Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Hava áræði - Sjálvandi eru tey merkt av skerdu arbeiðsmóguleikunum og strangari upptókutreyt- unum á lærustovnum, men samstundis hava tey stórt áræði og tora at taka av nýggj- um avbjóðingum, sigur Róland í Skorini, lestrarvegleiðari í Hoydølum Tad er ikki lætt at gera sær mynd av, hvussu framtíð- arvónimar eru hjá teimum, sum nú standa við einum students- ella HF-prógvi í hondini, ella hvat tey nú fara at gera. Eingin kanning verður gjørd. p Pauli Strøm, lestr- "gleiðari í Hoydølum, JAKU F-arunum, hevur var- hugan av, at teirra einki hava at gera. Fyrr var nógv vanligasta, at tey fyrst især nakrar krón- fóru undir men teir møguleikamir eru ikki so Nógv rýma skjótast av landinum, heldur Jákup Pauli Strøm aorenn tey n ulbugving, longur HÆGRI KRØV Krøvini fyri at sleppa inn å eru 'gv tey semastu Hetta hevur havt við tnógv hava lisið meira lærustovnarnar ? midvist og gjørt meira burt- urúr fyri at fáa gott úrslit. Tað hevur verið tosað nógv um útbúgvingar- møguleikar aðrastaðni enn í Danmark, men tað er ikki sum at siga tað, tí tað kostar nógv td. at fara til Ong- lands, og lestrarstuðulin er bara sum ein dropi í havi- num. Jákup Pauli Strøm heldur, at av teimum, sum ikki fara til Danmarkar, fara fleiri til Íslands. Róland í Skorini, sum eis- ini er lestrarvegleiðari í Hoydglum, hjá studentu- num, heldur, at fleiri nú enn áður fara beinleiðis úr skúlanum at útbúgva seg víðari. Tað hevur sjálvsagt samband við, at torførari er at fáa arbeiði, og krøvini at sleppa inn eru nógv hækk- að. - Tá vit vegleiða, biðja vit tey fyrst taka stóðu til, um tey vilja hava stutta útbúgv- ing, miallanga ella langa <ú í útbúgving. Síðan kemur spurningurin, hvørji krøvini eru til ávísu útbúgvingarnar. Róland í Skorini er samd- ur í, at næmingarnir nú leggja seg meira eftir at fáa hægri tvørskurd í próvnum, tí krøvini eru so stór. Tað ber eisini til at bóta um sínar møguleikar aftaná provtøk- una við at taka aðrar læru- greinir og í summum førum taka okkurt arbeiði, ið er viðkomandi fyri útbúgving- ina. Arbeiðið telur við m.a. tå søkt verður inn til summ- ar pedagogiskar útbúgving- MEIRA MIÐVÍST Broytingarnar i útbúgv- tt í ingarskipanini og hægru krøvini gera, at næming.- arnir nú fyrr mugu gera sær greitt, hvørjum útbúgving- um, tey miða eftir. - Eg haldi ikki, at nýggja skipanin er minni spenn- andi. Hon er meira eggjandi og ger tey tí í veruleikanum fakliga sterkari, sigur Ról- and í Skorini. Hann heldur ikki, at tey ungu standa ráðaleys, nú ar- beidsmøguleikarnir eru minkadir og upptøkukrøv- ini vorðin nógv strangari. - Sjálvandi merkir tað tey, men samstundis vísa tey stórt áræði og dirvi og royna teir møguleikar, sum eru. Tey taka av nýggju avbjóð- ingunum. Tey eru tilvitandi um sína stóðu, tey fægstu fella í fátt, og tey setakrgv til politikaramar fyri atfáa teir at skapa fortreytir fyri nýggjum vinnuvegum og øktum útbúgvingarmøgu- leikum, sigur Róland í Skorini. AT FJAKKA HEVUR MEINING Summi hava hug at rista høvdid, tá tey frætta um ung, sum fara út í verðina at fjakka. Tað ger Róland í Skorini ikki, tí fjakkanin hevur eisini sína meining. - Fleiri og fleiri útbúgv- ingar og arbeiði krevja stórri altjóða kunnleika. Sam- skiftið og samhandilin við Nr. 129 — 11. juli 1991 Allar dyr standa ikki longur opnr fyri teimum, sum fáa studenis- ella HF-prógv EF og aðrar heimspartar gkjast. Tað duga tey ungu at síggja, og onkursvegna vilja tey taka lut í altjóðagerð- ingini. Onkustaðni skulu tey byrja, og ferðingin kann verða liður í tí at kunna seg um umheimin, tí tey hava jú lært í síni útbúgving, at framtíðin liggur í samvinnu við onnur lond, sigur Ról- and í Skorini. randi Sjómenn skulu læra um trygd Aðrastaðni er krav, at sjómenn skulu hava verið á sjómanna- skúla. Í august byrjar roynd- arskúli í Klaksvík 12. august byrjar nýggj út- búgving á Klaksvíkar Sjó- mansskúla. Hetta er ein útbúgving, ið onnur lond hava, og sum aðrastaðni er treyt fyri at sleppa við famaskipi og gør- um skipum - ein grunc- útbúgving fyri sjómenn. Ætlanin hevur leingi verið at byrja hesa útbúgving í Føroyum, og samtykt varð, at skúli til útbúgvingina skuldi byggjast í Suður- oynni. Pengar eru eingir at byggja fyri nú, og tí verður útbúgvingin sum ein roynd byrjað í Klaksvík. Eisini fyri at kanna undirtøkuna, sigur Vilhjøalmur Gregor- iussin, = námsfulldúi á Landsskúlafyrisitingini. Utbúgvingin miðar mest i eftir at læra menninar um trygd, um viðlíkahald og at handfara arbeiðsamboð. Fyri at koma inn á skúlan, skulu næmingarnir hava fólkaskúla, t.v.s. gingið sjey ár í skúla og vera minst 16 ára gamlir. Skúlin er fyrst 25 vikur, síðan út at sigla, og so aftur í skúla í 10 vikur. Utreidslurnar av royndar- skipanini við sjóvinnuút- búgvingini verða ikki tær heilt stóru, tí høli og lærarar eru tøk í Klaxsvik. Umstgðurnar á Klaks- víkar Sjómansskúla eru so góðar júst nú ul hesa Aðrastani er tað krav at hava sjóvinnuútbúgving fyri at kunna mynstra við slíkum stórum skipum útbúgvingina, ti í heyst verður eingin nýggjur flokkur fyri heimaskiparar. Orsgkin til tað er, at ov fáir teknaðu seg til heimaskip- araskeiðið í heyst. Lands- stýrið gav ti loyvi til at royna sjóvinnuútbúgving- ina í staðin. Nýtt skeið fyri heimaskiparar byrjar eftir nýggjár. randi Sjóvinnuskúli Um nóg nógv tekna seg, byrjar sjó- vinnuflokkur (søfartsskole) á Klaksvíkar Sjómansskúla mánadagin 12. august 1991. Skeiðið varar í 5 mánaðir. Aldursmark 16 ár. Tilmelding á Landsskúlafyrisitingini tlf. 15555 millum kl. 13.00-15.00. Landsskulafyrisitingin