Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 11. juli 1991 Síða 3 Lærararnir á Argja skúla, verður umsókjari settur sum varastjóri Hann náði okkum Ólavur Petersen, formað- ur í skúlanevndini á Argjum, dylur illa, at umsgkjarin til starvið sum fyribils varaskúla- stjóri er ikki tann rætti: persónligu eginleikar hansara tala hart ímóti. Hóast viðurskifti lærar- anna mótvegis skúla- nevndarformanninum eru alt annað enn hjartalig (»Hann koyrir ov nógv solo<), so eru lærararnir við Argja skúla púra samdir við Ólavi Peter- sen i, at einasti umsøkj- arin er ikki rætti per- sónurin til starvið sum varaskúlastjóri. - Vit skilja væl, um so er, at Mortan (skúla- stjórin) hevur biðið um JU —— Regin av Steinum, umsøkjari til varastjórastarvið Óhugnaligt og lítið mansligt at sleppa undan at fáa umsøkjaran sum vara- mann, siga lærararnir. Onga undirtøku Lærararnir siga tað treyðugt hart, men leggja heldur ikki fingrarnar ímillum, tá teir so út- tala seg. Skal tað sigast stutt, so er umsøkjarin eitt reglu-knarr og ein illbirtil, ið stingur kilar millum starvsfelagar heldur enn stuðlar upp undir felagsskapin mill- um lærararnar. - Var atkvødugreidsla millum teir umleið 25 lærararnar á skúlanum um setanina, so fekk um- søkjarin í mesta lagi tríggjar atkvødur: sína egnu og so tær frá konuni og svágrinum, siga lær- arar vit hava tosað við um málið. Longu tíðliga í ár var tað greitt, at varaskúla- stjórin skuldi á skeið. Fleiri høvdu hug at søkja, men sleptu ætl- anunum, tí >okkurt óbe- hagiligt fór púra vist at verða burturúr<, sum ein av lærarunum tekur til. Kæruskriv Og so varð. Skúlaneyndin hevur verið so altrá eftir at sleppa undan umsøkj- aranum, at hon bara setti ein annan uttan at hava tryggja sær eina umsókn frammanundan. Og hetta var gloypibiti fyri einasta umsøkjaran, siga lærararnir: straks bað hann álitiskvinnuna gera eitt skriv, har lærar- - at starvsfelagar fáa seg til at siga sovorðið, tá teir ikki siga tað við meg beinleiðis. Regin av Steinum heldur eisini, at tað Regin av Steinum, lærari. Tað er maðurin, sum skúlanevndin á Argjum vil sleppa undan at seta sum varaskúlastjóra í eitt ár. Sjålvur skilir hann ikki minsta vetið av, at hann er vorðin miðdepil í hes- um málinum. - Eg havi einki gjørt uttan at søkja eitt starv, sum var lýst leyst at søkja, sigur Regin av Steinum. Målid vent vid! Hann visir å, at kjarnin i málinum er, at skúla- nevndin hevur brúkt eina óregluliga mannagongd, og tí er tað Gskiljandi, at hann skal verða vorðin høvudsevnid. - Tå tad, sum er hent, kann bera til, hvat ber so ikki til, spyr Regin av Steinum og leggur aftrat, at málið er óhugnaligt, tá hugsað verður um, at talan eisini kundi verið um setan av einum var- andi varastjóra. Regin av Steinum sig- ur, at tá starvið varð lýst leyst á skúlanum søkti hann, men tað gekk merkiliga long tíð, áð- renn nakað frættist aftur í málinum, tí skotbráið at søkja var sera stutt. Tímalærari settur Hann hevur sínar hugs- anir um, hvat fram er farið, men vil ikki siga meira um tað. - Síðani frættist, at skúlanevndin hevði sett ein tímalærara, sum ikki hevði søkt, og tað var gjørt hóast útvið helvtin av lærarunum á skúlanum eru yvirlærarar, sigur Regin av Steinum, ið saman við konuni hevur hægsta starvsaldur á skúlanum, og næsthægst- an yvirhgvir. Nítjan ár eru síðani Regin av Steinum varð læraraútbúgvin í Dan- mark. Eitt ár starvaðist hann á donskum skúla, áðrenn flutti til Føroya. Sagt sína hugsan - Eg havi lært, at ein skal hava virðing fyri annara meiningum, og at ein skal siga sína meining á røttum stað til rætta tíð, og hesa lívsáskoð- anina havi eg roynt at liva upp til, eisini á Argja skúla, og tað er kanska ikki lika væl dámt av øllum, sigur Regin av Steinum, ið ikki kom upp