hósdagur 11. juli 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 11. juli 1991
Sød
Bíða vid ætlanum
- Fyrst fara vit til Íslands at arbeiða í summar. Hvat vit so fara at
gera, vita vit ikki. Vit hava tíðina fyri okkum og leggja ongar ætl-
anir enn, siga Beinta og Marianna, sum í summar hava tikið
åvikavist stud
H
Í Stoffalág í Havn ganga
Marianna Heinesen og
Beinta Ellingsgaard og gera
seg út til at fara av land-
inum.
Leygardagin fara tær til
Íslands, har tær gjøgnum
Nordjobb hava fingið ar-
beiði til 30. september.
Beinta og Marianna eru
millum tey mongu, sum í ár
hava tikið students- og HF-
prógv. Tær eru 19 ára
gamlar og prógvini skulu
sjálvsagt brúkast til onkra
útbúgving í framtíðini.
BÍÐA VIÐ AT ÆTLA
Men hvør útbúgvingin skal
vera, hava tær ikki gjørt sær
greitt enn. Beinta hevur
hugsað um onkra útbúgv-
ing, ið gevur arbeiði í
sjúkrahúsverkinum ella
okkurt við livfrødi. Mari-
anna kundi hugsað sær at
lisið føroyskt á Fróðskap-
arsetrinum. Ella sosialráð-
geva. Ella blaðfólkaútbúgv-
ing. Men beintleiðis ætlanir
HH
hevur hvørgin.
- Tað er ikki neyðugt at
hava neyvar ætlanir longu
nú. Vit eru ungar, mangt
kann broytast, og hevur tú
ætlanir, og tær ikki kunnu
fullførast, verður tú bara
vónsvikin, sum Marianna
tekur til.
FINGU TAÐ SAMA
Tær søktu báðar Nordobb
um at fáa arbeiði í Íslandi.
Tær valdu heldur Ísland enn
Svøriki og Danmark, hagar
tey flestu fara. Marianna
søkti um at fáa arbeiði á
gisungarhúsi, Beinta søkti
um arbeiði á ellis- og rgktar-
heimi. Tá av tornaði, fingu
tær báðar arbeiði á sama
ellis- og røktarheimi i
Reykjavik. Frammanundan
høvdu tær biðið um at
sleppa at búgva saman, og
tær vóru so hepnar at fáa
eina íbúð at búgva í fyri seg
sjálvar.
ents- og HF-prógv
GLEÐA SEG
Tað gleða seg négv ul at
fara. Marianna hevur verið í
Íslandi áður og fekk tá brell
at vitja aftur. Málið, veit
hon, er skjótt at læra so
frægt, atein skilir. Tær hava
fingið at vita, at månadarløn
teirra verður 4500 krónur,
men møguleikarnir fyri
yvirarbeiði eru góðir, og tað
gevur eyka løn. Alt hetta eru
tær sera væl nøgdar við.
Tað var ikki, tí einki ar-
beiði fekst her, at Marianna
og Beinta valdu at fara utt-
anlands, og ikki bara fyri at
vinna pengar. Báðar høvdu
hug at sleppa burtur eina tíð
og royna at arbeiða undir
ødrum umstødum. Tær
hildu kortini, at hetta var tað
rætta, ti tær kundu ikki vera
visar í at fáa nakað arbeiði í
summar í Føroyum. Hvørg-
in royndi tó at søkja nakað í
Føroyum.
LÍV OG GÓÐAR DAGAR
Síðan tær fyri trimum vik-
um síðan fingu síni prógv,
hava tær havt lív og góðar
dagar. Tey hava havt
veitslur og vitjað stevnur.
Men nú fara tey flestu, sum
ikki vita sær nakað fast at
fara ul, at hugsa um, hvat
gerast kann.
Beinta og Marianna hava
ikki greiða mynd av, hvussu
stendur til við at fáa arbeiði í
Føroyum. Arbeiðsloysi er,
og tað er nógv torfgrari enn
áður at fáa arbeiði, men
genturnar hava ikki mist
mótið av tí. Fleiri av teirra
vinfólkum hava fingið ar-
beiði, men ikki øll. Ein
stórur partur kundi hugsað
sær at arbeitt eina id,
áðrenn tey fara at útbúgva
seg víðari.
Men tað eru eisini nógv,
sum ikki tíma at royna at
søkja arbeiði her, tí tey hava
ongar vónir um, at tað fer at
eydnast. Summi fara ella
eru longu farin til Danmark-
ar, tí tey vænta, har verður
frægari at fáa okkurt at tak-
ast við. Nøkur hava eisini
søkt um arbeiði í sðrum
londum.
Tær vita um nøkur, sum
fara út at fjaðka, men ikki
fleiri, tí tað kostar ikki sørt.
KENNA. IKKI
FRAMTIÐINA
Beint og Marianna halda,
tær áttu at skrivað seg upp
onkrastaðni, áðrenn tær fóru
av landinum, og biðið um
arbeiði, ti tær kunnu ikki
verða vísar í at fáa nakað
beinanvegin, tá tær koma
heimaftur. Men, hinvegin,
hvor veit, um tær ikki kunnu
fáa arbeiði í Íslandi í heyst.
Tað vil tíðin vísa.
Báðar eru fegnar um, at
tann strævna royndin í Hoy-
dølum er av. Men sam-
stundis er tað vid sorgblidni,
tær biðja tí tíðini farvæl, ti
samanhaldið millum næm-
ingarnar á skúlanum var so
gott. Sjálvt um tey flestu
noyðast at gera síu ítarsta
Fyri trimum vikum siðan
fingu Marianna (v.m.) og
Beinta
høvdid. Nú fara tær út í
verðina
húgvuna á
Mynd: Kalmar
fyri at fáa gott úrslit, ið skal
til fyri at sleppa inn á flestu
lærustovnar, hava tey eisini
havt stundir til at liva.
- Vit fåa at siggja, hvussu
verður. Nú fara vit fyrst til
Íslands fyri at uppliva
nakað nýtt, siga javnaldr-
arnir á veg út í verðina.
randi