Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 131 — 13. juli 1991 Byggiloyvið til P/f Hans Joensen Býráðið fridømt Eitt byggiloyvi er i sjålvum sær ikki borgan fyri, at adrar fordingar - tad veri seg eftir adrari lóggvávu ella í aðrar - ikki eru fyri bygging. Tað er nidurstødan hjá Jógvani Andreasen, dóm- ara, í rættarmálinum millum P/f Hans Joensen og Tórshavnar býráð. Málið var fyri í rætt- inum 5. mars í ár, og 2. juli varð dómur sagdur. 453.000 krónur, takk! Tað var P/f Hans Joen- sen, ið reisti málið. Partafelagið kravdi Tórs- havnar býráð at gjalda 453.000 krónur í sam- bandi við byggingina av handilskjarnanum í mið- býnum í Havn. Aftanfyri kravið lá, at býráðið sambært Hans Joensen hevði givið eitt byggiloyvi, sum íkki kundi lítast á sum enda- ligt: tá byggingin var komin upp undir land, legði Brunaumsjón lands- ins seg útí byggingina og setti strangari krgv enn býráðið hevði sett. Hetta hevði dýrkað byggingina við nevndu upphædd, varð ført fram. Býráðið er byggimyndugleiki I dómsviðgerðini (pre- missunum) verður lagt til grund, at býráðið er byggimyndugleiki í Tórshavnar kommunu. P/f Hans Joensen hevur ikki ført prógv fyri, at byggiloyvið ikki er í samsvari við galdandi byggisamtykt. Út frá hesum kann byggiloyvi ikki roknast sum ólóg- ligt, og Tórshavnar býráð kann tískil heldur ikki bera kostnaðin, fyri tað um Brunaumsjón landsins eftirsíðan kemur og setur strangari krøv. Tá málið var fyri í rættinum, helt dómarin fyri, at málið kundi standa sum áminning til lógarsmiðirnar um, hvussu teir íkki skuldu bera seg at. Við hesum var sipað til, at heimild- arvidurskiftini millum lokalar byggimyndug- leikar og Brunaumsjón landsins var óumhugsað. Ikki mítt borð! Í dóminum verður als ikki stóða tíkin til hend- an spurning: dómarin Síða 9 P/f Hans Joensen. Fekk ikki Føroya Rætt at å- leggja býráðnum at gjalda 453.000 krónur í endurgjaldi. Men málið skal roynast við hægri rætt, sigur Hans Joensen, stjóri, ið ikki heldur tað vera rætt, at triði partur skal liggja ímillum fyri tað um heimildarnar hjá tveimum myndugleikum eru óumhugsaðar staðfestir bert, at Tórs- havnar býráð sum byggi- myndugleiki hevur heim- ild at gera tað, tað hon hevur gjørt. Hetta broyt- ist ikki av, at bruna- umsjónin eisini og nær tað skal vera hevur heim- ild til at seta strangari krøv. P/f Hans Joensen fer at skjóta málið inn fyri hægri rætt. - Tað kann ikki vera rætt, at tridi persónur skal liggja ímillum, bara tí heimildarbýtið mill- um tveir myndugleikar ikki er avklárað, sigur Hans Joensen, stjóri. ówh Aymarkið stjørasetanir til Átta ár í senn Í tveimum av greinunum um Argja skúla hevur verið nevnt, at skúla- stjórin við Argja skúla hevur latið vitað, at hann ikki hevði verið fegin um at fingið einasta umsøkj- aran sum varastjóra, og at hetta hevur vigað í avgerðini hjá skúla- nevndini. Ein skúlanevndarlimur ger vart vid, at hetta er málinum óviðkomandi, ti ein skúlastjóri hevur rætt at møta á fundum i skúlanevndini, sum snúgva seg um starvsset- anir. Annars heldur skúla- nevndarlimurin, at al- mennir stjørar, skúla- stjórar íroknaðir, ikki skuldu verið settir í lív- long størv. - Tad rætta hevdi sjålvsagt verid, at al- mennir stjórar vórðu settir í avmarkaða tíð, t.d. átta år. So høvu teir verið vigaðir umaftur, so teir góðu kundu hildið fram, meðan hinir noydd- ust frá, sigur hann og undirstrikar, at hann als ikki vil taka dagar ímill- um viðurskifti við Argja skúla. Hann heldur tað vera harmiligt, at málið hevur fingið slíka almenna við- gerð, tí tað tænir ongum, og tá saman um kemur, rakar tað børnini. - Tað avgerandi má vera, hvat gagnar skúlan- um best, og tí má tað vera minsta krav, at skålanevndin sakliga grundgevur fyri einasta umsøkjaranum, hví hann ikki kann fåa starvid, sigur skúlanevndarlim- urin, ið heldur, at greinin um pinkupávarnar í gjár rakti seymin á hgvdið, tå tað snýr seg um skúla- nevndir. ówh Gongur ikki Frá miðum juli í 1988 langleigaði P/f Jógvan Hans Joensen eina bil- vaskimaskinu frå Føroya Leasing. I jólaódnini sama árið fekk maskinan skaða. Men maskinan var ikki tryggjað, og spurn- ingurin var so, hvør skuldi gjalda umvæling- ina, sum Føroya Leasing legði út fyri. Hóast tað stendur í leigutreytunum, at Før- oya Leasing hevur rætt til at tryggja maskinuna uppå leigarans rokning, so leggur rætturin dent å eitt annað brot i lang- leigusáttmálanum, sum sigur, at at nýtarin hevur ábyrgd av skaða, sum verður lutinum fyri í leigutíðarskeiðnum. Jógvan Hans Joensen hevur í sambandi við leigusáttmálan undir- skrivað eitt borganarskjal (kautión), har hann per- sónliga veitir trygd fyri øllum fíggjarligum skyldum, sum Føroya Leasing koma at hava mótvegis honum ella partafelagnum. Men Jógvan Hans Jo- ensen hevur við hond skrivað P/f framman fyri navnið Jógvan Hans Joensen, soleiðis at partafelagið er komið at veðhalda fyri seg sjálvt. Jógvan Hans Joensen 13 14 [|[||"""<—…—…… IKKI FERDABUGVIN UTTAN... greiddi i rættinum frå, at hann var ikki var greidur yvir, at talan var um eina kautión; hann visti ikki betur enn at talan var um eitt skjal í sambandi við sjálva leiguna, tí kautión hevði ongantíð verið upp á tal. Hesa frágreiðing góð- tekur dómarin ikki. Borganarskjalið er greitt orðað, so við síni undir- skrift hevur Jógvan Hans Joensen persónliga átikið sær at veita borgan mót- vegis Føroya Leasing. >... hann ikki bert vid at skriva "P/f" framman fyri undirskriftina frí- takast fyri hesa ábyrgd<, stendur í dóminum. Í rættinum gjørdi advokaturin hjá Jógvan Hans Joensen vart við, at mesta upphæddin, ið Jógvan Hans Joensen hevði borgað fyri, var kostnaðurin á maskinuni. Borganin kundi tískil ikki umfatað útreiðslur til umvæling. Men dóm- arin er ikki samdur: Borganin er ikki avmark- að til at vera trygd fyri keypið, men umfatar all- ar skyldur. Dómarin kom sostatt til ta niðurstøðu, at leig- arin skal gjalda fyri umvælingina. ówh | Føroya Myndakalendari | Myndakalendarin fæst um alt landið | | fyri einans kr. 65,-. | A —w