leygardagur 13. juli 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nýtt sólufremjandi virki:
Prýðiligir handils-
gluggar økja um seluna
- sigur Oddbjørg Højgaard, altprydari - sum
hevur stovnað Deko-stovuna í Havn
Hóast Oddbjørg Højgaard
í Havn var einasti føroyski
næmingurin á Dekoratør-
skúlanum í Odder, so fekk
hon besta úrslit í sveina-
royndini. Hon fekk 11 i
miðal.
Oddbjørg Højggard: -
Tad var stuttligt at fåa bes-
ta prógv, serliga tí eg var
einsamallur føroyingur av
28 næmingum.
Tað var í september í
fjør, at Oddbjørg Højgaard
var liðug við útbúgvingina
sum dekoratør, sum á før-
oyskum kallast altprýðari.
Hon stovnaði í mars
mánaða í ár egna virki.
Sølufremjandi
Tað er DEKO-stovan við
Tinghúsvegin 47 i Havn,
har hon fæst vid ymiskt
virksemi, sum er td. at
prýða handilsgluggar, hjál-
pa handilsfólki við at gera
sølufremjandi tiltøk, teknar
skelti, tekst å bilum, og
eisini tilikt - sum ikki er so
nógv nytt í Føroyum - at
prýða húsaveggir ella
fasadur.
Er tað ikki bjartskygd at
stovna virki av slíkum slag
í dag?
- Eg royni hetta fyri at
vita, um tað ber til. Gongur
tað í ringum tíðum, ivist eg
ikki í, at brúk er fyri slík-
um tænastum framyvir.
Stórur tørvur er á fólki,
sum ger slíkt arbeiði, tí í
Føroyum eru bert 2 deko-
ratørar uilsamans.
Tað er tó ikki so vanligt,
at handilsfólk nýta dekora-
tør til at prýða handils-
gluggar, ofta gera kram-
bafólkini tað sjálvi, og tað
sæst eisini.
- Í Danmark gongur tú
neyvan framvið einum
handilsglugga, at ikki ser-
køn fólk hava verið í ar-
beiði.
Sølustevnurnar
- Nå er so Deko-stovan
her, og hóast eg ikki havi
gjørt stórvegis fyri at lýsa
virksemið mítt, so havi eg
havt úr at gera kortini, frá
byrjanini.
Hevur tú t.d. eisini upp-
gávur á bygd?
- Ja, eg havi fastar hand-
lar, sum eg arbeiði fyri,
umframt sølumidstadar-
felagið í SMS, eisini deild-
irnar kring landið.
Sølustevnurnar, sum eru
kring landið, er onnur upp-
gáva, eitt nú at prýða sølu-
básar, innrætta og uppset-
ing.
Hverjar framtíðarvónir
hevur tú?
- Eg haldi, at tað i dag er
neyðugt vid serkønum fól-
ki, sum kann veita ráð og
Nr. 131 — 13. juli 1991
leiðbeining innan sølu-
fremjandi tiltøk.
- Fólk eru so von við at
síggja t.d. vakurt prýddar
handilsgluggar. Tey steðga
á, hyggja og spyrja. Slíkur
áhugi skapar sjálvsagt eis-
ini stórri sólu.
Hóast føroyingar eru
eftirbátar á hesum gki, so
vóni eg at grundarlag er
fyri at skapa nakað nýtt,
sum handlar og fyritøkur
kunnu nýta gott av í fram-
tíðini.
Hvussu fært tú íblástur til
slíkt kreativt virksemi, tá
tú arbeiðir einsamøll á
Deko-stovuni?
- Tað kanst tú eins væl
fáa við at ferðast í nátt-
úruni, við at arbeiða á
teknistovuni og annars við
at práta við fólk.
Neyðugt at fylgja við
Hetta yrkið er so nýtt,
men tað krevur eisini, at tú
í minsta lagi eina ferð ár-
liga ferðast uttanlanda at
síggja, hvat av nýggjum
kemur fram, og hvat onnur
gera.
Seinast havi eg verið í
Týskalandi, har serliga
nógv hendir á dekoratør
gkinum. - Jú, tað er nóg
mikið at tríva í, sigur Odd-
bjørg Højgaard at enda.
Dagny
Oddbjørg Højgaard
vid sveinaroyndini,
sum er ein handil
vid prydiligum
synisglugga,
umframt eitt tømt
vindeyga, sum
uppgåvan til
sveinaroyndina
ljóðaði.
Hóast handilsfólk
í Fóroyum ikki sum
heild nýta serkøna
hjálp, tá tað snýr
seg um aliprýði
arbeiði, ivast
Oddbjørg ikki í at
hetta er fyribrigdi,
sum vit eisini í
Føroyum fara at
síggja meira til í
framtíðini
RYGGURIN !
Kennir tú aftur onkrar av hesum
trupulleikum
— gev so tær sjålvum
% tíma um dagin
so veitst tú eisini hvussu ringt hetta kann
vera, men SUPRAMED HITA- & MASSASJU
PUTAN við infrareyða hitanum hevur hjålpt
mongum til eitt betri og pinuleysari liv
SUPRAMED HITA- & MASSASJUPUTAN við
infrareyða hitanum er snøgt sagt besta hjálpin
Móti knappligum óvæntaðum brekum sum móti
verandi og afturvendandi pínu
Fremstu fysioterapeutar og viðgerðarar við
mæla nýtslu av SUPRAMED HITA- &
MASSASJUPUTINI, ti henda nýggja púra
virkar við bæði massasju og infrareyða hita um
samstundis — og hetta linnar so tað munar
Ger sjálvur okkurt munagott við pín-
una NÚ!
SUPRAMED HITA- &
MASSASJUPUTAN
vælroynd tysk dygðarframíeiðsla
10 ára framleiðslu trygd
Orkusparandi
30 daga royndartíð
Ringið ella sendið okkum lepan og fáið sendandi
upplýsingartilfar um SUPRAMED HITA- 6
MASSASJUPUTUNA
S.C. SKIPAN, Box 1297
110 Tórshavn - TN. 18658