiára degnum
týsdagin 30. mei
Olivia úti á Bø í Leirvík 85
Mánadagin 22. mai fylti
fastir úti á Bø 85.
Fyri mær hevur hon altíð
verið ímyndin av hugtak-
inum konubrot. Hon minn-
ir nógv um Gretu, ommu-
systur, sum nú hevur rund-
að tey 102 árini – altíð til
dystin fús, full av áræði og
lívsvilja.
Olivia er borin í heim
inni á Toftanesi – barna-
heimið stendur stutt niðan
frá neystunum, og kirkjan
er næsti granni. Tey vóru
trý systkin; Olivia var tað
mittasta, og nú er bert hon
eftir á lívi. Hon misti pápan
sum 17 ára gomul, so har
bleiv nógv at takast við, tí
handil var í húsinum.
Sum ung var hon á há-
skúla í Danmark, og hevur
hon líka til denna dag varð-
veitt sambandið við tær,
sum hon kom at kenna tá.
Háskúlahugsjónin hevði
bitið seg fasta í sinnið, og
nógv man hon hava tosað
við børnini um hetta, tí
fleiri teirra leitaðu á slíkar
skúlar.
Fastir giftist við John
gubba, son Jógvan við
Neyst. Tey settu búgv úti á
Bø, nakað niðan frá neyst-
unum úti í Bug og fingu
átta børn saman, men upp-
livdu ta stóru sorg at missa
Maluna bert 37 ára gamla;
hetta var í 1990.
Undir krígnum sigldi
John við Sæborg og í fim-
tiárunum fekk hann sær út-
róðrarbátin
Ternusker.
Seinni róði hann fleiri
summør út í Føroyinga-
havnini.
Olivia var, sum vanligt
tá í tíðini, tann, sum tók
sær av øllum heima, tí John
var jú burtur. Torvið skuldi
fáast frá hondini og hoygg-
ið, tí kúgv høvdu tey sum
flestu hús tá.
Olivia og John voru
bæði virkin í Heimamissi-
ónini. Tey hildu sunnu-
dagsskúla, og tá ið jólatræ-
shald var fyri børnunum í
missiónshúsinum, vóru tað
mangan tey, sum søgdu frá
søgum.
Eisini savnaði Olivia
børn í bygdini í einum
barnaringi, sum stuðlaði
ytrimissiónsarbeiði,
og
mong minnist við takk-
semi aftur á ta tíðina.
Tá ið tey tóku kúnna av,
fekk Olivia tað sjáldsama
hugskot at planta eina við-
arlund í gerðinum. Hon
hevur altíð havt ein vilja
sum stál, so at tað, sum hon
setir sær fyri, eydnast sum
oftast. Hon mátti jú fáa
samtykki ymsastaðni, áðr-
enn farast kundi til verka.
Har skuldi tosast við hag-
astýri, bygdarráð, friðing-
arnevnd og skógrøkt lands-
ins. Men hon kom á mál,
og í dag er hasin bletturin
eitt prýði fyri bygdina. Her
sæst sama seiggið og áræð-
ið sum hjá systkinabarni
hennara niðri við Hús, sum
fór undir at fáa friðað
gamla býlingin í Norðra-
gøtu.
Oliviu hevur altíð dámt
væl at virka úr ull, og í
1980 gav hon út bók við
215 skjalmynstrum. Hetta
var ein kærkomin bók hjá
mongum. Umframt at hava
føroyskan tekst, var hon
eisini skrivað á donskum
og enskum.
Bæði Olivia og John
hava stríðst við astma, sum
jú setir sínar avmarkingar
fyri, hvat ein orkar. Men
tey stuðlaðu og hjálptu
hvør øðrum fyrimyndar-
liga, so tey fingu væl burt-
urúr. T.d. verður morgun-
fimleikurin aldri forsømd-
ur.
Fyri nakað síðani andað-
ist John gubbi, so nú er
fastir einsamøll undir lon-
ini.
Stuttligt er at støkka inn
á gólvið úti á Bø, tí blíð er
hon sum fáur – lívsgleðin
lýsir av andlitinum – og
prátingarsom, tí nógvum
veit hon at siga frá, m.a. úr
sínum ungu døgum. Nú
kann hon líta aftur á eitt
ríkt og virkið lív.
Fastir, takk fyri mangar
ógloymandi løtur har úti,
og takk fyri brøv og tele-
fonsamrøður hesar sein-
astu mánaðirnar – slíkt
fløvar, og slíkt fær hugin
at leita móti tí komandi
heiminum.
