Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Skalabaturin klagad ” - Við einum sigri á Varmakeldu, tá Skálabáturin tapti spurtin móti Havnarbátinum við einum hundrandaparti av einum sekundi, hevði Skálabáturin havt góðar møguleikar fyri einum meistaraheiti. Nú hava skálamenn klagað um dømingina. Men róðrar- sambandið afturvísir! Petur Elias Petersen, róðrarsambandið: Ongin kennir nakra loysn - á trupulleikanum við leysum starti Munurin millum Havnar- bátin og Skálabátin á Varmakeldu var stórri á startinum enn á málinum. Tað er ongin ivi um. Tí er eitt afturvendandi sam- røduevni innan kappróður í nógv ár aftur blussað upp: leysur startur. Tað kann ikki vera rætt, at tað er plaseringin á startinum, sum avger úrslitið hjá einum báti. Tað eru gll samd um. Men tað er trupult at finna nakra loysn. - Vit hava arbeitt við hesum líka síðani eg kom í róðrarsambandið í 1985, og framvegis hevur ongin vist å nakra nytiliga loysn, sigur Petur Eliasen Peter- sen, formadur. Hann visir å, at fastur Startur ikki er nøkur løtt loysn, tå bátarnir jú rógva ymiskar teinar. - Skal fastur startur gerast á gllum plássum, má onkur finna uppá ein máta at flyta hann, so skjótt ein róður er rógvin, so næsti róður kann byrja. Og hetta er ikki bara ein uppgáva hjá róðrarsam- bandinum. Felggini mugu eisini royna at koma við onkrum uppskoti, Sigur hann. - Men hinvegin hugsi eg ikki, at tann leysi starturin gevur so skeiv úrslit, sum onkur vil gera tað til, Sigur hann. Tí hóast tað sjál- vandi kann vera nakað av muni vidhvørt, so er tað lítið hugsandi, at tað hvgrjaferð er sami bátur ið fær fyrimun. - Og harafturat eru sanniliga eisini trupul- leikar við føstum starti, eitt nú tá vindur er. S-S- Nr. 129 — 11. juli 1991 Tad tók eina góða løtu áðrenn máldómarin kunn- gjørdi, at tað var Havnar- báturin, sum hevði vunnið róðurin hjá 10-manna- førunum á Varmakeldu. Og tá tíðirnar vórðu kunngjørdar, skiltist, hví tað hevði tikid so langa LÍ Tad bert ein hundrandapartur av einum å muni millum val sekundi Skålabåtin og Havnarbåtin. Klaga send inn Men Manningin å Skåla- båtinum var ikki nøgd vid dømingina! Teir sendu fyrr í vikuni klagu inn ul róðrarsam- bandið, har sagt verður, at teir ikki halda at rætt varð dømt á Varmakeldu. Teir biðja tí um, at hugt verður at videobandinum einaferð afturat. Afturvíst! Eftir at hava fingið klaguna í fyrradagin, hugdi róðrarsambandið at bandi- num einaferð afturat, og seint í fyrrakvøldid fór svarið til Skála Róðrar- felag í postkassan. Tað var ein spennandi lota, Har stóð, at eftir at hava hugt at bandinum, kundu teir staðfesta, at dømingir á Varmakeldu var røtt! Ikki við spurtinum Hevdi Skálabáturin fingit viðhald, og harvið fingið sigurin á Varmakeldu hevði stødan hjá fremsu 10-mannaførunum verið henda: Vestmenningur 21 Havnarbáturin 20 Nólsoyingur 18 Skálabáturin 18 Skálabáturin hevði sostatt havt góðar møguleikar fyri einum meistaraheiti. Men við hesi avgerðini er staðfest, at Skálabáturin er seks stig aftanfyri nr. eitt. Og við bert tveimum stevnum eftir, hevur bát- urin valla møguleika fyri at fáa gull. S-S- tá 10- mannaførini lógu og bíðaðu eftir úrslitinum av róðrinum. Og frøin var stór umborð á Havnarbátinum, tá tað endiliga fyrilá. Skálamenn vóru ikki bara vónbrotnir. Teir hildu eisini, at teir blivu snýttir Leyst starv Eitt starv sum varaskúlastjóri í Tofta Skúla verður hervið lýst leyst at seta frá 1. august 1991. Starvið verður lønt í lønarflokki 27 sam- bært avtalu 24. januar 1990 millum Før- oya Landsstyri og Føroya Lærarafelag. Tað skylduga undirvisingartimatalid verdur sett eftir galdandi reglum um tænastutíðina hjá tænastumonnum i folkaskulanum. Umsókn verður at stíla til Landsskúla- ráðið og at senda Landsskúlafyrisiting- ini, Falkavegi 6, Postrúm 379, 110 Tórs- havn, so at hon er Landsskúlafyrisiting- ini í hendi í seinasta lagi 5. august 1991 kl. 16.00. Landsskúlafyrisitingin 8. juli 1991