á tal sum vara- skúlastjóri hóast hann var einasti umsøkjari. - Men tað skuldi ikki verið nakað forgjørt í at sagt sína meining og als einki brotsverk. - tvørt- urímóti átti tað at verið roknað sum ein dygd í staðin fyri at vera falsk- ur, leggur Regin av arnir mótmæltu manna- gongdini í sambandi við setanina. Skrivi fekk tríggjar undirskriftir. - Hóast fólk vóru fullkomuliga samd í innihaldinum, so var persónurin á muni, siga lærarar. Eingin hevði hug at skriva undir nakað, sum kundi verða umsøkj- aranum at frama, ja bara hugsanin um viðkomandi sum varaskúlastjóra var nóg mikið til at fáa fólk til at lata vera við at skriva undir, er tann greiða nidurstødan. Ómansligt Sum skilst er ikki nógv gjørt frá lærarasíðu fyri at fortelja viðkomandi bart út, at hann er illa lýddur. Lærararnir høvdu seg eisini í hesum før- inum undan og hildu, at >tað var kanska best bara at lata lærarafelagið taka sær av málinum<, greiða lærararnir frá, sum eisini vilja vera ónevndir. So varð borgfridur eina tíð. Hóast lærararnir, vit hava tosað við, hava hesa stóðu til persónsspurn- ingin, og hóast teir ikki vildu undirskriva nevnda mótmælið, so eru teir sera forargaðir inn á mannagongdina í skúla- nevndini: Oheppin privat-loysn - Ólavur Petersen ger, sum honum lystir, og tað er samtykt, áðrenn nakar í skúlanevndini fær um- rátt seg, siga lærararnir. Hevdi hann ikki start seg blindan í sínum skjótu, privatu loysnum, so hevði eisini verið meira enn tann eina umsóknin, - ein áheitan á Tórfinn Højgaard um at sýkja hevði verið nóg mikið, halda lærararnir. - Nú skúlanevndin púra óneyðugt hevur for- fummað seg, eru vit farin í summarfrí í Óvissu, siga lærararnir, sum leggja aftrat, at sama hvat hendir í málinum, so verður tað eins lítið hugaligt at byrja aftur, sum tað var á skúlanum beint fyri summarsteðg- in. - Og guð náði okkum, verður umsøkjarin settur í starvið sum varaskúla- starvið, siga lærararnir á Argja skúla at enda. ówh er margháttligt og púra ógrundað, at hann er vorðin høvuds- evni í hesum Steinum aftrat. Ómansligt Hann er púra paff, tá vit leggja fram ummælið, hann fær frå nøkrum av sinum starvsfeløgum. - Eg finni ikki orð fyri tí. Eg haldi tað vera heilt óhugnaligt, at starvsfelagar siga so- vorðið alment uttan at leggja navn við, tá teir ongan tíð hava sagt tað við meg, sigur ein skelk- aður Regin av Steinum. Vit sita og tosa vanligt prát á lærara- stovuni og eg havi ong- antíð órað nakað tann vegin, sigur hann. Ókend lýsing Sjálvur hevur Regin av Steinum als ikki ímyndað sær, at tað hevði riggað so illa millum hann og hinar lærararnar. - Eg kenni ikki meg sjálvan aftur í hasari lýs- ingini og eg ivist heldur ikki i, at tað hevði riggað væl, og hví skuldi tað ikki tað? Annars heldur hann tað vera margháttligt, at so nógv verður gjørt burt- urúr persónligum kvali- fikatiénum: Skal tað endiliga vera, hvør skal so gera av, hver måtistokkur skal brúkast...? spyr Regin av Steinum. Politikkur uppii Regin av Steinum hevur illgruna um, at málið eisini hevur eitt politiskt aspekt. Hann hevur still- að upp til bygdaráðsvali og funnist at meirilut- anum í Argja kommunu, sum Ólavur Petersen stuðlar. Sjálvur hevur Regin av Steinum latið lærarafel- agnum málið upp í hendi sína vegna. Enn hevur hann einki fræu frá fel- agnum. - Visti eg av, at tað fór at spæla soleiðis av, so hevði eg ikki søkt, sigur Regin av Steinum, sum fekk frænir av, at okkurt gekk fyri seg uttan at hann visit av ti, tá tað dró út vid sjálvari setanini. Hvat nú um tú ikki verður settur. 1 starvið verður lýst leyst aftur, og annar verður settur í starvið - Tað dugi eg ikki at svara nú, men ein verður sjálvsagt altíð vónbrot- in, tá ein ikki fær eitt starv, man hevur sekt, sigur Regin av Steinum at enda. ówh