Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

vr Síða 10 Nr. 131 — 13. juli 1991 — nýggir uttan royndir >Turkarnir koma! Turk- arnir koma! < Eitt róp, sum fyri nøkrum árum síðani vildi verið orsøk til alla hugsandi ræðslu og flýggjan um háls og herðar niðan í hagan og til fjald livdarstød á rókum og aðrastaðni, har ikki var finnandi fyri Oynsktar gesur. Men so er ikki í dag. Turkarnir koma, men umenn teir kanska eru vandamiklir á sín hátt, so er tað ikki at samanbera við óttan fyri teimum í gomlum døgum. Sera gott lið Eingin sum helst ivi er um, at hetta er eitt sera gott lið, ið fyrrverandi danski landsliðsvenjarin, Sepp Piontek, hevur við sær til Føroya í flúgvara i dag. Sum øllum kunnugt hittast føroyska og turk- iska fótbóltslandsliðið í Gundadali månakvøldid i vinardysti, ið óivað hevur eins stóran tydning fyri turkar, sum fyri okkum. Eins og Føroyar eru tað, er Turkaland eisini við í EM-kvalifikatións- kappingini, og har hava turkar ikki nær til somu úrslit at vísa á sum Føroyar, hóast talan er um eitt nógv eldri land í fótbóltshepi, við nógv fleiri royndum og fót- bóltsmilliónum í bæði tvey- og trisifradum upphæddum. Feroyar betri úrslit Meðan Føroyar í hesi kapping hava uppnátt at hava trý stig — ein sigur og ein javnleik — fyri fimm dystir, hevur Turkaland einki stig fingið enn eftir sínar somuleiðis fimm dystur. Turkaland er í bólki við Onglandi, Írlandi og Póllandi. Målurtøkan er 0-10, so ikki skal nakar ivi vera um, at tað er eitt mål- hungrandi landslid, Før- oyar skulu møta måna- kvoldið. Hinvegin er tað ein sannroynd, at liðið í fleiri dystum hevur sýnt spæl, ið minnir sera nógv um danska fótbóltsspælið í 80'unum, tá Piontek syrgdi fyri, at liðið kom bæði til EM í Frankaríki og HM í Mexico, um- framt at liðið bert var eina hárbreidd frá HM í Italia. At teir á hesi ferðini millum annað vilja fáa málskjótingina á rætt- kjól, og tað serliga móti einum lítlum landi sum Føroyum, man einki vera at ivast i. Um hetta so fer at eydnast, må tidin sleppa at visa. Eingin ivi skal t6 vera um, at føroyska landsliðið fer at gera sítt besta fyri at vit fáa ein góðan dyst. Sterkasta manning Turkiska landsliðið er tað sterkasta, turkar kunnu stilla upp við, og er hópurin mannaður við bæði royndum og 6- royndum spælarum, sum liggja í aldrinum 20 til 30 ár. Elsti spælarin er mál- maðurin Engin Ipekoglu, ið spælir við Fenerbahqe. Hann er 30 ár og hevur 14 ferðir vart turkiska málið. Teir mest royndu spælararnir á liðnum eru 28 ára gamli verjuspælarin Riza Calimbay og tann eitt ár yngri álopsspælarin Tanju Colak, sum báðir hava spælt 25 dystir á landsliðnum. Tann fyrri spælir dagliga við Besik- tas og hin við Fener- bache. Men umframt hesar »gomlu« garparnar, eru eisini yngri og evnaríkir spælarar við, so sum eykamálmaðurin Hayret- tin Demirbas, verjuspæl- arin Tugay Kerimoglu og miðvallarspælarin Abdullah Duran, sum bert bíða eftir tí heilt stóra kjansinum. Teir fáa kanska kjansin at royna seg í dystinum måna- kvøldid. Bert tveir spælarar i ti 22 mans stóra hépinum hava enn ikki verið við í A-landsdysti áður, so ikki er tað uttan álvara aftanfyri, at Sepp