Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 11. juli 1991 Í mikudagsblaðnum var grein um hóttanarbræv, sum Johannes Berg hevði sent Føroya Banka. Orsgkin var rættarsemja millum lastbilaeigara og Johannes Berg, har banka- trygdin var tóm, tá last- bilaeigarin skuldi fara eftir peningi sínum. Johannes Berg skyldar uppá Føroya Banka, og FøroyaBanki skyldar uppá Johannes Berg. Veruleikin er tann, at Jo- hannes Berg hevur nýtt pening, sum hann eftir øll- um sólarmerkum at dóma, ikki hevur átt part í. Tað er Jógvan Mørkøre, lastbilafgrari í Hósvík, sum er kleimdur millum partarnar og rættarskipa- nina. Italiensk viðurskifti Jógvan Mørkøre: - Hetta minnir meg um italiensk viðurskifti. Tær royndir sum eg havi havt av føroy- sku rættarskipanini prógva, at allir eru keyptir av hvør- jum ødrum. Tá teir ikki gera sínar skyldur, renna teir undan, tá eg komi og krevji mín rætt. Sama rættarskipan loyvir eisini Johannes Berg- uttan nakað hóvasták - at keypa og selja bilar, eins og einki var hent. Tað eru teir somu sakførarar og advokatar, sum hava koyrt hann å húsagang vid Berg Mo- tors, ið káva yvir hetta mistakið. - Fyri mín part havi eg mist umleið eina mió. krónur av hesua ævintýri við at keypa og gjalda 2,1 mió. krónur fyri ein Scania lastbil. Orsakað av rættarmåli- num og mistari inntgku, noyddist eg eisini at selja lastbilin, hóast eg higartil hevði megnað at goldið hann, hóast arbeiðsligu umstødurnar í dag. Motorurin brendi saman, og bilurin stóð tveir mán- aðar í verkstaði hjá Berg Motors. Talan var um garantimál, tí bilurin var ikki árs gamal, tá óhappið hendi. Minnist meg rætt, so kostaði nýggi motorurin 240.000 krónur, men av tí at Berg Motors ikki vildi gjalda umvælingina, fór eg í rættin við málinum, har áðurnevnda rættarsemja varð fingin í lag. oe, - men eg ætli mær ikki at spæla so leingi, at eg siti við báðum Jokarunum eisini, sigur Jógvan Mørkøre, sum er lastbilaeigarin, id stríðið hevur staðið um í seinastuni Sannleikin - Johannes Berg fer lætt- liga um sannleikan í brævi- num til Hans Jørgen Laur- sen, stjóra í Føroya Banka. Veruleikin er tann, at eg rindaði Johannes Berg 140.000 krónur kontant fyri umvælingina, umframt at eg setti 160.000 krónur í bankatrygd, sum Sparekas- sen Nordjylland tryggjadi. - Min bankatrygd var i- roknað bræv frá danska peningastovninum, sum nágreiniliga upplýsti rætti- num, hvgrji krøv rætturin hevði mótvegis mær. - Johannes Berg fer bert oman í Føroya Banka, stovnar eina bankabók og blakar hana niðan í rættin. Hví er so stórur munur á mínari bankatrygd, og ti hjå Johannes Berg? Tær 140.000 krónurnar, sum eg rindaði kontant, eru mistar, umframt at tær 160.000 krónurnar, ið Johannes Berg setti sum trygd. Sostatt havi eg mist 300.000 krónur tilsamans. Nógv brøv um málið - Eitt er vist: hevði eg gjørt tað sama, og Johann- es Berg hevði fingið við- hald í rættinum, so er einki ivamál um, at eg ikki var sloppið so snikkaleysur. Jógvan Mørkøre hevur nógv brøv og skriv um málið, sum fyllir heilt ring- bind, m.a. bræv frå Føroya Banka og sakførara hjå mótpartinum, har Johannes Berg skal hava sagt, at um varð dómdur at rinda end- urgjald, so skuldi hann sjálvur gjalda. Bræv er eisini frá Bjørn av Heygum, sum skrivar, at tað er ábyrgd saksøkj- arans/fútarættsins at bókin (hjá Johannes Berg) ikki varð tryggjað, tá hon var latin inn, við at ge sa Før- oya Banka boð um tað. Jógvan Mørkøre: - Tá eg ringdi til Føroya Banka fyri fleiri mánaðanum síð- ani, varð sagt, at teir kundu ikki upplýsa nakað um viðurskiftini hjá einum viðskiftafólki. Saktørari hjá báðum pørtum - Hvussu í víðu verð skuldi eg so fáa prógv fyri, at vidurskiftini ikki vóru í lagi? - Mín sakførari, sum er tann sami sum umsitur kravánarnar í Berg Motors, bað meg melda málið til løgregluna. So er tað, at tann lítli maðurin kennur seg kroy- stan, tí eingin er, sum vil taka málið á seg. Allir roy- na bert at skúgva ábyrgd- ina frá sær. Jógvan Mørkøre: - Eg havi mist umleið 1 mió. krónur av hesum ævintýri, við at gjalda 2,1 mið. krónur fyri Scania lastbilin, sum eg seinni noyddist at selja m. a. ti peningur mín stóð sum trygd í fútarættinum og tí eg misti 140.000 krónur til Berg Motors, sum eg rindaði kontant, fyri at fáa lastbilin aftur, eftir umvæling, hóast talan var um garantimál. Tá avtornaði og rættarsemjan gav mær við- hald, vóru tær 160.000 vóru horvnar av bankatrygdini hjá Johannes Berg Jógvan Mørkøre: - Tá eg ringdi til Føroya Banka fyri fleiri mánaðum síðani, fyri at fáa upplýsingar um konto'ina sum stóð sum trygd fyri mótparti mínum varð upplýst, at bankin ikki kundi veita upplýsingar um viðurskifti hjá viðskiftafólki. Hví er so stórur munur á bankatrygdini, sum eg skuldi veita og henni hjá Johannes Berg BUTTUSVVVV > me 4 TA 3 * 3417 4 é For beløbets modtageise kvitteres. i - há Pnr Lu >) ár