Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 16. juli 1991 Nýtt um eyðkvæmi frá landslæknanum: Síða 7 Fyra førovingar hava nú sjúkuna Eins og vanligt hevur landslæknin góð ráð at geva teimum, ið fara út at ferðast. Somuleiðis greiðir hann gjølla frá, hvussu sjúkan sæst, hvussu hon spreiðist og óðrum hesum viðvíkjandi í greinini niðanfyri, ið einhvør eigur at lesa til sítt egna besta Í Føroyum hava higartil 4 fólk fingið eyðkvæmi, og er eitt teirra deytt. Í Føroyum hava 4 fólk fingið staðfest sjúkuna eyðkvæmi, 1 í 1989, 2 í 1990 og higartil í ár eitt. Eitt fólk er deytt av sjúk- uni. Smittan er hend við seksuellum sambandi. Umframt hesi 4 er kunn- leiki um 6 HIV-positiv fólk. Talið á sjúklingum við eyðkvæmi (AIDS) økist framvegis í stórum. 1.4.1987 vóru 150 til- burðir í Danmark, 1.04.1988 vóru 263 og 2% ár seinni (1.10.1990), vóru 663 tilburðir fráboðaðir. 1.6.1991 vóru 805 tilburð- ir, teir flestu í Keyp- mannahavn. 618 vóru samkyndir ella tvíkyndir (homoseksuellir/hjáseksu- ellir) menn, 19 vóru bleð- arasjúklingar og 49 kvinn- ur. 80 tilburðir vóru elvdir av heteroseksuellum sam- bandi (vanligari kynslig- ari samveru millum mann og kvinnu) og 15 av blóð- gávu. 35 tilburðir vóru millum fólk, ið vannýta rúseitur. 478 fólk vóru deyð av eyðkvæmi í Dan- mark 1.6.1991. Í Danmark hava tey kunnleika um umleið 3000 fólk við eyðkvæmisand- evni (HIV-andevni) í blóð- inum (HIV = Human Immunodeficiency virus). HIV er tað virus, ið elvir til eydkvæmi. Serken meta talið av fólkum smittað við HIV í Dan- mark í at at liggja um 5.000, men stór óvissa er Ein av smittuvegunum, .5 kann bera eyðkvæmi víðari frá einum fólki til annað, er um hetta. Í letuni verður umleið ein nýggjur HIV- positivur persónur ávístur um dagin í Danmark. Í apríl 1987 vóru í U.S.A. fráboðaðir 33.720 tilburðir av eyðkvæmi. 31.3.1990 vóru 124.282 til- burðir skrásettir. 31.3.1991 vóru 171.876 til- burðir skrásettir í U.S.A. (Mett verður at talið av fólkum smittað við HIV í U.S.A. í dag er um 1.000.000). 1.11.1990 var kunnleiki um 22 HIV-positiv fólk í Grenlandi. Í Íslandi var talið á fólk- um, ið hevdu fingið eyð- kvæmi 30.66.1990 14, 31.12.90 16. Hvat er eyðkvæmi? Eyðkvæmi er ein ógvuliga nytsla av sprænu — serliga millum narkotikamisnýtarar. Men teir fýra føroying- arnir, ið hava sjúkuna, hava allir fingið hana við seksuellari samveru, ið er vanlig- asti smittuvegurin. Modellmynd: Kalmar álvarsom sjúka. Gávurnar hjá mannakroppinum at verja seg fyri ávísum ígerðarsjúkum og fyri ávísum illkynjaðum vekstri minka í stórum. Bilandi mótsteðuferi í sambandi við sjúkuna eyðkvæmi er íkomið. Í dag vita vit, at bilandi mótsteðuferi er elvt av einum virus, ið verður nevnt HIV. Virussjúkur gera, at kroppurin framleiðir and- evni, sum royna at gera av við smittuevnið. Í flestum smittandi sjúkum eydn- ast hetta, og tá ið and- evnini hava gjert arbeiði sítt, so smittar ein ikki longur. Og í fleiri forum verður ein tá ikki sjúkur aftur av somu smittandi sjúku. Tey, ið verða smittað við HIV, framleiða næst- an ell andevni móti hes- um. Hetta merkir tó ikki, at virus doyr, og at smitt- an heldur uppat, sum vant er at vera við virusígerðar- sjúkum. Hesar serligu umsteður bera í sær, at ávísing av HIV-andevni í blóði vísir ikki bert, at fólkið er vorðið smittað við HIV, men eisini at hann ella hon kunnu smitta onnur. Smittuferið er ymiskt, men varar nógv ár, helst alt lívið. lgerdartid og sjúkutekin Mett verður, at 50% av teimum, ið eru smittað, fáa eyðkvæmi innan 10 ár eftir, at smittan