Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 12. juli 1991 Síða 5 | Miss Suðuroy - Hetta var bara til stuttleika. Eg taki tað ikki í so stórum álvara, sigur tann 21 ára gamla Joan Miller úr Hvalba, sum leygar- kvøldid varð kosin vakrasta genta í Suðuroy 1. P. á Suðuroyar HF- skeiði skal lestrarferð til Danmarkar og Týsklands í summar. Fyri at fáa peningin til vega, hava tey skipað fyri ymiskum til- tókum seinastu tíðina. Fleiri bingo hava verið, og nakrar ferðir hevur flokk- urin skipað fyri dansi. Soleiðis sum flestu aðrir flokkar eisini gera, tá teir skulu lestrarferð. Men leygarkvøldid skip- aði 1.P fyri nøkrum heilt nýggjum: Vakurleikakapp- ing millum genturnar í Suðuroy! Tað var ongin tilmelding til kappingina undan kvøldinum, so dreingirnir í 1. P gingu á dansi- gólvinum og valdu tær út, sum teir hildu vóru egn- aðar til kappingina. Og har var nóg mikið at velja ímillum. Eini 500 fólk vóru mett upp í Tvøroyrar Klubba - og har vóru ikki bara mannfólk! - Vit vóru eitt sindur bangnir fyri, at tær ikki fóru at vilja, sigur Frants Fossá, sum var ein av teimum, ið valdu út. - Men hóast har vóru fleiri, ið søgdu nei, høvdu vit fingið sjey luttakarar, tá kappingin byrjaði. Genturnar gingu so ein og ein aftur og fram á pallinum, meðan dómar- arnir - sum eisini vóru dreingir úr 1. P - mettu um vakurleikan. "Bert til stuttleika" Tá allar høvdu víst tað, tær høvdu at vísa, var so vinnarin - Miss Suduroy - kosin. Tad bleiv tann 21 ára gamla Joan Miiller úr Hvalba. - Hvussu tað kennist? Tað veit eg ikki. Eg taki tað ikki so alvorligt. Tað var bara til stuttleika, sigur hon við Sosialin. Spurd um onkur ikki heldur, at hon - og hinar seks sum luttóku - "halda seg vera", sigur Joan, at tað eru tað helst. - Tad var eisini orsøkin til, at fleiri gentur ikki tordu upp á pallin, hóast tær vóru spurdar, heldur hon. - Men ti taki eg mær ikki av. Hetta var bara skemt, og skal heldur ikki takast sum annad enn skemt. - Eg havi ið hvussu er ongar ætlanir um at royna meg sum fotomodell, fyri tað um eg vann hesa kappingina, leggur hon afturat. Men hóast Joan íkki tekur sigurin fyri meira enn hann er, so eru onnur, sum eru stolt hennara vegna. - Fólk hava ringt úr øllum ættum at ynskja mær tillukku, sigur hon. Umframt silkibandið sum prógvar, at hon er kosin vakrasta genta í Suðuroy, fekk Joan eina konfekteskju, eina blómu- bukett, og 500 krónur fyri sigurin. S-S- Joan Miller tá hon gekk á pallinum í Tvøroyrar Klubba. Stutt eftir varð hon kosin vakrasta genta í oynni. Dagliga arbeiðir Joan á flakavirkinum Fisk í Hvalba Mynd: Fóvin Eidesgaard Róðrarsambandið rættleiðir seg sjálvt 0,01 merkir 0,04 - Vit hava júst funnið útav, at tólini vit nýta á málinum ikki upp- geva hundrandapartar, sigur Petur Elias Petersen, formaður róðrarsambandsins "Sagt skal verða frá, at í sambandi við tey nýggju tóloini, sum R.S.F. nýtir til upptøkur á málinum, verða tíðirnar uppgivnar sum 25 partar sekund og IKKI 100 partar. Munurin millum Hav- narbátin og Skálabátin var sostatt ikki 1/100 part sekund, men 4/100 partar sekund" Soleiðis stendur í Tele- faxi, sum Róðrarsamband Føroya sendi pressuni i gjár. Telefaxið verður helst sent í orsakað av tí orðaskiftið, verið hevur eftir róðurin á Varmakeldu. Munurin var jú so lítil millum Havnar- og Skálabátin, at Skála- báturin bað R.S.F. hyggja at bandinum einaferð afturat, fyri at kanna, um rætt var dømt. Tað er at vóna, at Skåla- menn hava størri ålit å dóminum, nå kunngjørt verdur, at munurin ikki var so litil kortini. Tad er sjålvandi lættari at siggja, hvør er fremri, tå munurin er 4/100, enn tå hann er 1/100. Samsvarar ikki Hava nyggju måtit6lini vid SCO kappsukkla v/ 10 gearum og i finasta standi — til sølu. TIf. 13808 sær, at róðrarfólk fara at hava størri álit á døm- ingini, enn eitt nú skála- menn hava havt higartil. mugu vit fegnast um, at Róðrarsambandið hevur fingið hesi nýggju tól. Men eitt sindur løgid er tað kortini, at róðrar- sambandið boðar frá hesum. Tí fyri fýra døgum síðani fingu fjølmiðlarnir eitt annað telefax. Har stóðu tíðirnar fyri varma- keldu-róðurin. Sambært tølunum, har vórðu uppgivin, hevði Havnarbáturin tíðina 9 minuttir og 9,07 sekund. Skálabáturin hevði tíðina 9 minuttir og 9,08 sekund. Er munurin millum 0,08 sekund og 0,07 sekund ikki 0,01 sekund...? Ikki hundrandapartar - Jú, tað er hann sjálvandi, sigur formaður róðrarsam- bandsins, Petur Elias Petersen. Men tað er so- leiðis, at maskinurnar vit nýta ikki rokna í hundrandapartum, men í nøkrum sum rópast "frames". Og tað er 1/25 av einum sekundi. Tí skulu tíðirnar faldast við fýra. - Jamen hví uppgeva tit so tíðirnar, sum um talan er um hundrandapartar? - Vit hava ikki vitað, at talan er um 25 partar, sigur Petur Elias. Vit funnu ikki útav tí fyrr enn eftir Varmakeldu róðurin. Tí valdu vit at uppgeva á sama hátt sum vit hava gjørt higartil. Men tað kann vera, at vit framyvir fara at falda tølini áðrenn vit kunngera tey. Súkkla, svimja og renna á Olavsøku "Triatlon"-kapping kl. 12 verður í Havn ólavsgku- vikuskiftið. Triatlon er kapping, har sami persónur kapp- ast í bæði súkkling, renning og svimjing. Luttakararnir skulu svimja 950 m. súkkla 44 km. og renna 11 km. Svomið verður í svim- jihøllini í Gundadali, og runnið verður á teini- num, sum myndin sýnir. Byrjað verður 27. juli , Og tey, ið halda seg til at luttaka í hesi hørdu, men spennanadi og fjøltåttadu kapping, kunnu venda sær til Johan Brend å tlf. 11614, Eydun Bærent- sen å tlf. 115229, ella Magnus Jørgensen å tlf. 17351. Seinasta freist at boda frå luttøku er 25. juli. Luttøkugjaldid 20 kr. S-S- "= EG ft ÞAR VS ØR Teinurin, såkklad og runnid verdur å, er hesin: Nordari Ringvegur, Sundsvegur, Oluvugøta, Vegurin Langi, Hvitanesvegur og Eystari Ringvegur. Hann er 5,5 km langur, og skal súkklast átta ferðir og rennast tvær ferðir.