fríggjadagur 12. juli 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabladid
Nr. 130 — 12. juli 1991
Friggjadagin kl. 21.00:
For Us, The Living
lrene Cara og Howard E. Rollins
Am. filmur frå 1983 um Medgar Evers,
sum varð myrdur í juni 1963. Filmsritið
er bygt á biografiina, einkjan eftir Med-
ger, Myrlie, gav út eftir deyða hansara.
Medgar Evers varð í 1958 biðin at vera
leiðari hjá eini deild innan NAACP
(National Association for the Advance-
ment of Colored People) í Jackson, Missi-
sippi og hóast konu hansara ikki dámdi
tað, tók hann av. Hann skrivaði um mun-
in, sum varð gjerdur millum svørt og
hvít skúlabern, hetta var bert byrjanin
til ein blóðugan bardaga, sum ikki endaði
við deyða hansara.
Fríggjadagin kl. 23.10:
Alfred Hitchcock
Miss Fox er ein rík, einsamøll kvinna,
sum býr einsamøll í einari fínari íbúð.
Hon er góð við puddil-hundin hjá sær,
Vanessa, og við pengarnar. Hverja viku
rindar hon arbeiðskonu síni fimm dollar-
ar fyri at ganga túr við hundinum, men
seinastu tíðina hevur Eddie, arbeiðskon-
an, havt peningatrupulleikar. At enda
biður hon Miss Fox lána sær 50.000 doll-
arar, so hon kann senda sjúku dóttir sína
á sjúkrahús. Miss Fox aftrar seg, og
sama kveld, hon fer út við Vanessu, verð-
ur hon álopin av einum ókendum manni.
Hon sær ikki, hver leyp á seg, og heldur
tað vera Eddie og ringir til
legregluna
Leygardagin kl. 19.15:
Heima hjá abba
Jessie verður vitni til eitt innbrot og sær
ein av tjóvunum. Nakrar dagar seinni
kemur Kris við einum vinmanni, sum
hon kennir at vera brotsmannin, og
Jessie meldar hann beinanvegin. Men
har kemur fram, at unglingin er ein løg-
reglumaður
Leygardagin kl. 21.00:
Look Back in Anger
Enskur filmur frá 1958 bygdur á segu
hjá John Osborne.
Richard Burton spælir Jimmy Porter,
ein ungur maður við universitetsútbúgv-
ing, sum er giftur við eini ríkari kvinnu.
Men Jimmy vil iklsva eitt vanligt lív.
Ístaðin búgva tey saman við besta vini
hansara Cliff, og Jimmy selir lutir á ein-
um loppumarknaði. Seinni flytur vinkon-
an hjá konuni, Helena, eisini inn.
Sunnudagin kl. 21.00:
Danny Kay o.a.
Am. filmur frá 1948. Danny Kaye spælir
ein professari í klassiskum tónleiki, sum
fer at granska jazz og kemur sær upp í
mangt og hvat. Hann hittir eina vakra
„saloon-sangarinnu<, og kemur upp í
brotsgerðir hon og onnur fremja. Nógvir
tónleikarar eru við í filminum: Benny
Goodman, Louis Armstrong, Charlie
Barnet, Lionel Hampton og Tommy
Dorsey.
Mánadagin kl. 21.00:
Up in Arms
Danny Kaye og Dinah Shore
Am. filmur frá 1944 við Danny Kaye.
Hann spælir hermaður undir seinna
heimsbardaga. Hann verður sendur til
Suðurhavið, har hann hittir nógv fólk
Mánadagin kl. 22.55:
Le Rire de Cain
Vit eru komin til 1938 og Teddy er 19 ár.
Fyri aðru ferð í lívi hansara fer familjan í
feriu til Norðursjógvin, og hetta verður
eitt stórt upplivilsi hjá Teddy. Saman við
vinmanninum Julian fer Teddy til hotel
de Bruges, har nógv hendi, fyrru ferð,
hann var har. Fleiri av gomlu vinmonn-
unum eru har, og ein sigur honum, hvar
Carole býr. Teddy fer til hennara, og hon,
hóast hon letur ikki at kenna hann,
bjóðar honum inn at heilsa upp á mannin
hjá sær. Hesin er amerikumaður, langur
og klænur. Teddy verður hugtikin av
honum og serliga tá ið hann uppdagar, at
hann er Rocky — beiggi hansara, sum
leingi hevur verið horvin.
Týsdagin kl. 19.00:
Knots Landing
Gary vaknar aftur á strondini og sær at
nógv fólk eru komin saman um okkurt.
Hann fer at hyggja og sær at tey hyggja
at Ciji, sum er deyð. Diana pakkar, tí hon
ætlar sær við Chip til New York og verð-
ur kedd, tá ið hann ikki vil hava hana við.
Men hann lovar at koma aftur eftir
henni.
Týsdagin kl. 21.00:
The Kid from
Brooklyn
Danny Kaye
Am. filmur frá 1946. Ein >mjólkarmað-
ur« verður av óvart tikin fyri prof. neva-
leikara og kemur í ringin at berjast. Men
tann, sum flennir seinast, flennir best,
sigst
Týsdagin kl. 23.00:
Bláu eyguni
Remi verður demdur at sita í fongsli fyri
at hava sett eld á og situr fimm mánaðar,
men flýggjar so. Men skjótt verður hann
fangaður. Hesu ferð verður hann sendur
til garðin hjá beiggja sínum, tí hann vil
ikki aftur til mammuna. Marc eigur
nógvar myndir frá krígnum og millum
teirra ætlar Remi at finna pápa sín.
Mikudagin kl. 19.00:
Lívið um tey 30
Melissa er vorðin góð við ein mann, sum
er væl yngri enn hon. Hon aftrar seg at
siga nekrum frá hesum, tí tey fara at
halda hana vera barnsliga, og tí ivast hon
í at gera tað liðugt.
Mikudagin kl. 22.45:
de
Til Death do Us Part
Dokumentarsending frå amerikanska
CBS »48 Hours«.
Hevur ein kvinna, sum er illa vidfarin,
rætt til i sjålvverju at drepa tann, sum
legði á hana? Hvat sigur démarin?
Hósdagin kl. 21.00:
The Little Foxes
Lillian Hellman
Am. filmur frá 1941 bygdur á segu hjá
Lillian Hellman. Segan fer fram í
Ameriku og er um Reginu, sum ofrar alt
fyri pengar — lívið hjá sjúka manni sín-
um, kærleikan hjá dóttrini og sambandið
við beiggjar sínar.
Hósdagin kl. 23.10:
The Fear
Carl er so upptikin av stríði sínum við
Slater, at hann leggur ikki nakað annað
til merkis. Hann fyrireikar eitt rán á ein
peningaflutning hjá Slater og ansar ikki
eftir, at Linda kennir seg gloymda.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 15616