Piontek hevur sent lið sítt hendanvegin at royna seg móti heimsins størstu fótbóltssensatión í 1990. Sigur vildi hjálpt Um Føroyar megna at endurtaka sensatiónina mánakvgldið ella ikki, ber sjálvsagt ikki til at siga nakað um, tí alt kann jú henda, so leingi, sum bólturin er rundur. Feroyski hópurin er til dystin fús Landsliðið var savnað hóskvóldið fyri at fyri- reika seg til dystin móti Turkalandi mánakvóldið Undan vinardystinum í fótbólti millum Føroyar og Turkaland í Gundadali mánakveldið kl. 19 sær út til, at føroyski hópurin er væl fyri, og at teir allar- Navn Felag A-lands- dystir Hayrettin DemirbasGalatasaray 1 Engin Ipekoglu Bulent Korkmaz Tugay Kerimoglu Riza Calimbay Gukhan Keskin Recep Cetin Fenerbahqe 14 Galatasaray 5 Galatasaray 1 Besiktas 25 Besiktas 19 Besiktas 11 Ogun Temizkanoglu Trabzonspor 3 Ugur Tutuneker Muhamet Altintas Mehmet Uzdilek Oguz Cetin Unal Karaman Abdullah Duran Ali Gultiken Feyyaz Ucar Tanju Colak Ridvan Dilmen Hami Mandirali Faruk Yigit Osman Akyol Hakan Sukur Hinvegin hevði ein sigur á heimavølli á ein- um so góðum liði sum tí turkiska helst bert styrkt um samrådingarstødu okkara í Prag týsdagin, Galatasaray 15 Galatasaray 5 Besiktas 8 Fenerbahce 16 Trabzonspor 19 Ankaragucu (41 Besiktas 5 Besiketas 16 Fenerbahce 25 Fenerbahce 20 Trabzonspor 6 Boluspor 3 Samsunspor Bursaspor Turkiski spælarahóp- urin, sum skal móta tí føroyska í vinardyst- inum á vellinum í Gundadali måna- kvøldiø kl. 19. tá seinasta royndin at bjarga okkum heimavøll- in heima verður gjørd á fundi í starvsnevndini í UEFA. hj. flestu av spælarunum, sum vóru við í EM-dystunum í mai mánaði eru tøkir. Einastu undantøkini eru Torkil Nielsen, sum ikki fær verið við, og Allan Mørkøre, sum er burtur- staddur í summarfrí. Meðan eingin maður kemur á liðið fyri Allan Mørkøre, er Todi Jónsson úr KI komin í hópin fyri Torkil Nielsen. Umframt sær út til, at allir spælararnir eru skaða- fríir og væl fyri at meta turkiska liðnum, uttan Kaj Leo, sum hevur ein skaða í rygginum. Sosialurin skilir tó, at hann er tó við í hóp- inum, og møguliga er U Turkiska landsliðið til Føroya við breiðum hópi Gamlir og garvaðir Tad rætta parkett- gólvið finnur tu hjá okkum Tórshavn, Klaksvík, Leirvík og Sørvågur BECKERS FARVUHANDIL Box 363 - Tlf. 18181 skadin ikki so ålvarsligur, at hann forðar honum i møguliga at spæla. »Spælararnir eru upp- settir undan dystinum, og ætla at fåa eitt so gott úrslit sum gjørligt móti turkiska liðnum, sum klárt er nógv betri, enn stødan í teirra EM-bólki boðar frá,< sigur føroyski landsliðsvenjarin, Páll Guðlaugsson við Sosialin. >Vit koma uttan minsta iva at fáa bæði góða og stóra mótstýðu frá turkunum, sum hava nógvar spælarar, sum eru tekniskt góðir.< Dysturin månakvøldid er seinasta styrkiroyndin áðr- enn næsta EM-dystin móti Norðurírlandi, sum verður um tveir mánaðir. Hvert tann dysturin verður á Svangaskarði ella í Landskrona, er ikki greitt enn. Svarið til tann spurn- ingin verður ikki funnið fyrrenn fyrrapartin týsdag- in, tá umboð fyri FSF skulu á fund í Prag við starvsnevndina í UEFA. Påll Gublaugsson: »Okk- ara menn eru væl fyri.« Mynd: Hilmar Jan