Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 0 Tað hevdi einki forgjørt verið í, at skúlaneyndin á Argjum fortaldi Regini av Steinum, at tað hevði ikki riggað við hon- um sum varastjóra, heldur ein lærari. - Men tað skal vera út frá skúlans áhugamálum og ikki priv- atum, og tað er júst her pinkupávarnir koma inn í myndina Tað er synd og skomm fyri allar partar, at argjamálið er komið so- leiðis fyri, sum tað nú einaferð er, sigur ein lær- ari, ið gjarna vil gera viðmerkingar til málið. Lærarin starvast ikki á Argja skúla, men vil vera dulnevndur, ti viðmerk- ingarnar snúgva seg mest um tilik vidurskifti yv- irhøvir. Farið av leið Hann er fullkomuliga samdur við Regini av Steinum, at tað er út av allari leið, at umsøkjarin er vorðin høvudsevnid í øllum málinum. - At so Sosialurin eis- ini tekur hendan tráðin upp og letur énevndar starvsfelagar sleppa at ummæla umsøkjarin, er stórt vónbrot, sigur lær- arin, ið leggur aftrat, at blaðið heldur skuldi nýtt høvid til at seta ljós á skålanevndir og fyrisit- ing annars. Høvudsevnid átti at skúlanevyndin Verið at Ovidkomandi slagsmål - Men tad er einki Ovan- ligt, at skúlaneyndirnar eru forum fyri politisk- um og átrúnaðarligum slagsmálum, ið einki hava við skúlahugburð at gera, sigur hann. Í skålanevndunum sita fleiri fólk, sum gera sítt skúlapolititiska ar- beiði út frá eini ærligari politiskari ella átrúnað- arligari sannføring, men tey fåa bara ikki arbeids- frið, vísir lærarin á. - Tey verða í heilum órógvað og partvís drigin eftir oyrunum av hesum fáfongdu og ódámligu pinku-pávunum, ið skulu føra seg fram og parti hava fót á øllum, og tíverri er tað ofta hendan typan, sum slær tónan ann í skúlanevndunum, hóast hon er í minni- luta. Høvudkambar Lærarin heldur, at skúla- nevndir tískil mangan forsóma tað, tær eru valdar til. Ein skúla- nevnd hevur eitt at gera: tað er at finna loysnir, sum gagna teimum børn- um, sum skulu ganga í skúla. Og tað gerst best í einum opnum orðaskifti í eini fullmannaðari nevnd. - Tað kann væl vera, at persónligir eginleikar tala iméti einum persóni, og tað kann væl vera, at hann er í andstøðu til meginpartin av hinum lærarunum, tað er møguligt, at politiskir spenningar kunnu vera so ógvusligir, at tað er best ikki at seta ávísan persón í starvið, sigur lærarin, ið leggur doyin á, at hann als ikki kennir Regin av Steinum. og Skúlin í fokus - Men tað hevur bara lítið og einki við persón- in, sum søkir, at gera: tað er ein spurningur um persónligu, sosialu og kanska politisku saman- setingina á skúlanum sum heild, sum talan er um í hvørjum einstøkum føri, visir lærarin å. - So í tann mun, persón- lig og politisk viður- skifti verða tíkin við í metingina við starvsset- an, so skal tað ikki vera fyri at tæna hesum ella hinum persóninum, vong- inum ella flokkinum, men tí metingin av hes- um hevur týdning fyri arbeiðsfrið og trivna hjá lærarum og børnum, er nidurstøda lærarans. Hann heldur, at við tað at skúlanevndin hevur sett ein, sum ikki hevur søkt, hevur hon verið 6- dámliga altrá eftir at sleppa undan Regini av Steinum. - Málið luktar langan veg… Tað persónliga kann vera sakligt - Tað er munur á, at biðja onkran annan søkja, tí man heldur, at tað fer ikki at rigga væl við á- vísum persóni, og so at seta ein annan, tí man partú vil sleppa undan ávísum persóni, sigur tann forargaði lærarin. - Tað er møguligt, at tað er best fyri skúlan sum