leygardagur 13. juli 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sene
Nr. 131 — 13. juli 1991
er nú næstan liðug
Um alt gongur sum ætlað, verður nýggja ferjulegan Inni á Fjørd
í Vestmanna tikin í nýtslu mánadagin 22. juli. Higartil hevur hon
hýst »Ternuni I« um nåttina, og verður hagani latid sera væl at
Hesa seinastu tíðina hevur
verið arbeitt dúgliga við at
gera nýggju ferjuleguna
Inni á Fjørd í Vestmanna
lidna.
Sjálv ferjulegan varð
stórt sæð liðug fyri rúmari
tíð síðani, men onkrir
snøklar hava verið eftir
har, eitt nú okkurt av tí el-
ektriska og sovorðið.
Men økid uttanum
verður nú gjørt liðugt. As-
falt verður lagt á, og úr
Vestmanna frættir Sosial-
urin, at lítið er eftir av hes-
um arbeiði.
Ætlanin er, at siglingin
frá nýggju ferjuleguni skal
byrja 22. juli.
Lata væl at
Klandraðust
um grind
"Hon skal á Havnina!"
"Hon skal til sands!" "Hon
skal til Húsavíkar!" -
Klandrið millum bátarnar
var øgiligt, tá avgerast
skuldi, hvar grindin,
funnin varð sunnanfyri
Giyvursnes í gjár, skuldi
haldast til.
Har vóru enntá menn, ið
bæði kravdu at hon skuldi
til Miðvágs og til Leynar...
»Ternan I« hevur ligið
við ferjuleguna um
náttina, og umborð har
lata teir væl at henni, og
skipið liggur væl.
Men av ti at ferjulegan
er gjørd til at kunna taka
stórri skip enn >Ternuna
I<, verður fríhold lagt
millum skipið og veggin,
so skipini koma at liggja
Hvør endin bleiv, var
ikki greitt tá blaðið fór til
prentingar, men tá klokkan
var farin væl av tvey,
komu nógvir av
havnarbátunum aftur til
lands. Tað vóru teir uml.
50 bátarnir, ið høvdu ligið
og krokað millum
Glyvursnes og Kirkjubg-
nes, meðan teir bíðaðu
eftir, at grindin skuldi
koma tann vegin.
Men tá alt bara sá út til
at enda í klandri og ongin
betri.
At nýggj ferjulega nú
kemur Inni á Fjørð, man
helst bert koma væl við
hjá vestmenningum, tí
vegurin gjøgnum bygdina,
sum nú verður brúktur, er
smalur, og har skulu allir
bussar, stórri bilar og
onnur akfør koyra, sum
skula í Vágarnar.
Nú er teinurin stuttur
gjøgnum bygdina, og kem-
ur ikki at raka tættbygt
øki, eins og vegurin eisini
er breiður og góður.
hj.
Nýggja ferjulegan Inni
á Fjórð í Vestmanna er
klár at taka í nýtslu,
og ókið uttanum er nú
komið so frægt áleiðis,
at ferjulegan verður
tíkin í nýtslu 22. juli.
Mynd: Hilmar Jan
veruligur rakstur fekst á
grindina, varð bara farið
aftur til lands.
Tey vóru helst mong, ið
hildu við einum av
bátunum, vit tosaðu við
seinnapartin í gjár: "Hetta
líkist svartasta ongum!
Grindaformenninir máttu
kunnað tosað seg til eina
semju, og so skorið
igjøgnum. Skal hvør bátur
seta sítt krav fram, verður
sjálvandi lítið skil á."
S-S-
Mangt av tí, sum út er
komið av føroyskum
tónleiki seinastu árini,
hevur meira ella minni
líkst.
Um ikki í stíli, so í
ðrum, eitt nú nýtslu
av ljóðfórum, kóri ella
á annan hátt.
Sjálvsagt skal hervið
ikki skiljast, at alt kann
samanberast sum tón-
leikur av sama slagi,
men sigast má, at ggi-
liga sjálvdan er nakað
útkomið, sum bregir so
nógv frá hinum, at tos-
ast kann um veruliga
nýskapan ella nýhugs-
an tónlistarliga.
Men nú er vent í hol-
uni.
I vikuni er útkomið
bandið >Kanaan<, sum
inniheldur tiggju løg.
Av teimum er helvtin
instrumentalur tónleik-
ur.
Orð og løg hava teir
báðir Finnbjørn Hansen
og Terji Johannesen í
felag fingið frá
hondini, og er tað
partvís her, at parturin
av »ti nýggja< liggur.
Tað, sum ein mst
leggur til merkis, er
sjálvur tónleikur —
ljóðið.
Við teldutøkni í há-
sæti og harav tekno-
pop-kendum strofum er
talan um tónleik, sum
neyvan tann vanligi
føroyski kvgðuljóma-
lurtarin leggur til
merkis í fyrsta umfari
Men harvið er góðsk-
an ikki minni. Tónlist-
arliga stødid er sera
høgt. Farrell & Farrell
og adrir liknadni amer-
ikanskir bólkar gera
ikki Finnbirni hetta eft-
ir.
Hann hevur nevniliga
sjálvur spælt allan tón-
leikin — líka frá tekn-
iska synthesizerinum til
elguitarin, sum Finn-
bjørn kennir betri enn
nakar.
Allur sangurin er
sungin av Terja Johan-
nesen og Lonu Johan-
sen. Og eisini her må
viðmerkjast, at kórsats-
irnir eru sera góðir,
umframt solobrotini
sjálvsagt.
Samanumtikid eitt
spennandi band, sum
óivað fleiri dámað og
fleiri ikki dámað — men
sum helst øll fara at
halda vera sera forvitn-
isligt.
Slík sera djørv ný-
skapan hevur í gllum
fórum uppiborið, at
hon yvirlivir.
hj.