Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sd tíðindablaðið Nú kunnu UEFA-menninir bíta í grasið: Arbeiðið við at gera gras- vell og fótbóltsstadion á Svangaskarði á Toftum er nú komið so mikið langt, at ein og hver við bara hálvum eyga kann síggja, at ikki slepst undan at fáa alt ekið sum tað er liðugt í góðari tíð til fyrsta dystin, ið verður EM-kvalifika- tiónsdysturin móti Norðurírlandi mikudagin 11. september. Sjálvur vellurin er lið- ugt lagdur, og nú er einki meira at gera við hann, enn at væta og taða, um- framt at sláa grasið, alt eftir hvussu tað á besta hátt kann verða hildið við líka. Talan er um ein sera góðan og slættan vell, sum væl og virðiliga stendur mát við aðrar vellir á hægsta europeiska steði. Landsliðsspælarar, sum hava verið á honum, siga, at bert vellurin í Landskrona kann javn- metast við grasvellin á Toftum í dygd. Hann er slættari enn hinir vellir- nir, landsliðið hevur spælt á. Umframt sjálvan vellin, so eru longu næstan helvt- in av ellum áskoðarapláss- unum liðugt stoypt, og ar- beiðið við at seta gyrðing uttan um vellin er longu hálvliðugt, og verður ætl- andi liðugt, tá hendan vikan er av. Tann stersti einstaki parturin av prosjektinum á Svangaskarði er uttan iva sjálvt húsið, ið er ætl- að spælarum, dómarum, leiðarum, bodnum gest- um, tíðindafólki og eðrum at vera í. Men eisini tí viðvíkjandi hevur gingið væl. Fyrra- dagin legdu menn síðstu hond á alla forsíðuna sum hon er, og var klárt at seta hana upp. Forsíðan er gjerd í einum stykki niðri á slettum, fyri soleiðis at vera klár at seta upp, með- an tann stóri kranin kort- ini er á staðnum. Síðani verður meginparturin av húsinum reistur. Tá for- síðan er sett upp, er sam- stundis klárt at seta sperrurnar oman á og at byrja uppá sjálvt takið. So ikki kann sigast ann- að, enn at nú kunnu UEFA-menninir bert sjålvir koma inn á Toftir fyri at fáa at vita, hvussu tað kennist at bíta í grasið á Svangaskarði. Tað hevdu hesir góðu menn nevniliga ikki fingið nakað burturúr, tí nýggja grasið hevur nevniliga sett seg so mikið fast í vellin, at tað fer ongan veg. Returnar eru longu nú vaksnar langt niður í sverðin og tykjast tær hava fingið allarbestu gróðrarlíkindi, ið hugsast kunnu. bj. Vollurin á Svanga- skarði er liðugur Tað hevur gingið skjótt, síðani toftafólk settu á arbeiðið á Svangaskarði. So skjótt, at UEFA hevur onga orsøk fyri at stúra fyri, at vøllurin ikki verður liðugur til tíðina Arbeiðið á Toftum við grasvellinum hevur ging- ið væl, og nú er eisini rættilig gongd komin á endaspurtin á ti, ið gjørt verður uttanum, so sum áskoðarapláss, gyrðing, hús og annað, ið skal til á einum skkum stadion-øki. (Mynd: Hilmar Jan) Nr. 129 — 11. juli 1991 Hesir bátar fara at lut- taka í kappróðrinum á Vestanstevnuni 13. juli 1991 5 mannafør, menn 1. Svanur 2. Blikur . Tjaldrið . Kollur . Ternan . Erla Kongsdóttir . Sílið . Junkarin . Hulda > 0 en -] I Sæ 5 mannafør, kvinnur 1 Beinta 2 Kollur 3 Firvaldur 4 Svanur 5 Báran 6 Dúgvan 7 Ørnin 8 Sílið 9 Hvassi 10 Erla Kongsdóttir 11 Blikur 12 Fortunan 6 mannafør, kvinnur 1 Gongurolvur 2 Selmundur 3 Norðristovu Dánjal 4 Jarnbarður 5 Leirvíkingur 6 Strálan 7 Lómur 6 mannafør, menn 1 Hósvíkingur 2 Leirvikingur 3 Sølmundur 4 Strålan 5 Gongurolvur 6 Kollfirdingur 7 Jarnbarður 8 mannafør, menn 1 Sandavågsbåturin 2 Miðvingur 3 Sørvingur 4 Kvivikingur 5 Knørrur 6 Argjabåturin 7 Ørvur 8 Gullbrandur 9 Nevid Reyda 10 Friggjarin 10 mannafør, menn 1 Nólsoyingur 2 Skálabáturin 3 Havnarbáturin 4 Vestmenningur 5 Suðringur