Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 9. juli 1991 NÝ I stjórin á Tvøroyrar Flakavirki: Ein strævin, men spennandi uppgáva Um einar tríggjar vikur byrjar 28 ára gamli Egil Olsen úr Trongisvági í nýggja starvi sínum sum stjóri á Tvoroyrar Flakavirki — men hann hevur bert bundið seg til eitt ár í stjórasessinum I farnu viku gjørdist endi- liga greitt, hver skal vera nýggjur stjóri á Tver- oyrar Flakavirki hetta komandi árið, eftir at sátt- málin við Pf. Eurofisk varð uppsagdur seinast í mai mánaði. Síðani hevur virkið ong- an stjóra havt, hóast ar- beitt hevur verið at kalla alla tíðina. Nevndin í Pf. Tveroyrar Flakavirki hevur við ljós og lykt leitað eftir nýggj- um stjóraevnum, men ikki fyrrenn í farnu viku gjørd- ist endaliga greitt, at tað verður 28 ára gamli Egil Olsen, ið eisini er ættaður Vinnari: ein á Toftum. V4-tølini i dråtti nr. 898, 6. juli 1991. Tølini: 92 — 10 — 15 — 72 — 82 — 47 — 62 — 0 — 85 — 70 — 78 — 3 — 97 — 19 — 31. Vinningur: 21.360,00 kr. ur Trongisvågi, ið skal sita í stjórasessinum kom- andi árið. Men enn er ikki greitt, um hann fer at verða ver- andi har, tí fyribils hevur hann bert fingið eitt ára farloyvi frá Norðís á Eiði, har hann hevur verið stjóri síðani september 1989. Verður strævið Sosialurin hevur hitt nýggja stjóran og spurt hann, hvat hann væntar sær av nýggja starvi sín- um á Tvøroyrar Flaka- virki: „Eg má siga, at eg gleði meg til hesa nýggju upp- gåvuna, tó at eg ikki ivist í, at hon verður bæði strævin og spennandi at fara undir“, sigur Egil Ol- sen við Sosialin. >Her verður óivað nógv at gera«. Egil Olsen varð á sumri 1988 liðugur við útbúgv- ing sína sum fiskivinnu- freðingur á fiskivinnuuni- versitetinum í Tromse. Fyrsta árið eftir lokna út- búgving arbeiddi hann sum vísindaligur hjálpari, men kom hann síðani til Eiðis í september 1989, har hann hevur verið síð- ani. »Mær hevur dámt væl at arbeitt á Eiði, og má siga, at hetta hevur verið ein sera góð tíð<, sigur Egil. »Rættiliga stórur munur er á hesum báðum virkjunum, og er tað í sjálvum sær ein rættiliga stór avbj6ding«. Her sipar hann til, at meðan talan fyri tað mesta er um línuveiddan fisk — tosk og hýsu — á Norðís, er hinvegin tað mesta upsi og kongafisk- ur, ið verður avreiddur á Tveroyrar Flakavirki, og er hesin fiskur eisini fyri ein stóran part trolara- veiddur, meðan nakað er snellufiskur. Fyrst frí nakrar dagar Egil Olsen, ið sum sagt hevur verið stjóri á Nordis í skjótt tvey ár, fer nú at fáa tað frá hondini, sum skal verða avgreitt, áðr- enn hann kann fara hetta árið suður til Tveroyrar. „Enn eru komandi leiðsluviðurskiftini á Norðís ikki endaliga av- greidd, so her er ymiskt, ið er at gera, áðrenn eg eri klárur at taka við nýggja starvinum«, sigur hann. »Tå so alt er komið upp á plåss, ætli eg mær at fåa mær fri i nakrar dagar, áðrenn eg fari suður, ann- aðhvert móti endanum á hesum mánaðinum ella fyrst í næsta«. hj. Dagny Joensen Blaðkvinna skrivar: FÅ Hvat fór fram í farnu viku - uttanlanda og í Føroyum, er ivaleyst stri- kað úr huganum, i góð- veðrinum. Fólk tosa bert um, og um hvat tey hava