Gudstrúgvin hjá teimum
gomlu er ein sannur gripur
hjá okkum, sum eru væl
ávegis móti teimum árun-
um. Tey hvíla í síni barna-
trúgv og hava lært at taka
mótburð og koma víðari,
tí tey vita, at tað, sum Gud
ikki leiðir okkum uttanum,
ber hann okkum ígjøgnum.
Vesturskinið er vakurt í
Leirvík; seks vikur á há-
sumri sæst sólin seta í
Djúpunum – vónandi verð-
ur vesturskinið blítt og fag-
urt eftir ein virknan ar-
beiðsdag, har lívsgleðin og
hin livandi vónin lýsa av
andlitinum.
Hjartaliga tillukku, fast-
ir.
Heilsan,
Karl
Viðmerking:
Í Sosialinum 25. mai 2000
hevur Jóannes Eidesgaard,
løgtingsmaður, eina við-
merking um Petur Reinert,
sála. Sagt verður soleiðis í
greininini. „Hesin grunnur
(Ráfiskgrunnurin)
ella
henda skipan hevur síðani
útgoldið nógvar milliardir í
studningi til okkara høvuðs-
vinnu. Í tíðarskeiðinum frá
1980 til og við 1990 góðar
3 mia. kr. Sama tíðarskeið
kostaði okkum 1,6 milliard-
ir krónur í mistum veðhald-
um“.
Lesarin fær av hesum ta
mynd, at Petur bæði hevur
politisku
ábyrgdina
av
studningsruðuleikanum í
áttatíárunum og teimum
veðhaldum, sum vóru veitt
eftir lóg un endurnýgging
av skipaflotanum í áttatiár-
unum.
Petur fær ikki vart seg,
men einki er meira skeivt
enn at geva honum skyldina
fyri studningsóskilið í átt-
atiárunum. Tað er rætt, at
Petur hevði politisku á-
byrgdina av heildarloysnini,
sum var eitt politiskt stig hjá
tí tásitandi landsstýri móti
tí ógvisliga prísfalli, sum
hevði verið á fiski frá 1974
til 1975.
Men
ráfiskagrunnurin
varð ikki dánaður, so sum
Petur Reinert hevði ætlað.
Fyri tað fyrsta vildi Petur
hava hann í søluliðnum
heldur enn í avreiðingarlið-
num. Hann sá púra greitt
vandan av at leggja skip-
anini í avreiðingarliðið, tí á
tann hátt fór einki trýst at
vera á søluliðið og virkis-
liðið, men trýstið for at
liggja á landskassanum.
Hesum sjonarmiði fekk
hann ikki meiriluta fyri
hvørki í landsstýrinum ella
á løgtingi.
Petur vildi heldur ikki, at
Ráfiskagrunnurin
skuldi
fráleið og eisini tyktist ofta
at vera ein sterkur politiskur
vilji at gjalda meira inn í
grunnin.
Tann stóra broytingin í
Ráfiskagrunninum
sum
studningsveitari kom tó ikki
fyrr enn í 1983, tá tásitandi
landsstýri broytti hann frá
at vera ein javningargrunn
til ein grunn, sum í veru-
leikanum skuldi fíggja fiski-
skap eftir fisksaløgum, sum
upsa og kongafiski.
At leggja Petur Reinert
undir at eiga ábyrgdina av
tí studningsbúskapi, sum
hevur merkt Føroyar frá
seinast í fimtiárunum og
fram til nítiárini og sum
fekk sínar mest ógvisligu
avleiðingarnar í áttatiáru-
num og fyrst í nítiárunum,
er púra burturvið og kann
ikki fáa loyvi at standa uttan
svar.
Kjartan Hoydal
Petur Reinert var ikki faðir
á studningsbúskapinum
vera ein studningsskipan,
men ein javningarskipan,
har goldið varð inn í grunn-
in í góðum tíðum og úr
grunninum í ringum tíðum.
Landskassin skuldi bert
veita eitt stovnsfæ og síðani
skuldi Grunnurin hvíla í sær
sjálvum. Hetta varð eisini
arbeiðsetningurin
hjá
nevndini fyri Ráfiskagrunn-
in tey fyrstu. Tað var to ringt
at fáa meiriluta í nevndini
fyri hesum sjónarmiði, sum
Heini í Skorini
Lagt var upp til ein sera
spennandi dyst í Gundadali
sunnudagin millum føroya-
meistararnar frá í fjør, KÍ,
og suverena oddali›i› í ár,
B36. Samstundis var hetta
fyrsti dystur hjá KÍ venjara-
num Tomislav Sivic móti
sínum gamla felagi, og var
hetta vi› til at gera dystin
meira spennandi.