er hend, og at restin helst fær sjúk- una seinni. HIV-ígerðarsteðan kann standa við leingi — ofta fleiri ár — uttan sjúkueyðkenni. Áðrenn sjúkan eyðkvæmi verður staðfest * kunnu fleiri sjúkutekin vera, ið hava varað í fleiri mánaðar, eitt nú soppasjúka í munni, ring meði, nógvur fepur, ringur sveitti um náttina, ringt iívsýki (diarré), lættnan uttan kenda or- sek, hovnir eitlar, serliga Framhald á síðu 14 Hilmar Jan Hansen skrivar Nú rættiliga rúm tíð er liðin, síðani Savryba- russarin kom í land og í fyrsta umfari varð settur í klivan i Jónas Broncks- gøtu, er framvegis 6- greitt, hvør endaliga lagna hansara verður. At hann gerst vestur- lendingur, man valla nakar ivast í longur, men enn veit so eingin nakað. Og framvegis vil tann skjótt fyrrverandi | russarin sleppa at halda til í klivanum í Jónas Brocksgøtu, hóast ein tilvera uttanfyri rimarnar | stendur honum í boði. Kanningar, kanningar, aftur kanningar umframt kanningar av kannaðum | kanningum lata framveg- | is mjørkatåm liggja yvir | hesum máli. Og meðan hesin nú næstan er gloymdur, hó- ast onkur av og á spyr | eftir, hvat hendir í mál- | inum, koma so uppaftur aðrir russarar í land í Føroyum í heilt øðrum grindum. Hesaferð vóru grindini at selja vodka — sum sigst vera tynt ul helvtarstyrki við vatni — men tað spældi ikki so væl av. Avdúkingin varð framd, og tey seku vórðu kravd at rinda bót og annars gjalda tað, sakin kostaði at avgreiða. Hetta bar tó ikki so væl Ul, tí eingir pengar vóru tøkir umborð, og ei held- ur hevdi nakar av teimum handtiknu nakað oyra uppi å sær. Hyggjuráð munnu vera at sleppa ngkrum teirra í land aftur at selja so mik- ið av hálvsterkum vodka — sjálvsagt fyri hálvan prís — so nóg mikil vinn- ingur kundi spurst burt- urúr og bótin kundi verð- ið goldin. Sama ger, tey um tað! Av meira beinleiðis heimligum hendingum er tað mest av gllum vara- skúlastjórasetanin við Argja Skúla, ið festir seg í hugan frá farnu vikuni. Enn einaferð eydnast Russararnir og varaskúlastjórin skúlaneyndini á Argjum at gera meirilutasamtykt við minnilutaatkvødu, so tey fáu gera av, hvat tey flestu í hesum máli eiga at laga seg eftir, og hevur hetta í hesum førinum vid sær, at skúlanevndar- formaðurin gongur gamla floksfelaga sínum á meti og setir ein heilt annan enn umsøkjaran í starvið, hóast bert ein umsøkjari var, og skúlaneyndin annars ongan myndug- leika hevur at seta tæn- astumann í starv, men bert kann úlmæla. Hetta er í sjálvum sær bæði óheppið og tvørligt, men verður sjálvsagt ikki frægari av, at landsskúla- stjórin ikki torir at taka neyðugu avgerðina og syrgja fyri, at rætt verður farið fram, men heldur skjýtur upp, at søkjast skal umaftur. Alt hetta hendir, meðan slatur-og-sleyg-potturin á Argjum spruttkókar, so tað vera tey óseku og fyri so vítt eisini uttanfyri- standandi, ið koma at liggja undir, meðan skúlanevndin — les: eina- ráðandi parturin av henni — sleppur at dusa sær og spæla reglugerðir og fyri- skipanir, sum var tað leika hjá småbørnum, tal- an var um, og ikki eitt á- byrgdarfult Élitisstarv at vera i skålanevnd. Soleidis eru Føroyar: Ein russari, ið loypir á blåman frá øllum ti, hann annars hevur at gera, fyri at vinna sær persónligt frælsi og kanska eitt betri lív — alt gott um tað — fær viðgerð frá hægsta polit- iska myndugleika, meðan vanligi álitisfulli føroy- ingurin, ið bert ynskir at »royna systemið<, fær toyggið, hóast hann einki hevur gjørt, ið ger hann uppibornan til tað. Og er tað so nakar, ið kann rætta honum eina hond, tá ástendur?