gjørt, og hvar tey hava verið, í vikuskiftinum. Eitt nú sjónvarpið hevur ikki tann stóra áhugan, og berligt hevur helst eisini verið framman fyri skíggjan í stovuhorni- num. Eg minnist bert aftur til fríggjadagin seinnapart, tá eg fór ul handils í miðbýnum um fýra tíðina seinnapartin. Har komu fólk gangandi við skeltum, har okkurt átrúnaligt varð skrivað - og við ghettoblastarum á herðunum. Í byrjanini - meðan tey gingu gjøgnum gongu- gøtuna, vóru tey frið- arlig, bert avgjørdir lógvabrestir hoyrdist - "sum uppá kommando,” men tað ljóðaði als íkki hugaligt. Tað fór kalt eftir bakinum, hóast eini 20 hitastig vóru í sólini. Tá gongan kom fram- við Sparikassanum, var friðurin út. Ein tónleika- bólkur Heavy Trash, lættliga ummsett 'lortar- úgva' lótu oyruni aftur og skrúvaðu upp fyri há- talarum, sum eg íkki áður havi hoyrt so, harðrent og anskræmiligt. Eg kvikaði mær yvir at eini handilshurð, eins og fyri at sleppa undan hes- um áhugnaliga ljóði. I ti sama letur handilskonan ørkymlad hurdina upp - eins og fyri at kanna, hvar í ólukkan hesin lar- mur stavaði. - Eg geyladi til hennara sum var, at hetta var ein 'gudelig' sam- koma, eftir skeltunum at meta, og bad hana væl- signað lata hurðina aftur. Hon var eins skelkað og eg, og segði ørkym- lað, at hon íkki hevði frætt, at slík 'framførsla' skuldi vera. Ein vinkona kom framvið, og eftir munnavlesarahåttinum gitadi eg mær til, hvat hon vildi siga: Hatta er um GUD! - Jå larmurin var so anskræmiligur, at hann ivaleyst hoyrdist upp i himmalin, har Gud situr. Spurningurin er so um tad ætlan teirra, og um Gud mundi dåma at børn hansara tíggjaðu sær so í góðveðrinum, at eingin kundi vera úti fyri óljóði. - Av sonnum ein óhug- nalig løta í midbynum, sum segdi meira um menniskjuni, sum mót- setning til Gud. Annars er lívið til at bera í hesum døgum, og vit kunnu gleðast um at Várharra er so gávu- mildur og letur sólina skína fyri okkum. Fólk hava ferðast dúg- eliga í vikuskiftinum, og nógv okkara hava kanska vitja á plássum í Fer- oyum, sum vit ikki hava upplivað áður. Vit hava av røttum spælt ferðafólk í egna landi, og tað hevur avgjørt ikki verið minni áhugavert, og eins sól- ríkandi, sum á bestu sól- strond í heitu londunum. Tey, sum ikki fóru út- ferð í vikuskiftinum, høvdu annað at taka sær ul, sum kanska hevði ligið ov leingi á láni. Eitt nú at mála vindeygu ella enn betur - húsini. I Havn hava at kalla øll húsini í seinastuni fingið myntgrøn vindeygu, hvítan ella gráan klæðning. Alt nymålad er vakurt, og liturin er ikki avgerandi í byrjanini, men hvussu ber tað til, at fólk eisini hugsa um mótalit, tá húsini skulu hampast? Tað havi eg hugsað nógv um í summar. Stórt var mítt bilsni, tá eg vitjaði í Suðuroy í viku- skiftinum, tí har vóru eisini tey nýmálaðu vind- eyguni myntgrøn! Um eg skuldi valt mill- um litir og óljóð, so haldi eg kortini at hasin mynt- greni liturin er til at liva við. Tú kanst bara blunda ell hyggja eina annan veg. Verri er við oyr- unum, tey kunnu ikki lat- ast aftur. Vónandi verður tað seinastu ferð, at "lortarúgvu' óljóð skem- maði umhvørvid í Før- oyum.