Ve›ri› var gott í Gunda-
dali, tá dómarin Niklas á
Lí›arenda bríksla›i dystin í
gongd, og nógv fólk var eis-
ini komi› at fylgja vi›
spennandi dystinum.
Bæ›i li›ini løgdu naka›
varisliga út, og fyrsti veru-
ligi málmøguleikin kom eft-
ir 10 minuttir. Bólturin var›
spældur út í høgru sí›u og
sí›ani lagdur sera væl inn-
fyri. Ove Nysted var hægst-
ur, og naka› inni í brots-
teiginum skalla›i hann bólt-
in upp í nærmasta málhorn-
i›, men ungi B36 málverjin
Tróndur Vatnhamar bjarga›i
meistarliga og fekk beint
bóltin upp um máli› til
hornaspark. KÍ li›i› hev›i
yvirvág í spælinum næstu
10 minuttirnar, hóast B36
svenskarin Håkan Lund-
holm hev›i eina naska
roynd vi› høvdinum í 16.
minutti. Bæ›i li›ini tóktust
at blíva meiri og meiri nær-
gangandi, og ta einu løtuna
leika›i ta› sera hart á
frammanfyri fyri KÍ máli›.
Genialt KÍ mál
Men í 25. minutti vísti KÍ
seg frá síni bestu sí›u, og tá
teir gera ta›, eru ta› fá li› í
Føroyum,
sum
kunnu
ste›ga teimum. KÍ fekk inn-
kast langt inni á B36 hálv-
uni úti í vinstru sí›u. Inn-
kasti› var› tiki› stutt, og
sí›ani spældu landsli›sleik-
arin John Ryan og ungi
Kristian á Lakjuni seg sera
flott ígjøgnum vinstru sí›u
vi› einum dupult-banda-
spæli. John kom so aftur á
baklinjuna, har hann leg›i
bóltin sera væl innfyri til hin
landsli›sleikaran
Rógva
Jacobsen. Rógvi kom fram-
um B36 verjuleikaran, sum
skuldi dekka hann, og har
kundi hann ótarna›ur og
flott geva gestunum lei›sl-
una vi› at skalla bóltin inn
framvi› nærmastu stong,
uttan at Tróndur Vatnhamar
hev›i nakran møguleika at
bjarga.
Eftir hetta gjørdist dystur-
in naka› rokutur, og ta›
tóktist sum dómarin var vi›
at missa tamarhaldi›. Ser-
liga hoyrdi ein grei›a mis-
nøgd inn á dómaran úr B36
sk‡linum,
og
Ronnie
Samuelsen og John Ryan
komu bá›ir í bókina hjá
dómaranum. Seinastu 10
minuttirnar av fyrra hálv-
leiki byrja›i B36 li›i› veru-
liga at tr‡sta KÍ verjuna. Í
34. minutti fekk ein KÍ leik-
ari í sí›stu løtu blokera› eitt
skot frá Jákupi á Borg út til
hornaspark,
og eftir at
hornasparki› var› sent inn-
fyri, og KÍ verjan ikki fekk
rudda› upp benanvegin, var
Egil Zachariassen nær vi› at
javna fyri heimali›i›, men
n‡ggi
málverjin
Zoltan
Kujundzic
bjarga›i
sera
væl.
Næstu
minuttirnar
høvdu bæ›i li›ini einstakar
royndir á málini, men her
kom einki burturúr, og hálv-
leiksstø›an var sostatt, at KÍ
var á odda 1-0.
Tvey mál
innan ein minutt
Svenski venjarin hjá B36,
sum í Havn ver›ur kalla›ur
“Pelle” (Per Olov Anders-
son), hevur uttan iva í hálv-
leikinum givi› sínum leik-
arum ein veruligan uppsang,
tí B36 leg›i sera hart út í
seinna hálvleiki. Teir tr‡stu
KÍ máli› sera nógv, og í 5.
minutti fekk Magni á Lakj-
uni møguleikan at javna fyri
B36,
men
vinkulin
úr
vinstru sí›u gjørdist ov
spískur, og Zoltan kundi
bjarga skotinum frá fyrrver-
andi HB manninum.
