hósdagur 11. juli 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 11. juli 1991
Torleif Sigurðsson, FSF-forseti:
— Hevði eg ikki góðar vónir,
fór eg ongan veg avstað
Sunnudagin fara Torleif Sigurðsson og eitt fólk afturat
honum til Prag at samráðast við starvsneundina í UEFA
og royna at sannfora hana um, at eftirverandi EM-dystir-
nir skulu verða spældir á nýggja grasvollinum á Svanga-
skarði.
Síðani ódámligu og heldur
løgnu avgerðina í kapp-
ingarnevndini í UEFA,
sum fyrireikar EM-kvali-
fikationskappingina, sum
bar vid sær, at Føroyar
ikki sleppa at spæla
heimadystirnar móti
Norðurírlandi, Danmark
og Jugoslavia á Svanga-
skarði, hevur ikki tað
stóra bjartskygni valdað í
foroyska fótbóltsheimin-
um hesum viðvíkjandi.
Avgerðin kom sum ein
spann av keldum vatni,
nú alt sá út til at ganga
sum eftir ánni viðvíkjandi
nýggja stadionøkinum og
grasvøllinum, sum er í
gerð á Toftum.
Men allar vónir eru
kortini ikki sleptar enn. Í
fyrsta lagi hava tofta-
menn ikki slept sínum
vónum, og eingin er meira
sannferdur enn teir um, at
vellurin og stadionekið til
fulnar verður klárt í góð-
ari tíð áðrenn 11. sep-
tember, tá fyrsti EM-
dysturin skal spælast.
Longu sama dag sum
tíðindini um avgerðina í
kappingarnevndini frætt-
ust, komu allir teir ar-
beiðssomu toftamenninir
saman á ein sokallaðan
kreppufund, har teir
samdust um at taka fast
lógvatak og leggja enn
meiri orku í arbeiðið, enn
teir høvdu gjørt framman-
undan.
Torleif vónar eisini
Men tað eru ikki bert
toftamenn, ið enn hava
vónir um, at ein glotti
kanska er at hóma fyri
framman, og at Feroyar
eins og onnur lond eisini
sleppa at spæla heima-
dystir sínar heima.
„Ég fari sjálvur avstað
úr Føroyum til Prag
Ring efter
prøve/brochure
PEVA STAR HÅNDRENS
e Fjerner olie, fedt, tjære, beg, maling 0.s.v
h uden besvær
mes e lettere at skylle af end almindel
Efterlader bløde. ikke udtørrede hænder
ypt
Firvaldur P/F
sunnudagin saman við
einum ødrum umboði fyri
FSF, ið kanska verður for-
maðurin í Tofta Ítróttar-
felag, Niclas Davidsen«,
sigur Torleif Sigurdsson
við Sosialin. »Sjålvur
fundurin í starvsnevndini
verður týsdagin, men
longu mánadagin er
nevndin komin á staðið,
og ætla vit tá millum ann-
að at royna at tosa við
onkran av limunum i
nevndini og ávirka teir
rætta vegin, um tað letur
seg gera«.
Millum teir, ið Torleif
eftir øllum at doma kundi
ynskt sær at ávirkað, eru
íslendingurin Ellert B.
Scramm og sviin Lennart
Johansson, ið eisini er for-
seti í UEFA í letuni.
Tað, sum umræður, er
at fáa onkran at tala okk-
ara sek á hesum fundin-
um, umframt føroyingar-
nar sjálvar, ið verða við á
fundinum.
Leggja ætlanina
fram
Torleif Sigurðsson sigur,
at teir enn einaferð skulu
royna at leggja ætlanina
um stadionøkid og gras-
vellin fram við myndum,
sjónbandi, tekningum,
skjølum og aðrari frá-
segn, og so kunnu teir
bert vóna, at alt fer at
laga seg sum frægast.
»Hevdi eg ikki góðar
vónir sjálvur, fór eg ong-
an veg, men hóast vónir-
nar fyri mongum ikki
kanska síggja út av nógv-
um, so ætla vit at seta alt
inn fyri at fáa eitt gott úr-
slit hesaferð<, sigur Tor-
leif Sigurðsson. >Og við
eitt gott úrslit meini eg
sjálvandi eitt játtilsi frá
starvsnevndini í UEFA,
so dystirnir í heyst kunnu
ri konsistens der er økonomisk brug
håndsæbe
verða spældir á Svanga-
skarði og onga aðra-
staðni<.
Hinvegin sigur FSF-
forsetin seg væl duga at
síggja, at tað ikki verður
lætt at fáa avgerðina í
kappingarnevndini
broytta í starvsnevndini.
»Hesar nevndirnar eru
konservativar, og er tí
ikki lætt at fáa tær at
broyta tað, aðrar nevndir
hava samtykt<, sigur
hann. >Men hetta er sum
sagt okkara einasti og
seinasti møguleiki, so
hann má bara roynast,
hvat so enn kann fara at
spyrjast burturur«.
hj.
Torleif Sigurðsson,
formaður í FSF, skal
sannføra UEFA um, at
vøllurin á Svangaskarði
verður liðugur í góðari
tíð
Landskrona bi0ar
eftir avgerðini
Skal landsliðið út aftur at ferðast ella...?
Hóast tað enn ikki er
meira enn hálvgreitt, hver
lagnan hjá teimum trim-
um EF-kvalifikatións-
dystunum verður, eru
okkara góðu vertir í
Landskrona til reiðar at
bíða, til ein endalig avgerð
er tikin á fundinum um
eina viku í starvsnevndini
í UEFA.
>Um tað mundið, tá vit
fingu at vita, hverja steðu
kappingarnevndin hevði
tikið á fundinum í Stock-
holm, var eitt umboð fyri
kommununa í Landskrona
í Feroyum á vitjan hjá
okkum, og fingu vit
beinanvegin at vita, at
teir skiltu okkara stødu og
vildu bíða, so leingi, sum
tað var neyðugt<, sigur
FSF-forsetin, Torleif Sig-
urðsson.
Longu meðan landsliðið
var í Eysturriki í sam-
bandi við seinna dystin
móti eysturríkarum,
skuldi boðast frá, um
seinnu dystirnir skuldu
spælast í Landskrona ella
ikki.
Tá varð sjálvsagt boðað
frá, at alt skuldi spælast
heima í Feroyum, og at tí
eingin dystur varð afturat
í Landskrona.
Men sum sagt hevur
broytta bráðkomna steð-
an eisini broytt allar um-
steðurnar fyri teimum
trimum dystunum, so nú
noyðist FSF at hava
tvinni fyrireikingararbeiði
í gongd — eitt, um dystir-
nir verða á Svangaskarði,
og eitt, um teir verða í
Landskrona.
Ikki fyrrenn eftir fundin
16. juli kann FSF fyri-
reika seg fult út á einum
steði og finna neyðugu
loysnirnar, ið kunnu geva
tríggjar fult út fyrireikað-
ar dystir í heyst.
hj.