Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Frændur gera I Tað eru í hesum døgum júst trý ár síðani triðja plátan hjá Frændum, 80'ini”, kom í handlarnar. Og sidani er onki nytt komid frå teimum. Men i gjåramorgunin Gru teir aftur i studiið. Fjórða plátan hjá bólkinum verður gjørd í iðteknik-studiinum i Havn summar. Løgini og tekstirnir hesaferð eru javnt býtt millum Steintór, Rana og Eyðun. Umframt teir triggjar eru Johannus á Rógvu, Ronnie Nielsen og Kári Poulsen við til at gera plátuna. S-S- Leygarkvøldid hava Fændur konsert á Nabb saman við Kára P., sum eisini arbeiðir við eini nýggjari plátu Nr. 127 — 9. juli 1991 ** Nógv teirra sum arbeiða á frímerkjadeildini, eru eldri fólk. Tað er óforsvarligt at flyta tey niðan í Idé húsið. Og skal bygningurin gerast nýtiligur, verður als onki spart við flytingini - heldur tvørturim6ti, heldur Knud Wacher. Mynd: Kalmar marra - verður frímerkjadeildin flutt niðan í Idé Húsið Tey 80 starvsfólkini á posthúsinum á Argjum hava ikki hoyrt eitt orð frá landsstýrinum í sambandi við ætlanina um at flyta arbeiðsplássið hjá teimum niðan í Idé Húsið. Hesum er Knud Wach- er, leiðari, sera vónbrotin av. Hevdi hann verið tikin við uppá, hevði hann havt eitt og annað at sagt landsstýrinum. Vælegnað til goymslu Idé Húsið er stórt. Einir 30.000 fermetrar. Og tað er bíligt. Har eru ongi vindeygu, ongin ventila- tión - einki nakað. Bara nógv pláss. Ein tílíkur bygningur er væl egnaður til tað, hann var ætlaður til, og eisini hevur verið nýttur til higartil: Til goymslu og framvísing av møblum. - Men hann er IKKI egnaður til dagligt arbeiðspláss hjá 80 fólkum! Hetta heldur Knud Wacher, leiðari á frí- merkjadeildini. Eftir at hann - gjøgnum Sosialin og Sjónvarpið - frætti um ætlanir Lands- styrisins, hevur hann verið og hugt nærri at bygninginum. Og niður- stóða hansara er púra greið: Hetta er vitleyst! Nógvar ábetur krevjast - Hyggja vit at arbeiðs- viðurskiftunum, so er Ongin ivi um, at hetta er ein sera, sera vánalig loysn, sigur hann. - Og eg kvíði fyri, at hetta heldur ikki verður nakar fyrimunur fíggjarliga, leggur hann afturat. Knud Wacher vísir á, at skal Idé Húsið yvirhøvur kunna nytast til enda- málið, so er neyðugt við sera stórum ábótum. - Fyri tað fyrsta skulu vindeygu og ventilatón setast upp. Síðani veggir og ymisk útgerð, sum verður neyðug. Samanlagt hugsi tí ikki, at hetta verður nøkur sparing. Heldur tvørturim6ti. Vónbrotin av landsstýrinum Knud Wacher er sera vónbrotin av framferðar- hátti landsstýrisins í he- sum máli. Í fyrsta lagi tí ein loysn, sum á papp- írinum sær góð út, verður vald, uttan at nakrar kanningar verða gjørdar fyri at finna fram til kostnaðin. I ødrum lagi tí starvs- fólkini ikki so frægt sum verða tikin við uppá ráð. - Avgerðin kemur at flyta arbeiðsplássið hjá 80 fólkum. Hevði tað ikki verið rímiligt, at vit um ikki annað so hoyrdu um ætlanina, áðrenn hon bleiv kunngjørd í fjølmidl- unum? spyr Knud Wacher. Vit royndu i gjår at fara vidari til landsstyrid vid Spurninginum, men tey sum ikki vóru í feriu, sótu á fundi. Men vit royna so at fáa eina viðmerking í morgin. S-S-