Men ta›, sum ofta hendir,
tá eitt li› satsar ov nógv off-
ensivt, er, at ta› kostar í hin-
um endanum, og sunnudag-
in var einki undantak. Ove
Nysted, sum stríddist væl í
álopinum hjá KÍ, fekk bóltin
á mi›juni, og sendi vi› eini
frálíkari avlevering Rógva
Jacobsen avsta› út ímóti
vinstra horni. Rógvi, sum
sunnudagin
var
fremsti
ma›ur hjá KÍ, vendi sær á í
vinstru sí›u og smekka›i
bóltin væl inn í B36 brots-
teigin. Har kom li›skiparin
hjá KÍ, Jan Andreasen, renn-
andi,
og vi› høvdinum
kundi hann púra ódekka›ur
skalla bóltin framvi› Tróndi
og í B36 máli›. Frøin var
stór í tí stóra sk‡linum, har
KÍ ásko›ararnir hildu til, av
tí at nú fór sjálvandi at vera
sera torført hjá heimali›-
num at koma inn aftur í
dystin.
Men solei›is skuldi ikki
vera. Bert ein minutt seinni
fekk B36 hornaspark í vin-
stru sí›u, eftir at Håkan
Lundholm
enn
einafer›
hev›i roynt málmansevnini
hjá Zoltan í KÍ málinum
(tey síggja út til at vera sera
gó›), og Jákup á Borg fór út
at taka. Hornasparki› var›
tiki› lágt innfyri, og eftir at
bólturin var farin framvi›
fleiri bæ›i B36 og KÍ spæl-
arum, kundi Jens Kristian
Hansen smekka bóltin í net-
i› og gav harvi› B36 n‡ggja
vón. Rómurin var øgiligur í
B36 sk‡linum, og B36 leik-
ararnir vóru sum vera man
sera gla›ir og uppsettir uppá
at fáa útjavnandi máli›.
Håkan misn‡tti
Hetta máli› gav sum sagt
B36 n‡ggja vón, og næstu
minuttirnar leika›i sera hart
á framman fyri KÍ máli›.
Håkan Lundholm fekk eina
gó›a sending og vi› einum
verjuleikara vi› hvørja li›,
kom hann vi› fullari fer›
ímóti málmanninum. Fleiri
vænta›u, at B36 nú fekk út-
javnandi máli›, men Håkan
skeyt beint á málverjan. Og
bert seks minuttir seinni
hev›i Håkan Lundholm enn
ein gó›an møguleika. Hann
fekk bóltin høgrumegin inni
í brotsteiginum, og hóast
hann hev›i Ronnie Samuel-
sen púra frían hinumegin,
valdi hann at skjóta sjálvur,
og enn einafer› bjarga›i
Zoltan Kujundzic. Ronnie
Samuelsen vísti greidliga
sína ónøgd vi›, at Håkan
skeyt sjálvur.
Hin n‡ggi jugoslaviski
spælarin hjá KÍ,
Srecko
Milicevic, kom í 19. minutti
av seinna hálvleiki inn fyri
He›in á Lakjuni, og hann
fekk eisini møguleikar at
skjóta sítt fyrsta mál fyri KÍ.
Í 25. minutti fekk hann
bóltin inni í B36 brotsteigi-
num eftir gott innlegg frá
Harley Bertholdsen,
men
hann gav sær ov gó›a tí›, og
skoti› hjá honum var› blok-
era›. 10 minuttir seinni
hev›i hann enn ein gó›an
møguleika, men Tróndur í
B36 málinum bjarga›i. Hó-
ast B36 hevur havt ein
trupulleika á aftasta skansa,
so roynist Tróndur Vatn-
hamar væl í B36 málinum,
hóast hann sunnudagin gott
hev›i kunna› spælt bóltin
skilabetri frá sær vi› sínum
útspørkum og útkøstum.
Nær vi›, at Jan
Joensen fekk reytt
Jan Joensen, sum er li›skip-
ari hjá KÍ, stríddist væl allan
dystin. Hann var ágr‡tin og
vann nógvar bóltar, men í
27. minutti gjørdist hann eitt
sindur ov heitur, og nógv
vóru á einum máli um, at
Jan skuldi fingi› rey›a kort-
i›. Eftir at Bjarni Prior
hev›i gjørt eina naka› har›a
takkling vi› KÍ li›skiparan,
fleyg ø›i í hann, og hann
gjørdi ikki minni enn at sláa
Bjarna, so Bjarni datt ni›ur í
“gólvi›”. Niklas á Lí›ar-
enda
hev›i
beinanvegin
gula korti› á lofti, men fleiri
vóru sera ónøgd vi›, at Jan
Joensen ikki var› rikin av
vølli.
Nú bert 10 minuttir rest-
a›u í, ráddi um hjá KÍ at
verja 2-1 lei›sluna, og teir
fluttu eisini Rógva Jacobsen
aftur í verjuna. B36 royndi
eisini at gera naka› vi›
stø›una,
og teir gjørdu
offensivar
útskiftingar.