heild, at Regin av Steinum ikki verður sett- ur, men hvat so...? Hetta er ikki verri enn so, at tað átti at kunnað verið borið fram fyri Regin av Steinum, - eisini um Á Pinkupávar Nr. 130 — 12. juli 1991 Tað letur til, at skúlanæmingar duga at loysa dagsins mál við demokratiskum orða- skifti. Verri gongst hjá skúlanevndunum, sum fáa opna orðaskiftið oyðilagt av pinkupávum: teir ganga eftir privatum áhugamálum og ikki almennum tveir høvdu søkt, og ein annar fekk tað. Tað kann vera trupult at taka dagar ímillum, nær taln er um eina sakliga grundgeving eitt privat motiv), men eg ivist ikki i, at var grundgevingin saklig, so misti eingin nakað við, at tað var sagt bart út. Vil liva í einum lítlum samfelag, har øll kenna øll. So í staðin fyri at brúka listir og loynistíggjar áttu vit heldur at tíkið tað til eftirtektar, og sagt bart út, at undir teimum og teimum umstødunum, passa hasin og hasin ikki saman, - tað hevði verið ærligt tos.... og soleiðis skilt, kann tað persónliga eisini vera sakligt, - og munurin kemur, tá vit koma yvir í tað privata: tað er altíð óviðkomandi fyri tað almenna gagnið. Heildin avgerandi Lærarin nevnir, at fyri árum síðani var stjóra- skifti á Argja skúla. Hevdi tað endað við, at Henry D. Joensen varð settur skúlastjóri, so hevði skúlin helst verið gØrvísi í dag. - Hvørt hann hevði verið verri ella betri, veit eg einki um, men givið er, at tá hevði tú verið noyddur at laga teg eftir tí (og kanska júst sett Regin av Steinum), ikki til frama fyri hend- an ella hin áhugabólkin, men til frama fyri skúlan sum heild. - Handan skúlanevndin skyldar umsøkjaranum eina umbering, og hevur annars tvinni ting at gera: at lýsa starvið leyst av nýggjum, og heldur hon, at tað hevði ikki riggað við Regini av Steinum, so kallar hon hann inn til fundar, hyggur hann í eyguni og greiðir sakliga frá, hví man hevur ta sannfør- ingina. - Men tað torir hon helst ikki, tí motivini fyri at skúgva hann til viks hava helst einki við skúlagagn at gera... ówh Lærari um úttalilsi frá starvsfeløgum Vamlisligt - Man fær vaml, tá man sær slíkt á prenti, heldur enn at hoyra tað á lærarastovuni, sigur ein lærari við Argja skúla. Hann sipar til um- mæli, sum dulnevndir lærarar á Argja skúla geva einum starvsfelaga. Uttalilsini eru á óvanliga lágum stødi, heldur hann, og tey eru við til at eitra støduna á skúl- anum uppaftur meira. Lærarin, ið vil vera dulnevndur, heldur, at Regin av Steinum er nóg illa viðfarin av skúla- nevndini, so úttalilsini frå starvsfeløgum eru steinur omanå byrðu. - Tað er ikki fyrstu ferð, at skúlanevndin á Argjum hevur nýtt óhepnan framferðarhátt í sambandi við starvsset- anir, og framferðin í hesum málinum hevur heldur ikki verið við til at skapa skúlanum betri umstødur at virka undir, sigur hann. Argjalærarin vil ikki úttala seg um, hvert annar ella hin er betri egnaður sum varastjóri. - Tann spurningurin hoyrir ikki heima í blød- unum, men á skúlanum og í skúlanevndini, men tíverri hevur hon grugg- að málið við síni manna- gongd, so tað er vorðið alment, og tað tænir ongum. ówh Deyvafelag Foroya Í dag eru hesi nummur drigin: 1. Hevuðsvinningur nr. 68.974 (giro) 2. Hevuðsvinningur nr. 81.684 (giro) 8x2.500 kr. nr. 3.076 (lutaseðil) 1.677 (lutaseði!) nr. 6.535 (giro) nr. 155.594 (giro) nr. 5.582 (lutaseØil) nr. 131 (giro) . 73.326 (giro) nr. — 1.407 (lutaseøil) nr. Deyvafelag Foroya Við heilsan Deyvafelag Foroya