Fyrst skiftu teir Mikkjal
Thomassen út vi› Gunnar
Nielsen,
og eitt sindur
seinni kom 19 ára gamli
bretin, Nathan Haslan, inn
fyri
Ronnie
Samuelsen.
Nathan Haslan kom til Før-
oya hósdagin,
og hann
royndarvenur í hesum døg-
um í B36. Dagliga leikar
hann í felagnum Sheffield
Wednesday. Vi› hesum út-
skiftingunum royndi B36 at
fáa útjavnandi máli›, men
nærri enn eitt fríspark frá
Jens Kristiani Hansen, sum
tó fór beint upp um, kom
B36 ikki.
Í yvirtí›ini fekk KÍ eitt
skjótálop, og her gjørdi Her-
bert í Lon ikki mætari enn at
skumpa ein KÍ leikara um
koll, sum var á veg ímóti
málinum, og Herbert fekk
rey›a korti›. Tí›in var runn-
in út hjá B36, og vi› bert 10
monnum kundi B36 so als
einki gera. Endaliga stø›an
gjørdist sostatt 2-1 til KÍ, og
teir byrja nú at nærkast
toppinum eftir eina heldur
ivasama byrjan.
Fyrstu fer› í ár,
at vit spældu væl
Sivic seg›i eftir dystin, at
hetta var teirra besti dystur í
ár, og at hann var sera nøgd-
ur.
-Dysturin í dag var sera
spennandi. Tvey gó› li›
møttust í dag, B36 hev›i jú
ikki tapt undan hesum dyst-
inum í ár, so eg eri sjálvandi
gla›ur fyri sigurin í dag.
Sivic sigur, at eftir eina
ringa byrjan, komu teir til
Havnar eftir trimum stigum,
og ta› fingu teir so.
-Vit vistu á›renn, at hetta
fór at vera ein sera torførur
dystur at vinna, tí at B36
hevur nógvar gó›ar leikarar.
Men vit spældu fyri fyrstu
fer› í ár sera væl sum eitt
li›, og ta› eri eg gla›ur fyri.
Tá vit so koma inn á, hvussu
ta› er at vinna á gamla li›i
sínum sigur Sivic, at hann
hev›i tr‡ gó› ár í B36, men
at ta› var gott at vinna í dag.
John og Kurt
mangla›u
Eitt,
sum merkti dystin
sunnudagin, var, at ta› var
ov líti› bit í álopspartinum
hjá bá›um li›um, og at ta›
vóru sera nógvir misn‡ttir
málmøguleikar. Svari› uppá
tann spurningin kann svar-
ast vi› tveimum nøvnum :
John Petersen og Kurt
Mørkøre. Hesir bá›ir fram-
úrskarandi áleypararnir eru
sum teimum flestu kunnugt
farnir uttanlands at spæla,
og ta› sást sunnudagin, at
missurin av teimum er stór-
ur. Men bæ›i li›ini hava
ungar lovandi kreftir, sum
kunnu tra›ka inn, og ein
teirra er 17 ára gamli KÍ
leikarin Kristian á Lakjuni,
sum tó ikki er áleypari. Sivic
rósti honum í hvussu so er
sera nógv eftir dystin móti
B36.
-Eg eri serliga gla›ur um
ein spælara í dag, og ta› er
Kristian á Lakjuni. Hann
var yngsti leikari á vølli-
num, men eftir mínum tykki
var hann eisini tann besti...
B36:
Tróndur
Vatnhamar-Egil
Zachariassen,
Mikkjal
Thomassen, Herbert í Lon-
Dánjal Petur Johansen, Jan
Guttesen,
Jens
Kristian
Hansen, Magni á Lakjuni-
Jákup á Borg, Håkan Lund-
holm, Ronnie Samuelsen.
KÍ:
Zoltan Kujundzic- Andrzej
Pacek,
Niclas Niclassen,
John Ryan, Harley Bert-
holdsen - Marek Wierzbic-
ki, Kristan á Lakjuni, Jan
Joensen - He›in á Lakjuni,
Ove Nysted, Rógvi Jacob-
sen.
Sivic sigra›i !
Eftir at KÍ fekk eina katastrofala byrjan uppá
landskappingina í ár, tykist ta› sum klaksvíkingarnir
nú eru vi› at finna FM formin, teir høvdu seinasta
kappingarár. Sunnudagin vunnu teir ein sera
dramatiskan dyst móti oddali›num B36 í Gundadali
Jákup á Borg fær bóltin frá Marek